Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 37

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 16 • 18. APRÍL 2016 13 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Suðuroy er bæði Pálshøll, smátturnar og onnur tilboð ein partur av konseptinum. Borgarstjórin sigur, at kampingøkið eisini er við Vatnið, og eitt nú í hesum sambandi verður síðubygningurin til høllina bygdur við nýggjum brúsu-og køksfasilitetum. Nógv er fríðkað Vágs kommuna hevur eisini lagt nógva orku í at fríðka um í býnum. – Vit hava gjørt kantar og hava lagt flísar, og parkeringspláss eru snøgg­að, eins og vit hava fingið eitt vak­urt torg. Dennis Holm sigur, at Vágur eisini sær stórt í, at Pálshøl í næstum verð- ur bygd út við baðilandi, og hann vænt­ar, at alt, sum hálar í rætta end­ an, í longdini fer at gera mun fyri virk­ semi í økinum. Vágs kommuna fær eisini nýggja vatnveiting. Góðskan á drekki­vatn­ inum hevur ikki verið nóg góð, og nú fer meginparturin av býnum at fáa vatn úr Miðvatni, sum liggur í 330 metra hædd. – Kanningar vísa, at vatngóðskan nú verður nógv betri, og vit gleða okkum til at geva okkara borgarum eina góða tænastu – eisini á hesum øki. Í 2016 eiga allir borgarar at hava krav upp á rein tog gott drekkivatn, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu. Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu a mennast í Vágs kommunu