Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 16 • 18. APRÍL 2016 11 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Suðuroy tí er altíð eitt hampiligt tal av fólki til arbeiðis á virkinum – eisini, tá eingin fiskur er. – Eg havi skilt, at maskinurnar til surimi-virkið koma til heystar, og ætlanin er at byrja framleiðslu um ársskiftið. Her verða eisini nøkur nýggj arbeiðspláss skapt, sum vit sjálvsagt fegnast almikið um. Jú, tað er stak hugaligt, at vit hava fólk og fyri­tøkur í økinum, sum eru mennandi fyri vinnuna í Suðuroy. Gongur væl Kristin Michelsen sigur, at tað gongur væl í Tvøroyrar kommunu, og hann heldur, at fólk sum heild er rímiliga væl nøgd. – Vit hava lækkað skattin við stívliga einum prosenti, og vit hava lækkað gjøldini fyri barnaansing mun­ andi, eins og vit hava systkinafrádrátt. Alt hetta skuldi gjørt tað eitt sindur lættari – ikki minst hjá barnafamiljum í kommununi. Borgarstjórin sigur, at hóast skatta­lækking, er Tvøroyrar kommuna higar­til í ár væl framman árið í fjør í per­sóns­skatti, og hann heldur, at hækk­ingin í ár táttar í eini 5 prosent í fyrsta ársfjórðingi. – Sjálvandi er tað spell, at fólka­ talið í kommununum í Suðuroy sum heild er minkandi, men eins og aðra­ staðni í Føroyum og í útjaðarum í øðrum londum við, síggja vit somu fyri­brigdi. Tað skal ógvuliga nógv til bara fyri at halda tørn og skal út­ jaðarin, sum ikki hevur fast samband við meginøkið, mennast í íbúgvaratali, skal okkurt heilt óvanligt gerast. Vit síggja somu gongd í okkara granna­ londum, har útjaðarin dregur at mið­ staðnum, og sjálvt har óvanlig stig verða tikin, er ógvuliga trupult at broyta hesa gongd. Vónar eina vend Kristin Michelsen sigur, at tá Varðin Pelagic bygdi virkið og fór undir fram­ leiðslu av uppsjóvarfiski á Tvør­oyri, komu nøkur fólk og familjur heim­ aftur, og hann vónar í enn størri mun at síggja hesa gongd, sum tíðin gongur. – Vit hava lækkað skattin við stívliga einum prosenti, og vit hava lækkað gjøldini fyri barnaansing munandi, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu Tað er her, at Delta Seafood á Tvøroyri byggir út. Myndin er tikin nakrar dagar, áðrenn høllin varð reist Mynd: Vilmund Jacobsen Virksemið hjá Varðanum Pelagic hevur stóran týdning fyri alla Suðuroynna Mynd: Vilmund Jacobsen