mánadagur 18. apríl 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Eg hevði ikki verið við í
meira enn tríggjar dagar, tá
ið eg brádliga fekk pínu aftur
í sama knæið. Hesaferð var
tað aftur meniskurin, og tað
kravdi enn eina skurðvigerð.
Hesaferð mátti eg sita uttan
fyri í fimm mánaðir, greiðir
Marianna frá.
Skaðarnir
forfylgdu
henni. Tá ið hon kom fyri
seg aftur, fekk hon enn eitt
afturslag. Hesaferð beklaði
hon ógvusliga og sleit tvey
liðbond í fótinum. Næstan
allur undirparturin av bein
inum var illa hovin og lill
aður á liti – hesaferð mátti
hon hvíla í meira enn tveir
mánaðir.
Nógva
mótgongdin
hevði nú hópað seg upp hjá
Marionnu, sum hevði ilt við
at rúma tað. Eina dagin valdi
hon at fara til venjaran at
tosa beint frá hjartanum.
– Eg veit, at eg havi skyldu
til at møta til venjingar og
dystir, men eg meldi meg
hervið út úr hondbóltinum
í ein mánað. Eg havi fingið
nokk við at sita og hyggja
at. Eg eri blivin hondbólts
deprimerað, og velji nú sjálv
nær eg komi í høllina, segði
Marianna við venjaran hjá
sær, sum tíbetur skilti støð
una væl og ikki brigdaði fyri
avgerð hennara.
Skanderborg
Tíðin gekk, og Marianna
gjørdist eina tíð aftaná aftur
nóg birg at spæla hondbólt.
– Eg hevði eitt sera gott
ár, bæði við nýggjum vinum,
floksfelagum, samkomu og
øðrum, sigur Marianna, sum
tók 1.g í Kolding og eisini
hevði ætlanir um at halda
fram í Kolding.
– Á sumri 2014 fór eg so
aftur til Svøríkis at kappast,
hesaferð við landsliðnum í
European Open. Mær varð
fortalt, at tveir venjarar hjá
Skanderborg mintust væl
Neistan frá Partille Cup.
Tann eini var venjari hjá tí
liðnum, sum vit vunnu ímóti
í finaluni. Hann mintist mítt
navn, greiðir Marianna frá og
heldur fram:
– Tá eg var í Svøríki,
setti eini venjarin seg so í
samband við meg umvegis
facebook.
Teir
komu
at
hyggja at tí eina dystinum,
og vit avtalaðu at hittast á
eini café til eitt prát. Teir
vildu gjarna hava, at eg kom
til Skanderborg at spæla við
U18, sigur Marianna, sum nú
fekk eina trupla avgerð at
taka.
– Eg var sjálvandi nógv í
iva. Eg hevði sagt »vit síggj
ast« við øll í Kolding, og eg
treivst sera væl har, sigur
Marianna.
Hon valdi tó at hoppa út
í tað.
– Eg havi ongantíð verið
bangin fyri at royna nakað
nýtt, og hóast eg ongantíð
hevði verið í Skanderbog
og ikki kendi eitt menniskja
har, so valdi eg at fara, sigur
Marianna.
Akademiið í Skanderborg
kallast SHEA, Skanderborg
Håndbold Elite Akademi.
Hetta var ein stór umbroyt
ing hjá unga føroyinginum,
sum nú skuldi finna seg til
rættis á væl hægri støði, har
skráin segði fýra hondbólts
venjingar um vikuna, tríggj
ar styrkisvenjingar og ein
rennivenjing. U18-liðið hjá
Skanderborg var um hetta
millum bestu liðini í Dan
mark.
Troytt
Hóast
Marianna
loksins
megnaði at halda seg skaða
fría og nú var sloppin ígjøgn
um nálareygað til elituna
í donskum hondbólti, so
skuldi hetta vísa seg at vera
byrjanin til endan.
– Eg fekk ikki so nógva
spælitíð, sum eg ynskti, og
til síðst mátti eg viðganga, at
eg bleiv troytt av hondbólt
inum. Fyri at vera á einum
seriøsum akademii í Dan
mark, so er alneyðugt at vilja
hondbóltin meira enn nakað
annað, sigur Marianna.
– Men eg treivst tó sera
væl sosialt við øllum teimum
nýggju floksfeløgunum og
vinunum, sum eg fekk, legg
ur hon afturat.
Lagnan
við
teimum
mongu
skaðunum
hevði
fingið klørnar í hana.
