mánadagur 18. apríl 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hallur av Rana
Guðmundur Joensen er ikki
ein maður, ið er kendur fyri
at ræðast eina avbjóðing.
Flestu føroyingar munnu
kennast við navnið hjá Før
oya fremsti íðkara innan trí
dyst. Ein ítróttur har íðkarar
kappast í súkkling, renning
og svimjing. Í einum ítrótti,
ið trýstir likamið til tað
ítasta, hevur hann nevniliga
megnað at kappast á altjóða
støði tey seinastu árini.
Guðmundur
Joensen,
ið Kringvarp Føroya í eini
dokumentar um hann fyri
nøkrum árum síðani nevndi
tann føroyski jarnmannin,
kann millum annað vísa
á eina silvurmedalju frá
oyggjaleikunum í Bermuda,
gullmedalju
frá
trídysta
kapping í Íslandi og eitt
fjórða pláss í altjóða trídysta
kappingini í Lissabon. Har
umframt hevur hann eisini
luttikið í HM í kendu Iron
Nú stendur tó ein heilt
onnur avbjóðing Guðmundi
Joensen í boði, har renni
skógvarnir og súkklan, verða
býtt um við eitt skriviborð og
teldur. Nevndin fyri ítróttar-
háskúlan í Suðuroynni hev
an í hendurnar á føroyska
jarnmanninum, ið harvið
verður
fyrsti
leiðarin
á
nýggja skúlanum.
Kann gera ein mun
Tá umsóknarfreistin til at
ítróttarháskúlanum
var
úti á middegi 23. mars 2016,
hevði nevndin fingið fýra
umsóknir at taka støðu til.
Farið var undir at viðgera
umsóknirnar alt fyri eitt, og
valið fall heldur óvæntað á
ur drúgvar royndir frá før
oyskum ítrótti.
Nýggi leiðarin dylur ikki
fyri, at talan er um eitt starv,
har hann veruliga følir, at
hann kann gera ein mun.
– Eg søkti starvið, tí hetta
evnið liggur mær so ótrú
liga nær hjartanum, og eg
havi sjálvur merkt hvønn
týðandi leiklut eitt aktivt
ítróttarlív hevur á lívsgóðsk
una og persónliga trivnað
in sum heild. Mær dámar
starvið sum leiðari í Ítróttar
háskúlanum,og eg føli, at her
kann eg gera ein mun, sigur
Guðmundur Joensen um
orsøkina til, at hann søkti
starvið.
Drúgvar royndir hjálpa
Umframt at vera Føroya
fremsti íðkari innan trídyst,
so hevur Guðmundur Joen
sen íðkað svimjing síðani
hann var fimm ár, og hevur
seinastu árini eisini gjørt
vart við seg sum súkklari.
tær drúgvu royndirnar, ið
hann hevur frá ymiskum
ítróttargreinum,
verður
ein fyrimunur, tá hann 1.
mai byrjar í starvinum sum
skúlaleiðari.
– Eg havi drúgvar royndir
innan fleiri ítróttargreinar,
og hevur tað givið mær eitt
breitt netverk innan før
oyskan ítrótt, ið eg sjálvsagt
fari at gagnnýta. Harum
framt megni eg við mínum
royndum innan ítrótt at seta
meg inn í støðuna og málini
hjá fleiri av næmingunum.
Tað er tó serligt ein egin
leiki, ið Guðmundur Joensen
hevur ognað sær gjøgnum
nógv ár við hørðum arbeiði,
ið hann trýr verður til stóra
hjálp í nýggja starvinum.
– Í mínum hugaheimi ber
alt til, og eg meti, at tann
hugburðurin er nógv verdur,
fyri at skipa ein mennandi
og spennandi skúla fyri ung
fólk, ið eru opin fyri menn
ing og lærdómi, sigur Guð
TÍÐINDI
- Hesin ítróttaháskúlin hevur heilt ekstremt stóran týdning fyri føroyskan ítrótt, tí hann er tann fyrsti
av sínum slag í Føroyum. Hann er eitt greitt positivt signal um, at vit vilja og ynskja ítrótt í Føroyum.
Tað sigur Guðmundur Joensen, nýggi og fyrsti leiðarin fyri Ítróttarháskúlan í Suðuroynni.
FØROYSKI JARN
MAÐURIN SKAL
LEIÐA ÍTRÓTTAR
HÁSKÚLAN