Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 2 GEZA TURI Má taka NSÍ-málið á sín kappa, men var annars raskur at boksa burtur tá ið á stóð. Sleppur tó ikki upp á miðal. 3 BÁRÐUR J. HANSEN Tað var, sum ein kundi vænta av álopsglaða vongverjanum í høgru. Serliga í seinna hálvleiki slapp hann at spæla við heilt har frammi. 3 ATLI GREGERSEN Stýrimaðurin í einari vælvirkandi verju. Í luftspælinum útmerkaði hann seg, tó at hann kundi fingið meiri burturúr, tá ið hann smoygdi sær fram við. 3 ERLING D. JACOBSEN Hevði gott tak á toppskjúttanum í Effodeildini. Var ágangandi og breyt spælið nakrar ferðir. 3 ANDREAS LAVA OLSEN Sum altíð eitt stríðsavrik, men í Pól Jóhannusi hevði hann sín kropsliga líka og fekk ikki so nógv burturúr, sum hann áður hevur fingið. 4 SØLVI VATNHAMAR Lítið sjónligur í stórum løtum, men átti góðar og kvikar føtur í teimum uppspølum, Víkingur fekk. Eitt frálíkt mál fekk hann eisini. 4 GERT HANSEN Umframt at hann legði eitt mál eftir seg, so tók hann nakrar fyri liðið á miðvøllinum, har hann ikki fýrdi fyri at fara í takklingar. 3 HEÐIN HANSEN Kundi verið meiri úti um seg tá ið NSÍ fekk yvirtakið í fyrra hálvleiki, men stríddist væl og avrikið var sum heild á einari leið. 4 HANS PAULI SAMUELSEN Í opna spælinum stóð hann ikki reiðiliga mát við hvat hann kann, men kom á máltalvuna við framúr frísparki og sendi eisini frísparkið innfyri til útjavnandi málið. 3 FILIP DJORDJEVIC Hann royndi og royndi, men bleiv ikki dystaravgerandi. Fekk tíðliga í dystinum gult fyri film, og hareftir varð villskapurin avmarkaður. 2 JOBIN DRANGASTEIN (innsk. í 19min.) Bleiv óvæntað tveittur inn á vinstra bakk og seinni aftur útskiftur. Loyvdi alt ov nógvum inn um seg, men umstøðurnar havt í huga sleppur hann undan 1-talinum. HANUS JACOBSEN Ov stutt inni at fáa meting. var júst ov skeiv, og eisini eftir gott uppspæl var nær við, at Árni Frederiksberg gjørd­ist uppleggjari, men topp­skjúttin í Effodeildini, Klæmint A. Olsen, skeyt dygst framvið. Eftir hesar hóttanirnar átti Víkingur tørn. Víkingur hevði nú otað seg longri fram á vøllin at møta NSÍ-arunum. Fyrst skeyt Hans Pauli Samuelsen dygst framvið stong­ini, og um miðan seinna hálvleik skeyt Filip Djordjevic eitt dundurskot á tvør­træið. NSÍ datt so við og við úr dystinum, og seinastu 20 min­uttirnar fekk Víkingur meiri pláss at telva seg fram­ eftir vøllinum. Væl mann­aða NSÍ-verjan stóð ímóti trýst­ inum leingi, men ikki nóg leingi. Víkingur avgjørdi Tað skuldi enn ein deyð­bólt­ ur til, áðrenn Víkingur fann vegin til málið. Hetta var í tíð­ini, sum dómarin hevði lagt afturat, at Víkingur vann sær eitt ógvuliga tunt frí­spark beint uttanfyri brots­teigar­markið. Nærmast sjálvsagt varð Hans Pauli Samuelsen settur at skjóta, og sera hegnisliga sneiddi hann bóltin upp um múrin og upp ímóti mál­ horn­inum, har bólturin sang í netmeskunum til 2-1. Símun Rógvi Hansen stóð sum negldur, og nú var ógvu­liga gott lag á gøtu- og leirvíks­ monn­unum, sum eftir kalda vøttin á Argjum síðsta viku­ skift­ið nú vóru teir, sum vunnu sær øll stigini í evstu løtu. Einir tríggir minuttir vóru framvegis eftir av eykatíðini. NSÍ royndi at sparka bóltin fram í tað tilvildarliga, men held­ur hinvegin var tað Víking­ur, sum staðfesti sigurin. Sølvi Vatnhamar fekk bóltin uttanverts brots­ teigar­markið, har hann legði bóltin tilrættis og sendi eitt væl­plaserað bleytt langtskot fram­við NSÍ-málverjanum. 