– Mínir skaðar, ið skaptu
eina aðra frítíð ígjøgnum
mína tíð, gjørdu, at eg sá
nakað annað enn bara hond
bólt. Hóast eg ikki hevði tíð
til tað í Skanderborg, so fór
eg allíkavæl at spæla fótbólt
og beachvolley við vinfólki
eftir skúlatíð. At enda hevði
eg hug til alt annað enn
hondbólt, sigur Marianna,
sum eisini í síðsta enda valdi
at fylgja hjartanum.
– Eftir tvey fantastisk ár
í Danmark, valdi eg at flyta
heim aftur til Føroya. Til
mínar deiligu vinkonur, áðr
enn allar fara hvør til sítt at
lesa o.s.fr, sigur Marianna.
Valdi VÍF
Tað var á sumri 2015, at
Marianna Holm Jacobsen
flutti aftur til Føroya. Tað
mundi vera upplagt, at hon
nú fór at spæla við barn
dómsfelagnum, Neistanum.
– Hetta summarið fór eg
avstað við landsliðnum, og
tá setti venjarin hjá VÍF, Geir
Wardum, seg í samband við
meg. Hetta var miðsleiðis
í juni. Fyrst takkaði eg nei,
av tí eg hevði valt Neistan,
men sum tíðin leið vísti VÍF
stóran áhuga í mær, og eg
tók avgerð um at fara til VÍF.
Liðið var nýtt og spennandi,
og afturat tí fekk eg eitt gott
tilboð, sigur Marianna og
leggur afturat, at hon ongan
tíð hevur angrað hetta valið.
Men Neistin er jú barn
dómsfelagið?
– Ja, tað var eisini ætlanin
at fara har. Longu í februar
spurdi onkur í Neistanum,
um eg ikki kom aftur til barn
dómsfelagið, og tá svaraði eg
ja beinanvegin. Tá eg kom
heim úr Danmark vandi eg
eisini megninpartin av tíðini
við Neistanum, haðani eg
kanska skifti øgiliga brádliga,
viðgongur Marianna.
Hon hevur altíð verið eyð
sæð í føroyskum hondbólti
og eyðkend í bláa búnanum,
so tað mundi vera heldur
løgið at síggja hana spæla
ímóti barndómsfelagnum á
fyrsta sinni.
– Eg eri altíð nervøs til
dystir, men eg var serliga
nervøs tá ið eg skuldi spæla
ímóti Neistanum fyrstuferð.
Eg var samstundis rættiliga
spent og eyka uppsett upp
á at vinna á teimum. Hóast
hetta, so vóru tað tíverri
marginalarnir, sum gjørdu at
tær fóru avstað við tveimum
sigrum, heldur Marianna,
sum ikki himprast at senda
ein stikkpilla til barndóms
felagið.
– Vit hittust eisini í
steypafinaluni, og tá var tað
bert hepni, at tær vunnu.
Tær vunnu við einum máli
hóast vit vóru frammanfyri
allan dystin, sigur hon.
Marianna og tær í VÍF
rukku ikki FM-finalunum í
ár.
– Orsøkin til at vit ikki
komu í FM-finaluna, er tí at
vit í seinastuni hava verið
sera undirmannaðar. Fleiri
eru vorðnar við barn og aðrar
hava fingið skaðar. Høvdu
vit komið í finaluna, høvdu
vit havt ringt við at stilla upp
við einum liði við nógvum
spælarum. Serliga hava vit
heilt fáar bakspælarar og
skjúttar eftir, vísir Marianna
á.
Framtíðin
Marianna er farin undir
endaspurtin í 3.g í Hoydølum,
og eftir tað ætlar hon sær at
halda eitt ár frí frá skúla.
Ætlan hennara er at halda
fram í VÍF, men helst verður
næsta árið tað seinasta vit
fara at síggja til Marionnu í
føroyskum hondbólti á hes
um sinni.
– Hondbóltur er ikki tað
einasta, sum eg ætli mær at
byggja lívið á. Ætlanin er at
lesa til løgreglukvinnu, og av
tí sama verið eg nokk noydd
til at flyta niður. Ætlanin er
at spæla við onkrum vanlig
um liði niðri. Spurningurin
er so, hvørjum felag eg so
fari at spæla við tá ið eg komi
heimaftur, sigur Marianna
lokkandi.
– Hetta er tó eisini tengt
at um kroppurin loyvir mær
at halda áfram. Her hugsi
eg serliga um knøini, sigur
Marianna Holm Jacobsen at
enda.
albinus@sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
Mynd: Sigmar Mørkøre