mánadagur 18. apríl 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Sjey sigrar á rað, allir sjey
vunnir við meira enn ein
um máli. Tað var tað, sum
Víkingur kundi líta aftur á
seinastu tvey árini í innan
hýsis dystum ímóti NSÍ.
Skuldi NSÍ loksins megna
vinna ímóti Víkingi, so var
hetta kanska løtan. NSÍ
hevði vind í seglunum, með
an Víkingur enn einaferð var
komin heldur trilvandi frá
byrjan.
Væl var møtt við Løkin
sunnudagin,
Tjúkk NSÍ-verja
Dystarbyrjanin var merkt
av, at liðini skuldu síggja eitt
sindur nærri til hvønn annan
áðrenn nakar kastaði seg út
í nakað álopsspæl. Hetta var
fyrstuferð, at Víkingur, sum
hevur havt sera gott tamar
hald á NSÍ, skuldi royna seg
ímóti
nýggju
NSÍ-spæli
skipanini við fimm verju
spælarum.
Skipanin vísti seg at
rigga væl hjá NSÍ. Fremsti
maður hjá Víkingi var Filip
Djordjevic, sum er kvikur
og revsar bólttap, men hesi
hevði NSÍ ikki nógv av í fyrra
hálvleiki, og harumframt er
NSÍ-verjuparturin altíð væl
mannaður
undir
nýggju
spæliskipanini.
Fyrsta skotroyndin hjá
Víkingi kom ikki fyrr enn
fyrri hálvleikur var hálv
runnin. Tað var innskifti
Jobin Drangastein, ið royndi
kanónina úr 30 metrum,
men hetta var lætt hjá
Símuni Rógva Hansen at
bjarga. Jobin avloysti Hanus
Jacobsen, sum mátti av vøll
inum við skaða.
Tvey mál
Fyrri hálvleikur var merktur
av
hørðum,
kontantum
spæli. Sum hálvleikur leið
var tó alt meiri fótbóltsspæl
at síggja. Tað var serliga NSÍ,
sum stóð seg best í dystinum
um bóltin á miðvøllin og
kundi seta nøkur álop í
gongd. Javnan var væl spælt,
og einu ferðina manglaði
ikki nógv í áðrenn Nicolaj
Køhlert fekk sett bóltin í
handara málhorn.
Serliga høgra síðan við
Johan Jacobsen og Árna
Frederiksberg var eyðsýnd,
har avloysarin á vinstra
bakki, Jobin Drangastein,
fekk úr at gera.
Fyrsta málið fall tá ið
góður hálvur tími var leiktur,
og í tráð við leikgongdina var
tað NSÍ, sum legði seg á odda
1-0. Lívligi Johan Jacobsen
legði bóltin av til Árna
Frederiksberg, sum árakað
brotsteigarhornið sendi eitt
skot avstað, sum tó eisini
líktist einum innleggi. Geza
Turi fór skeivur av bóltinum
– hann sigldi upp um hann
og í mál til 1-0 til heimaliðið.
Nakrir
málmøguleikar
vóru síðani báðar vegir.
Klæmint A. Olsen átti ein
stútara beint upp um málið,
meðan Andreas Lava Olsen
mundi eiga tann besta møgu
leikan í hinum endanum.
Beint áðrenn floytað varð
til hálvleiks, fekk Víkingur
fulla úrtøku burturúr ein
um deyðbólti. Hans Pauli
Samuelsen sendi bóltin inn
fyri, Símun Rógvi Hansen fór
ein góðan gamaldags skóg
túr, og so prikaði Andreas
Lava Olsen bóltin innfyri
til Gert Hansen, sum setti
bóltin í málið til 1-1.
Hetta var sum vátur
vøttur hjá NSÍ, sum hevði
havt gott tamarhald á fyrra
hálvleiki, men hóast alt varð
revsað beinhart soleiðis at
tað stóð á jøvnum í hálvleiks
steðginum.
Lívligt
Frá byrjan í seinna hálvleiki
fingu áskoðararnir undir
hald. Tað vóru tvey lið, sum
bæði ætlaðu sær til álops
at vinna dystin. Nærmast
alt fyri eitt vildi Hans Pauli
Samuelsen hava brotsspark,
og hóast tað kundi sæð út
sum hann hevði eina sak,
so valdi Alex Troleis ikki at
floyta.
Nú tók í at regna við mál
møguleikum. Nicolaj Køhlert
royndi kanónina, sum aftur
2
SÍMUN RÓGVI
HANSEN
Trý mál ígjøgnum, har hann
serliga í tí fyrsta átti sín lut. Hini
bæði vóru úr 20 metra fjarstøðu.
Ein góðan dag kundi hann tikið
øll trý.
5
JOHAN JACOBSEN
Tók kropsliga dystin upp við
víkingarnar og var sera eyðsýndur
í álopsspælinum. Best upplagdi
NSÍ-arin og dagsins leikari.
3
MONRAD HOLM
JACOBSEN
Gjørdi sín lut í tjúkku NSÍ-verjuni,
sum er við at venja seg við
skipanina. Var helst tann, sum
søkti flestar avleveringar fram
eftir.
3
PER LANGGAARD
Livdi lívið farligt inn ímillum,
men hann slapp snikkaleysur
og spældi sum heild ein miðal
góðan dyst.
4
JENS JOENSEN
Tann mest ágangandi
miðverjin hendan dystin, og tað
hevði NSÍ brúk fyri. Legði væl
upp ímillum og fór 100% í allar
nærdystir.
3
PÓL JÓHANNUS
JUSTINUSSEN
Avloysti Einar Tróndargjógv á
vinstra bakki, og saman við verju
ketini hevði hann gott tamarhald
á bróðurpartin av dystinum.
4
ÁRNI
FREDERIKSBERG
Fekk eitt mál. Myndaði framúr
gott og lívligt samstarv við Johan
Jacobsen. Verður hetta støðið,
fáa nógvar verjur høvuðbrýggj.
3
NICOLAJ KØHLERT
Balansuspælarin á mið
vøllinum, har hann og hinir
á miðvøllinum serliga í fyrra
hálvleiki sótu tungt á tí. Mátti út
við skaða.
3
PETUR KNUDSEN
Eftir at hava verið yvir miðal
í fleiri dystir, dettur hann niður á
miðal hesaferð. Sum altíð róligur,
onkrar góðar snildir, men ikki
nakað avgerandi.
3
JANN
BENJAMINSEN
Ungi toftamaðurin smæddist als
ikki burtur. Bjóðaði av og átti góð
innlegg. Tømdi sær orkutangan
og mátti skiftast út.
3
KLÆMINT A. OLSEN
Víkinga-verjan spældi hann
væl – hevði aloftast ryggin til
málið. Datt tó aftur á miðvøllin at
luttaka í spælinum og fekk nøkur
fríspørk.
2
MAGNUS H. OLSEN
(innsk. í 55min.) Gav ov nógv
pláss frá sær. Formur og neyvleiki
er ikki tann sami, men tað er lítið
at siga til, nú hann sjáldan slepp
ur upp í part.
SPÆLARAMETING
VINNA IKKI
Á TEIMUM
STÓRU
Leingi leyp 5-mansverjan hjá NSÍ varg í eitt heldur
tannleyst Víkinga-álop, men eftir broyting í taktiska
upplegginum fann Víkingur í evstu løtu aðrar vegir at
vinna øll trý stigini. Hetta var áttandi sigurin hjá Víkingi
á rað ímóti NSÍ, sum enn manglar at prógva, at teir
kunnu standa seg innanhýsis ímóti hinum toppliðunum
1 til 6
FÓTBÓLTUR
DYSTURIN
HESA VIKUNA
Úti í 4-6 vikur Vinstri bakkurin hjá Víkingi, Hanus Jacobsen,
mátti lata seg útskifta longu í 19. minutti. Orsøkin var, at hann
fekk eina fipurspreinging í baklærið. Hanus segði eftir dystin, at
hetta er fyrstuferð hann hevur fingið eina fipurspreinging, og at
fyrstu metingarnar eru, at hann má sita uttanfyri í 4-6 vikur.
NSÍ
Hetta
var
fyrstuferð,
at Anders Gerber stóð
á odda fyri NSÍ ímóti
Víkingi, sum nú hevur
vunnið átta dystir á rað
ímóti teimum gul-svørtu.
Tað líkist einum kom
pleksi eftir hondini, men
hann vil illani kennast
við tað.
– Vit hava als ikki tos
að um tað. Tað er ikki tað,
vit hugsavna okkum. Vit
hugsavna
okkum
um
at vinna næsta dyst. Eg
veit, at har er ein søga
ímóti Víkingi, men eitt
ella annað stað er hon
óáhugaverd, segði NSÍ-
venjarin eftir dystin.
Hann var væl nøgdur
við fyrra hálvleik, har
hann helt teir høvdu
uppiborið at verið á odda,
men er illa nøgdur við av
rikið í seinna hálvleiki.
– Vit spældu eftir
teirra teirra fortreytum.
Vit
skuldu
sjálvsagt
spælt eftir okkara egnu
fortreytum, men tað eru
vit annaðhvørt ikki nóg
góðir ella nóg klókir til,
heldur Anders.
Eisini harmast hann
um, at NSÍ í yvirtíðini
gav Víkingi tvey mótálop,
sum bæði førdu til mál.
– Hesum mugu vit
læra av, segði hann.
ANDERS GERBER
ÓÁHUGAVERD SØGA