Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44 TÍÐINDI Skal røkka útum landoddarnar Út frá navninum, Ítróttar­ háskúlin í Suðuroy, so kann háskúlin tykjast at vera eitt stað fyri tey, ið eru likamliga væl fyri og ynskja at seta eitt ár av til at røkka teirra málum. Vónin hjá Guðmundi Joensen er, at skúlin verður eitt stað, har øll kunnu føla seg væl. – Eg droymi um ein rúm­ ligan ítróttarháskúla, har tað er pláss fyri teimum, ið ongantíð hava íðkað ítrótt, líka so væl sum teimum, ið dagliga íðka ítrótt og kanska kappast á høgum støði. Tað skal vera ein skúli, har tey saman kunnu mennast hvør í sínum lagi. – Tað er tó eisini týdn­ ing­armikið, at tey hava eitt ár saman, ið øll minnast við stuttleika, menning og stór­um upplivingum. Mítt størsta ynski er, at næm­ing­ arnir kunnu nýta tíðina og upplivingarnar á skúlanum konstruktivt seinni í lívin­ um. Talan er um ein heilt nýggjan skúla, ið Guð­mund­ ur Joensen nú skal standa á odda fyri. Higartil hevur skúlin ongar næmingar, og tað er avmarkað hvørji karm­arnir eru og hvussu tímatalvan fer at síggja út. Nýggi leiðarin er tó ikki bangin fyri at byrja á berum botni. – Málið er at hava ein stór­ an fysiskan skúla við nógv­ um lær­arum og fleiri skeið- um, ið koyra samstundis. Dreym­urin er, at hetta verð­ ur ein skúli, ið fólk bæði úr Føroyum og øðrum lond­ um streyma til, sigur Guð­ mundur Joensen. Stóran týdning fyri føroyskan ítrótt Á skúlanum er tað í løtuni lagt upp til, at tað serliga verð­ur undirvíst í fýra ym­ isk­um breytum, svimjing, fót­bólt, hondbólt og annan ítrótt, ið fevnir millum ann­að um súkkling, renning, klintr­ ing, fjallgongu og rógving. Nýggi skúlaleiðarin vænt­ ar, at nú ein háskúli endiliga er í Føroyum, ið leggur høv­ uðs­dent á ítrótt, fer at hava stóran týdning fyri før­oysk­ an ítrótt. ­– Hesin ítróttaháskúlin hevur heilt ekstremt stóran týdning fyri føroyskan ítrótt, tí hann er tann fyrsti av sínum slag í Føroyum. Hann er eitt greitt positivt signal um, at vit vilja og ynskja ítrótt í Føroyum. Jú fleiri skeiðir vit megna at hava í Føroyum, størri verða ringarnir í føroyska ítróttarlívinum. Harumframt metir Guð­ mundur Joensen, at skúlin kann eggja ítróttarfólkum til ein rættan hugburð. – Sjálvur eri eg av tí sann­ føring, at tey størstu ítrótt­ ar­fólkini eru tey, ið megna at hava ítrótt sum part av lívinum alt lívið, og har meti eg, at ein slíkur skúli kann hava stóra ávirkan á lívið hjá fleiri næmingum. Skúlabyrjan í august Eftir ætlan, so skuldu fyrstu næmingarnir byrja á Ítróttarháskúlanum í Suð­ur­oy síðsta heyst, men vegna eitt ov stutt skotbrá og ym­isk onnur viðurskiftir, so vóru ov fáar umsóknir til nýggja skúlan. Síðani tá eru ítróttarligu karmarnir fyri skúlan vorð­ nir munandi betri, millum annað er Páls Høll tikið í brúk, nevndin hevur fingið longri tíð at bjóða eitt skipað tilboð, fleiri starvsfólk eru vorðin tengd at verkætlanini og nú er eisini ein leiðari sett­ ur í starv. Vónað verður tískil, at nokk av umsøkjarunum vera til, at fyrstu 12-15 vikur skeiðini kunnu bjóðast út í august. – Tað eru nógv viður­ skiftir, ið eg má seta meg inn í fyrstu tíðina. Í fyrstu atløgu fara eg at tosa við starvsfólkini, ið eru knýtt at skúlanum, so eg fái eina mynd av hvat vit kunnu bjóða. Við tí vitanini er ætl­an­in at fastleggja eina enda­liga ætlan fyri fyrsta skeiðið, ið vónandi byrjar síðst í august í ár, sigur Guð­ mundur Joensen. Nýggi leiðarin hevur eis­ ini gjørt sær nakrar tankar, um hvussu hann skal skapa áhuga fyri skúlanum. – Eg fari at heilsa upp á unga fólkið runt landið, og vísa á hvat vit hava at bjóða. Ætlanin er eisini at hava ein dag í summar, har fólk kunnu koma og vitjan ítróttar­háskúlan, og royna hvussu ein dagur er á skúlanum. Yvir hundrað næmingar Samrøðan við Føroya nýggj­ ast skúlaleiðara er um at enda, tá hann fær spurn­ ingin, um hvar hann væntar at skúlin verður um tíggju ár. – Um tíggju ár, so síggi eg fyri mær ein stóran fysiskan skúla við fleiri lærarum, ið eru løntir fulla tíð, og ein skúla, ið er kendur langt út um landoddarnar. Ein skúla, sum hýsir yvir hundrað næmingum, og kann bjóða fleiri upplivingarskeiðum í før­oysku náttúruni, sigur Guð­mundur Joensen at enda. hallur@sosialurin.fo Bláa bók: Navn: Guðmundur Joensen Aldur: 32 ár Giftur við Gunn S. Müller. Hava trý børn, Solveig, Poul Archibald, Martin Elias