Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hey René, hví gongur tað so illa í Vendsyssel í løtuni? Ja, tað er ein góður spurningur. Vit skilja ikki heilt sjálvir, at úrslitini eru so vánalig, sum tey hava verið. Sum so hava vit ikki spælt vánaligt hvønn dyst. Heldur hava vit verið ótruliga óheldigir. Tað sum man kann kalla fyri stong út. Vit venja væl og sammanhaldið er gott, men tað er hart i løtuni at vera vendsyssel spælari. Hvat sigur venjarin við tykkum? Hann er fámæltur, men roynir at motivera okkum, og ger sítt besta, sum hann einaferð kann, fyri at vit skulu halda fram við at trúgva upp á tað, hóast tað sær svart út. Hava tit uppgivið at flyta upp? Nei, tað haldi eg ikki. Alt kann henda í fótbólti, og um tú ikki hevur trúnna upp á tað, so skalt tú stilla gaggurnar á hyllina. Vit trúgva upp á tað – líka til tað ikki ber til. Tú skoraði aftur, hvussu ber tað til at tú er farin at skjóta mál? Ja, hvat eg siga, eg havi verið málsøkin seinastu tíðina. Nú tá eg havi sitið á bonkinum, so hevur einasti møguleikin fyri at koma orduliga á liðið, er at skjóta mál. Tað havi eg arbeitt móti, og tað hevur eydnast í tveir dystir. Hvat er næsta mál hjá tær sum fótbóltsspælara? Uha, tað veit eg ikki. Eg royni at taka ein dag á gangin, og ikki hugsa so nógv um framtíðina. Eg havi sáttmála til 2017. Um tað endar við, at eg skal útleiðast til eitt annað felag í 1.deild, ella útlandi kann eg ikki svara upp á enn, men eg leggi stóran dent á at fáa spælitíð. Vikan ið fór Petur Elias Petersen leggur brádliga frá sær sum forseti í ÍSF. Hann vil ikki gera viðmerkingar til málið og tí koma fleiri gitingar í miðlunum. Fyribils niðurstøðan er, at tað er ein ósemja millum sersambondini, sum ger at hann leggur frá sær. Pál Vitalis Joensen klárar OL kravtíðina til Danish Open í 1.500 metrinum. Hann vinnur teinin og kemur á mál við tíðini 15:04.13. Danska OL kravtíðini er 15:07.53. Team Klaksvík megnar í seinasta dystinum í landskappingini hjá monnum, at vinna sær sítt fyrsta stig í hesum kappingarárinum. Team Klaksvík endar sostatt aftast við einum stigi og eini málúrtøku upp á minus 258. Barcelona er í kreppu, eftir at liðið tapur fyri triðju ferð upp í slag í La Liga, og samstundis verður varpað út úr Champions League. Føroysku flogbóltsspælararnir í Amager VK, Sofía Purkhús, Elisabeth Purkhús, Eina S. Kalsø og Jastrid Jacobsen, vinna bronsudystin og sostatt bronsu í donksum flogbólti. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Hetta er áhugaverdi doku­mentar­ urin hjá ESPN um John Spano, sum bleiv móttikið sum bjarginin hjá íshokkyfelagnum New York Islands. Felagið, sum hevði sína stórheitstíð í 80 unum, hevur miskeiðis í 90 unum brúk fyri einum eigara, sum hann bjarga felagnum fíggjarliga. Tann maðurin er John Spano úr Texas – halda øll. Hann skal eitast at vera milliarderur, men ongin klárar at plasera hann í vinnilívinum, og hvar hann skal hava vunnið sær allar hesar pengarnar. Ongin tykist tó latast vón, tá John Spano upp til fleiri ferðir útsetur at gjalda nakað sum helst – eisini tá rokningin kemur fyri ein døgurða. Ikki fyrr enn avtalan skal undirskrivast gerst greitt, at John Spano eigur ongar pengar, men hevur bara fylgist við teimum røttu persónunum. Í dokumentarinum sleppa vit millum annað at møta John Spano, og tosað verður við fleiri at lyklapersónunum í felagnum. Tær nýtist onga vitan um íshokky, fyri at fáa fullan valuta fyri sendingina. HYGG UM: Tú hevur hug til eina »hann snýtti øll« søgu úr ítróttar­ heiminum IKKI HYGGJA UM: Tú væntar nakað meiri fakligt ítróttarligt um íshokky HVUSSU ER AT HYGGJA: Sendingin fevur um alt frá hvør, hvat og hvussu, og endar við hví. Áhugavert allan vergin HVAT SIGUR TÚ? Avgjørt vert at brúka ein tíma ella tveir upp á trondur@sosialurin.fo Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ FAKTA New York Islanders vunnu Stanley Cup, sum er meistaraheitið í íshokky í NHL, fýra ár upp í salg í 80 unum. Felagið hevur ikki livað upp til stórheitstíðina síðani Peter Schmeichel um dómararin Jon Moss, sum dømdi dystin millum Leicester og West Ham Magnus Tausen, formaður í flogbóltssambandinum – Er dómarin rúsevnisávirkaður – Eg havi ongantíð ført fram, at Petur Elias Petersen skal frá Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: René Shaki Joensen Aldur: 23 Ítróttur: Fótbóltur (Vendsyssel dk) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvat stendur NHL fyri? 2 Hvussu eitur steypið, sum tú vinnur í NHL? 3 Hvussu eitur »bólturin« í íshokky? 4 Hvussu nógvir spælarar eru á ísinum í senn fyri eitt lið í íshokky? 5 Hvør hevur metið fyri flest mál í NHL nakrantíð? 6 Hvussu eitur tað, tá tveir spælarar skulu dystast um »bóltin«, sum dómurin sleppur niður á ísin? 7 Hvussu verður tað, ið best kann lýsast sum brotsspark frá fótbóltinum, avgreitt í íshokky? 8 Hvør er á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1. National Hockey League 2. Stanley Cup 3. pukkur 4. seks spælarar við málverja 5. Wayne Gretzky 6. Face-off 7. Ein spælari sleppur at reka einsamallur móti málverjanum 8. Petr Mrazek Dokumentarurin: John Spano: Big Shot ÍTRÓTTAR UMMÆLI