mánadagur 18. apríl 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 16 • 18. APRÍL 2016
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Suðuroy
Vilmund Jacobsen
K
ristin Michelsen, borgarstjóri í
Tvøroyrar kommunu, fegnast
um tær byggiverkætlanir, sum í
løtuni fara fram í kommununi.
– Vit fáa í næstum størsta ment
anarhús í landinum, sum verður
liðugt í nærmastu framtíð. Tá nógv
byggivirksemi er, soleiðis sum støðan
er í løtuni, kann tað vera trupult at
fáa nóg mikið av handverkarum, og
soleiðis hevur eisini verið á Drelnesi.
Men, vit gleða okkum ómetaliga nógv
til hesa verkætlan, sum vit síggja
bæði stórar og ókendar møguleikar í.
Borgarstjórin vísir á, at av íløguni
í mentanarhúsið á Drelnesi eru 40
miljónir krónur komnar uttan eftir,
og henda byggiverkætlan hevur havt
nógvar ringvirkningar í Suðuroynni.
Delta og Varðin
– Vit fegnast um, at Delta Seafood á
Tvøroyri byggir út, og um dagarnir er
nýggi bygningurin reistur. Delta hevur
eisini virksemi á TG Seafood í Hvalba,
umframt at felagið er partur av stóra
uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri, har ein
spennandi surimi-verkætlan í næstum
sær dagsins ljós.
Kristin Michelsen vísir á, at eftir at
landingarmiðstøðin úti á Tvøroyri læt
aftur, og hesin bygningur nú skal rúma
surimi-verkætlanini hjá Varðanum
Pelagic, kemur nýggi bygningurin hjá
Delta Seafood eisini at hýsa einari
nýggjari landingarmiðstøð, har eisini
útróðrarmenn í Suðuroy kunnu koma
við síni fiski.
– Vit hava skilt, at bygningurin, sum
Delta Seafood nú byggir, bæði kemur
at rúma landingarmiðstøð og hølum
og útgerð til upptiðning av frystum
fiski. Soleiðis, sum leiðslan á Delta Sea
food hevur sagt, kemur nýggja upp-
tiðningarskipanin eisini at effek-tivisera
virksemi á virkinum á Tvøroyri.
Vinnulív er krumptappur
Borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu
ivast onga løtu í tí velduga týdningi,
sum vinnulívið í kommununi hevur fyri
alla Suðuroynna sum heild.
– Tað er eingin loyna, at tað er
trupult at halda upp á íbúgvaratalið
í teimum økjum í Føroyum, sum ikki
hava landafast til meginøkið, og hetta
merkja vit so sanniliga eisini í Suðuroy.
Ikki minst tí er tað virksemi, sum
Varðin Pelagic og onnur hava skapt
og hvønn dag skapa, so ógvuliga av
gerandi fyri trivnaðin hjá arbeiðandi
fólkinum og fyri inntøkugrundarlagið
hjá kommunum.
Tímalønt og fastlønt
Kristin Michelsen ásannar, at tá tú
hevur eitt uppsjóvarvirki í økinum,
verður tað altíð soleiðis, at virksemið
á virkinum verður heft at, nær upp
sjóvarfiskurin verður veiddur.
– Virksemið verður tí eisini árs
tíðarbundið, og soleiðis er tað bara
í slíkum vinnum. Hinvegin er nógv at
gera og tey, sum arbeiða á virkinum
tjena góðar pengar, tá virksemið er í
hæddini.
Borgarstjórin vísir á, at á einum
so framkomnum virki sum Varðanum
Pelagic, eru eisini nógv vælútbúgvin
fólk, eitt nú innan maskin- og el, og
– Sjálvandi er tað spell, at fólkatalið í kommununum í Suðuroy sum heild er minkandi,
men eins og aðrastaðni í Føroyum og í útjaðarum í øðrum londum við, síggja vit somu
fyribrigdi, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu
Nógv byggivirk
semi í Tvøroyrar
kommunu
– Vit gleða okkum ómetaliga nógv til hesa verkætlan, sum vit síggja bæði stórar og ókendar møguleikar í, sigur borgarstjórin
Mynd: Birgir W. Høgnesen