3-1 til Víking og áttandi sigurin ímóti NSÍ á rað. Tað er við at gerast eitt kom­ pleks hjá NSÍ. Tolin trívst og treiskin vinnur – hetta prógv­aði Víkingur, sum eftir dyst­in fekk enn meiri at fegn­ast um, tá ið teir frættu, at kapp­ingarneytarnir í odda­stríð­num allir høvdu snávað. Víkingur liggur nú betur í svinginum, meðan NSÍ sum skjótast skal prógva, at kom­ pleksið ímóti topplið­unum bara er tos. Tað fáa teir møgu­leikan fyri at prógva hós­kvøld­ið, tá ið teir fara á vitjan hjá meistarunum. albinus@sosialurin.fo SPÆLARAMETING Myndir: Sigmar Mørkøre 1 til 6 NSÍ - Víkingur 1-3 (1-1) 1-0: Árni Frederiksberg 33. 1-1: Gert Hansen 45. 1-2: Hans Pauli Samuelsen 92. 1-3: Sølvi Vatnhamar 95. Dómari: Alex Troleis NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Per Langgaard, Jens Joensen – Johan Jacobsen,  Petur Knudsen, Nikolaj Køhlert (Magnus H. Olsen, 55.), Jann Benjaminsen (Jonleif Højgaard, 76.) – Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg Gult kort: Jens Joensen Venjari: Anders Gerber Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen (Jobin Drangastein, 19./Jákup V. Olsen, 76.) – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen – Andreas Lava Olsen (Jón K. Poulsen, 83.), Heðin Hansen, Hans Pauli Samuelsen – Philip Djordjevic Gult kort: Philip Djordjevic, Jobin Drangastein, Sølvi Vatnhamar Venjari: Sámal Erik Hentze FÓTBÓLTUR Ein mannfólkadystur við nógvum góðum nærdystum, sum bara hendingaferð fóru um markið. Lítið av kjafta­sliti – bara ein góður, hendingar­ ríkur fótbólts­dystur, har leikararnir lótu evnini tala. NSÍ má finna eina loysn á risa trupulleikanum ímóti Víkingi. Bæði liðini eru spádd at vera við í oddastríðnum, og tí kann tað vísa seg, at dystirnir teirra millum í síðsta enda eru seks-stig-dystir. NSÍ verður skert Tað verður eitt skert NSÍ-lið, sum hóskvøldið fer at vitja B36. Jens Joensen er leikbannaður, Einar Tróndargjógv er burturstaddur og Nicolaj Køhlert má metast sum ivasamur eftir skaða ímóti Víkingi. Frammanundan sita Andras Frederiksberg og Haraldur R. Højgaard uttanfyri við langtíðarskaðum. Víkingur var ikki væl við í fyrra hálvleiki, og tað hevði sína orsøk, heldur ein av málskjúttunum, Sølvi Vatnhamar. – Vit byrja dystin við at trekkja okkum eitt sind­ur aftur, koyra upp á um­stillingar og fáa teir at gera feilir í verjustøðu. Tað vísir seg, at teir klára væl at spæla seg burturúr tí, segði Sølvi, sum tó fegn­ ast um at taktisk broyt­ing varð framd. – Eftir málið gera vit eina broyting, har vit fara aftur til at spæla okk­ ara vanliga. Vit fara upp eftir teimum. Frá tí at tíggju minuttir eru eftir av fyrra hálvleiki og fram til nú síðst, har vit spæla okk­ara spæl og fara fram eftir teimum, eru vit omaná alla tíðina, segði Sølvi eftir dystin. Hann heldur, at tað eru batar at hóma eftir eina kappingarbyrjan við nógv­um javnleikum. – Eg haldi vit eru við at vera har, sum vit skulu vera, og tað góða spælið byrjar so spakuliga at vísa seg, segði Sølvi Vatn­ hamar. albinus@sosialurin.fo SØLVI VATNHAMAR BROYTINGIN RIGGAÐI