mánadagur 18. apríl 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Eg vildi bæði spýggja, gráta
og hvørt um annað, tá tað
gjørdist mær greitt, at hjólið
steðgaði á tí gula leypinum,
har eg hevði koyrt tær 2,2
miljónir krónurnar í.
Tað sigur 26 ára gamli,
Petur Johansen í Leynum,
sum fríggjakvøldið var so
heppin at vinna tær 2,2 mil
jónir krónurnar í Gekkinum.
– Tað tók nøkur sekundi,
áðrenn tað veruliga gekk
upp fyri mær, at hjólið veru
liga var steðgað á gula leyp-
inum, har eg hevði koyrt
pengarnar í. Í fyrstani helt
eg, at hjólið varð steðgað á
einum øðrum leypi, men so
byrjaðu tey at rópa í stov-
uni. Hetta tóktist so púrasta
óveruligt.
Petur Johansen sigur, at
peningurin kemur sera væl
við.
– Eg havi lisið til skips
førara, men havi eina læru
grein, sum liggur eftir. Eg
havi valt at útseta hesa
lærugrein í eina tíð og at
arbeiða, áðrenn eg fari í holt
við at gera meg lidnan.
Ungi leyningurin, sum
eisini er hálvur vestmenn
ingur, eigur eitt grundstykki
í Leynum, og tí kemur vinn
ingurin leygarkvøldið ógvu
liga væl við.
– Eg havi siglt við línu
skipi undir Føroyum, og
í Grønlandi havi eg verið
bæði við trolara og línuskipi.
Tað er so eisini orsøkin til,
at eg fór á skipsføraraskúla,
sigur Petur Johansen, sum
er forlovaður við Sóley
Poulsen úr Kollafirði, ið er
kend úr flogbólti.
Hann ætlar ikki, at stóri
vinningurin skal fara til
fjant og fjas.
– Nei, eg kann við vissu
siga, at vinningurin kemur
ógvuliga væl við, sigur ungi
og ovurfegni leyningurin,
Petur Johansen.
– Eg helt, at
hjólið varð
steðgað á einum
øðrum leypi,
men so byrjaðu
tey at rópa í
stovuni, sigur
Gekka-vinnarin,
Petur Johansen
Tvífaldur miljóningur
- Mær dámar væl at arbeiða
við verkætlanum, sum
eru frameftir rættaðar,
sigur borgarstjórin í Vágs
kommunu, Dennis Holm
Vilmund Jacobsen
Vágs kommuna hevur í
hesum valskeiði arbeitt
við nógvum ymiskum og
spennandi verkætlanum,
størri og smærri.
Dennis Holm, borgar
stjóri, ásannar, at honum
dámar væl at arbeiða við
verkætlanum, sum røkka
inn í framtíðina.
– Undanfarin ár hava vit
havt nógv ymiskt á skránni,
og soleiðis er eisini í ár.
Hugsandi er eisini, at onkar
verkætlanir, sum ikki vóru
100 prosent á borðinum, tá
vit løgdu fíggjarætlanina
fyri árið í ár, koma á kjøl í
ár og tey næstu árini.
Borgarstjórin sigur, at
honum dámar væl at kasta
bóltar upp, har sumt verður
framt og annað kanska bíð
ar og búnast.
– Veruleikin hjá okkum
er so einfaldur. Eingin kem
ur og ger nakað fyri okk
um. Tað eru vit sjálvi, sum
mugu skapa menning og
trivnað.
Feløgini fantastisk
Dennis Holm vísir á, at
ítróttarfeløg og frítíðarfe
løg eru fantastisk og gera
eitt ógvuliga stórt arbeiði
fyri trivnaðin í komm-un
uni.
– Tað er so ógvuliga
umráðandi, at børn, ung
og øll onnur hava nakað at
fara til – eisini í frítíðini.
Borgarstjórin
fegnast
eisini um virksemi, sum
eru á Bakkanum og í Stóra
Pakkhúsi í Vági.
– Alt, sum hálar í rætta
endan, ítróttarliga, ment
anarliga og sosialt, ger
mun, og tað ger eisini mun,
at vit á tekniska økinum
hava tikið tøk fyri at sjeina
býin upp, sigur Dennis
Holm, borgarstjóri í Vágs
kommunu.
Landsverk fer í
næstum at asfaltera
umleið 21.000 fermetrar
fyri Tvøroyrar kommunu
26 ára gamli, Petur Johansen, sum vann 2,2 miljónir krónur í Gekkinum
fríggjakvøldið, er forlovaður við Sóley Poulsen úr Kollafirði
Mynd: (Privat)
Væl av
trolfiski
Flestu partrolarapør
eru til fiskiskap. Eitt
par kemur inn at landa
í dag, og nøkur koma
seinni í vikuni.
Eitt par er vesturi á
Íslandsrygginum og
fiskar tosk og kemur
helst inn at landa
miðskeiðis í vikuni.
Tveir djúpvatnstrolarar
fiska upsa, og ein
fiskar mest svartkalva.
Væntandi koma hesi
skipini eisini inn at
landa miðskeiðis í
vikuni.
Ein djúpvatnstrolari er
í beinleiðis veiði eftir
stinglaksi, og ein fiskar
svartkalva og frystir
fiskin umborð.
Fríggjadagin vóru fýra
trolbátar til fiskiskap
norðanfyri. Teir fáa
mest av toski og nakað
av hýsu, reyðsprøku og
tungu.
Á Fiskamarknaði Føroya
vænta tey, at tríggir
trolbátar koma inn at
landa í dag - og tann
fjórði landar væntandi
seinni í vikuni.
vilmund@sosialurin.fo
Dámar væl at kasta bóltar
– Alt, sum hálar í rætta endan, ítróttarliga,
mentanarliga og sosialt, ger mun, sigur Dennis
Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen