mánadagur 18. apríl 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Um trý ár fyllir Ítróttarsambandið 70 ár, men
spurningurin er, um tað verður so nógv at
feira til ta tíð, tí so spent sum støðan hevur
verið síðstu tíðina, er ivasamt, um ÍSF um trý
ár stendur sum nakar savnandi felagsskapur
fyri ítróttin í Føroyum. Veruleikin er, at fleiri
av sersambondunum í ÍSF slett ikki hava brúk
fyri hesum yvirskipaða felagsskapi – var tað
ikki fyri veddingarpengunum, ið ÍSF sum størsti
partaeigari í Sp/f Ítróttarvedding hevur í síni
hond.
Síðstu vikuna er komið fram, at hondbólturin,
svimjingin og flogbólturin eru misnøgd við,
hvussu puljan við almennum pengum til
føroyskan ítrótt verður umsitin. Enntá hava
hesar tríggjar stóru ítróttargreinarnar til
fánýtis roynt at fingið fund við hini í ÍSF um
býtislykilin, ið ásetur, hvussu pengarnir verða
býttir millum sersambondini. Eisini hevur hægsta
leiðsla í ÍSF beinleiðis noktað fyri eini viðgerð av
býtislyklinum, so ótrúligt tað ljóðar!
Ikki skal undra, um hesar tríggjar ítróttar
greinarnar hava umhugsað eitt alternativt ÍSF,
ið setti sær nøkur verulig mál og hevði nakrar
veruligar ambitiónir, heldur enn bara at arbeiða
við at prógva sín egna eksistens. Hondbólturin,
svimjingin og flogbólturin hava í sínum dagliga
virki ikki brúk fyri ÍSF yvirhøvur, so var tað ikki
fyri nevndu veddingarpengum, vóru tey helst
langt síðani farin…
Sæð uttanífrá, sær ÍSF út sum ein samling av
sersambondum, harav fleiri hugsa mest um at
fylla pengar í sín egna pengakassa, heldur enn
at lata pengarnar sleppa at arbeiða og gagna
ítróttinum. Tað er bæði synd og skomm, tí tað
hevði bæði givið eitt rættvísari býti og størri
møguleika fyri fleiri pengum, um býtislykilin
fyrst og fremst var tengdur at virksemi og livandi
ítrótti, heldur enn deyðum pengakassum og
fíggjarligum sjálvdrátti.
hilmarjan@sosialurin.fo
ÍSF og
pengarnir
KLUMMAN
Hilmar Jan sigur sína hugsan...
■ Í Fuglafirði var neyðugt
við einum bindifestivali,
fyri at binda fyri í
verjuni hjá ÍF.
( ÍF - TB )
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
Tróndur Arge
Tað sigur Pál Vitalis Joensen,
sum hevur tryggjað luttøku
í
Olympisku
leikunum,
sum verða í Rio de Janeiro í
summar. Hann tryggjði sær
luttøku á 1.500 metrinum,
tá tann á Danish Open í
Bellahøj høllini vann gull.
Kravið undan finaluni var,
at hann skuldi koma á mál
undir kravtíðina, sum er
15:07.53. Pál Vitalis Joensen
kom á mál við 15:04.13. Hitt
kravið var, at hann skuldi
koma á mál sum nummar eitt
ella tvey. Undan kappingini
var greitt, at Mads Glæsner
ikki luttók, og tí bleiv tað ein
tvey-mans kapping millum
Pál Vitalis Joensen og Anton
Ørskov Ipsen.
Ikki fleiri OL
tatoveringar
Pál Vitalis Joensen hevur
eina tatovering av olympisku
ringunum
á
arminum.
Tað gjørdi hann, eftir at
hava luttikið í olympisku
leikunum í London í 2012.
Hóast hann aftur hevur
framt bragdið, at vinna seg
víðari til OL, so verður ongin
nýggj tatovering á hesum
sinni.
– Nei, tað verður ongin
nýggj tatovering á hesum
sinni,
sigur
Pál
Vitalis
Joensen.
Ein lætti
Fyri Pál Vitalis Joensen
hevur tað nógv at siga, at
hann nú kann hava fokus á
OL, sjálvt um hann ikki er
heilt nøgdur við svimjingina
í finaluni á 1.500 metrum.
– Tað er ein lætti, at vera
úttikin til OL. Tað var ikki ein
nøktandi 1.500 metur í mun
til vónirnar, men eg kláraði
kravið og tað er endamálið.
Tað er eisini týdningarmikið,
at eg nú kann hava fult fokus
á venjing fram til OL, sigur
Pál Vitalis Joensen.
Á odda allan vegin
Til sjálva finaluna, sum var
leygarkvøldið, var Pál Vitalis
Joensen á odda allan vegin.
Hann hevði ein fylgisvein
í Anton Ørskov Ipsen, ið
somuleiðis hevði eina ætlan
um at røkka OL kravinum.
Tað gekk akkurát ikki hjá
Anton Ørskov Ipsen at vinna
seg til OL, meðan føroyski
Óli Mortensen bleiv nummar
3 við tíðini 15:38.
Pál Vitalis Joensen var á
odda allan vegin. Tað var sum
so heldur ongantíð nakar ivi
um, at hann vábingurin fór
at klára kravtíðina, sjálvt um
hann fyrr hevur svomið væl
undir 15 minuttir markinum.
Hetta er aðru ferð, at Pál
Vitalis Joensen er við í OL.
Tað er eitt bragd av eini
aðrari verð!
IKKI FLEIRI OL
TATOVERINGAR
1939
www.hb.fo:
Gestirnir megnaðu at fáa okkum niður í innanduraleikferð, og hóast
tíðardrálið var heilt eyðsýnt, sluppu argjamenn at halda á heilt fram til
dystarenda.
www.b36.fo:
Eitt sjáldsamt kiks frá annars altíð trygga málverja okkara kostaði tvey stig
www.ab.fo:
Vit stóðu væl ímóti og komu eisini til fleiri málmøguleikar uppá kontra-álop,
men onki kom burturúr.
www.svimjing.com:
Eg fái tað til at føroyingar svumu einar 103 ferðir tilsamans, harav 39 ferðir
í finalu.
HEIMASÍÐURNAR SKRIVA: