mánadagur 18. apríl 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 16 • 18. APRÍL 2016
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Suðuroy
Vilmund Jacobsen
D
ennis Holm, borgarstjóri í Vágs
kommunu, letur væl at gongdini
í kommununi sum heild, men
hann harmast um, at meira virksemi
ikki er niðri við havnalagið og við
bryggjukantin annars.
– Tað kundi saktans gingið betri í
fiskivinnuni, og eg harmist um, at her
er eitt ávíst arbeiðsloysi. Tað kemur ov
lítil fiskur upp á land, og trupulleikar
eru við marknaðinum fyri turkaði
høvd.
Kundi gingið betur
Borgarstjórin vísir á, at Vágur søguliga
er ein býur við nógvar fiskivinnu á
sjógvi og landi, og hann sigur seg
vóna, at meira lív fer at koma í aftur
hetta virksemi.
– Tað er ein avbjóðing hjá okkara
vinnulívi at fáa meira virksemi á fiski
vinnuøkinum, og her kann kommunan
bara vera við til at skapa so góðar
karmar sum gjørligt.
Dennis Holm sigur, at hóast land-
ingarmiðstøð er í Vági, kemur lítil
fiskur upp á land, og hetta er nakað,
sum eisini merkist kring um í Føroyum
annars.
– Laksavirksemi hevur eisini ligið
stilt í eina tíð, og vit hava skilt, at her
verður slaktað aftur til heystar.
Borgarstjórin fegnast hinvegin um,
at maskin-, jarn-og handverksídnað
urin í kommununi hevur nógv um at
vera.
Nógv er niðurgoldið
Borgarstjórin vísir á, at fíggjarliga
hevur tað gingið lutfalsliga væl hesi
árini, og tað hevur eydnast Vágs
kommunu at goldið nógv niður á
kommunuskuldini.
– Hóast vit hava lækkað skattin,
hevur tað eydnast okkum at gjalda
niður á skuldina, sum var yvir eina
álíkning, tá valskeiðið byrjaði.
Dennis Holm sigur, at býráðið
hevur roynt at skapa kommununi
nýggj bein at standa á, og her er tað
ikki minst ferðavinnan, sum hevur
vunnið fram.
– Vit hava fingið Pálshøll, sum
eg vænti verður eitt stórt aktiv fyri
kommununa – eisini við teimum ring
virkningum, sum høllin kann hava við
sær, og vit hava fingið smátturnar,
sum eisini koma at draga ferðafólk til
sín. Um hálvan juni fara seks av tíggju
smáttum lidnar.
Borgarstjórin sigur, at smátturnar
er ein verkætlan, sum tekniska deild
hjá kommununi hevur sett út í kortið,
og síðan hava privatir keypt tær.
– Tað eru fleiri ymiskir eigarar til
smátturnar. Talan er um lokalt íløgu
felag og einstaklingar, og tað eru
eisini fólk norðan fyri Suðuroyarfjørð,
sum eiga onkrar av smáttunum.
Vágur flytir seg
Dennis Holm sigur, at konseptið við
smáttunum er, at tær skulu leigast
út gjøgnum Kunningarstovuna í Vági
móti einum gjaldi og síðan hava tey, ið
eiga smátturnar, rætt til at brúka tær
sjálvi eitt ávíst tal av døgum í einum
ári.
– Vit arbeiða eisini við at broyta
byggisamtyktina, soleiðis at fleiri øki
kunnu leggjast út til summarhúsøki
í kommununi. Eg haldi, at fólk sum
heild eru fegin um, at ferðavinnan í
økinum mennist.
Dennis Holm sigur, at soleiðis,
sum gongdin hevur verið, hevur Vágs
kommuna flutt seg meira yvir í ferða
vinnu- og upplivingarvinnuna, og her
Hóast tað ikki gongur serliga væl við fiskivinnuni í Vági í løtuni, gongur betri á handverkssíðuni,
og nógv verður gjørt burtur úr at menna eina ferða-og upplivingarvinnu
Ferða- og upplivingarvinna