mánadagur 18. apríl 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Hóast hon hevur útmerkað
seg sum ein hin besti spæl
arin í føroysku landskapp
ingini yvirhøvur, so hevur
lagnan mangar ferðir verið
Marionnu Holm Jacobsen
hørð. 20 ára gamli VÍF-leik
arin, sum annars er upp
vaksin í Neistanum og eisini
hevur roynt seg í donskum
hondbólti, hevur verið illa
darvað av skaðum á hond
bóltsleiðini.
Fyri góðari viku síðani
mátti hon ígjøgnum tvær
skurðviðgerðir vegna bruna
í vinstra armi. Hon hevði
fingið bakteriuna nekrotiser
andi fasciiti, sum er sera
vandamikil. Hon leypir á
húð, vevnað, musklar og
annað. Verður bakterian ikki
bast í nóg góðari tíð, so kann
tann rakti missa armin og í
ringasta føri eisini doyggja
av henni.
Marianna var tó heppin
og slapp undir skurð alt fyri
eitt, og læknarnir megnaðu
at basa hesi ógvuliga sjáld
somu bakteriu, sum einans
1-2 út av 100.000 fáa.
At
vera
undir
skurði
er ikki nakað nýtt fyri
Marionnu. Fleiri ferðir hava
álvarsligir og drúgvir skaðar
verið glæsiligu hondbólts
framtíð hennara ein mein
bogi á vegnum.
Vann Partille
Alt byrjaði, tá ið Marianna
gekk í øðrum flokki. Ein
genta í flokki hennara fekk
lokkað hana við til hond
bóltsvenjing, og tað gekk ikki
drúgv tíð áðrenn gávurnar
vóru til at fáa eyga á. Hon
skoraði eitt mál fyri og ann
að eftir, júst soleiðis sum vit
kenna hana í dag.
Veruliga gjøgnumbrotið
fekk hon í 2010, tá ið hon
saman við G14 hjá Neist
anum vann heimsins størstu
hondbóltskapping, Partille
Cup í Svøríki.
– Um hesa tíðina var
hondbóltur mítt eitt og alt,
har eg ikki ynskti annað enn
at koma so langt sum yvir
høvur gjørligt við hondbólt
inum, sigur Marianna, sum í
kappingini skaraði framúr.
Hetta fór ikki ósæð fram
við.
– Eitt sindur eftir at hava
spælt finaluna har yviri, setti
Jan Ottosen seg í samband
við meg. Hann hevði sam
band við leiðsluna í Skander
borg, har eg bleiv biðin um
at koma at royndarvenja við
teimum. Teir høvdu nevn
iliga sæð meg í finaluni í
Svøríki, sigur Marianna.
Hóast unga aldurin, so
skilti Marianna, at hetta var
ein frálíkur møguleiki. Hon
gjørdi skjótt upp við seg
sjálva, at hon skuldi taka av
tilboðnum.
– Men so langt kom eg
ongantíð, brýtur Marianna
av og útgreinar:
– Eg breyt armin í einum
dysti síðst í árinum her
heima, og mátti sita uttanfyri
í umleið tveir mánaðir. Eg
boðaði Skanderborg frá, at
royndarvenjinin mátti út
setast.
Aftur óheppin
Best sum hon var komin fyri
seg eftir armbrotið og aftur
var byrjað at kasta við bólti,
var óhappið aftur úti. Hetta
var einans 15 dagar eftir at
hon var byrjað aftur.
Tað var í einum ungdóms
dysti ímillum Neistan og
Kyndil í 2012, at tann tá 16 ára
gamla Marianna var óheppin
og meiddi sær høgra knæ
somikið illa, at hon mátti
skurðviðgerast bæði í kross
bandinum og meniskinum.
– Tá mátti eg endaliga
siga nei við Skanderborg. Eg
visti, at hetta fór at taka mær
langa tíð, greiðir Marianna
frá.
– Eg bleiv so skurðvið
gjørd fýra mánaðir aftaná
hendingina, og var ikki klár
at spæla aftur fyrr enn eitt
heilt ár aftaná skurðvið
gerðina. Tá ið eg so loksins
kundi spæla aftur, var eingin
hondbóltur her heima, tí tá
var summarsteðgur. Alt í alt
gekk long tíð áðrenn eg aftur
kundi spæla dyst, sigur hon.
Hóast skaðar og uppvenj
ing høvdu myndað seinastu
drúgvu tíðina hjá Marionnu,
so ynskti hon framvegis at
sleppa at royna seg í Dan
mark. Árið eftir, í 2013, tók
Marianna avgerð um at
melda seg inn á eitt akademi í
Kolding. IKA-Idrætsakademi
Kolding var navnið, og aftur
hesaferð var tað Jan Ottosen,
sum hjálpti henni ávegis.
Ævintýrið
Í Kolding byrjaði uttanlands
ævintýr hennara, og nýggja
kapittulin gleddi hon seg til.
–
Mítt
knæ
kendist
øgiliga gott, og eg hevði eis
ini uppvant tað sera nógv.
Eg var so glað fyri at byrja
hondbóltin aftur – nú í
Kolding, har alt var nýtt og
spennandi, greiðir Marianna
frá.
Lagnan var henni tó ei
heldur hesaferð blíð.
– Læknarnir søgdu við meg, at um eg ikki slapp í viðgerð alt
fyri eitt, so var eg í vanda fyri at missa armin og í ringasta
føri doyggja, sigur Marianna Holm Jacobsen, sum herfyri varð
álopin av einari sera vandamiklari bakteriu. Stórskjúttin hjá VÍF
greiðir í hesi samrøðu frá einari buldrutari hondbóltsleið, har
hon hevur verið darvað av nógvum og álvarsligum skaðum
HONDBÓLTUR
STÓRSKJÚTTIN HJÁ VÍF
MARIANNA
KUNDI MIST
ARMIN
MARIANNA
– HONDBÓLTUR ER IKKI
TAÐ EINASTA, SUM
EG ÆTLI MÆR AT
BYGGJA LÍVIÐ Á
Soleiðis sá armurin út eftir skurðviðgerðina
Marianna í Skanderborg-búnanum