Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 16 • 18. APRÍL 2016 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Suðuroy Vilmund Jacobsen Hvalbiar kommuna hevur fyrst tríggjar mánaðirnar í ár fingið 951.000 krónur meira inn í persónsskatti enn somu tíð í fjør. – Tað er trupult at gerast klókur upp á skatt og skattainntøkur, men eg trúgvi, at ein orsøk til økta skattin er, at eitt nú sjómenn við norskum skipum hava fingið bonus útgoldið í hesum árinum. Nógv fiskaarbeiði hevur verið á virkinum í ár, og skip og mann­ingar hava fingið góðan prís fyri fiskin, og góðir túrar eru gjørdir, eitt nú á svartkalvaveiði. Aftrat hesum hava eitt nú handverkarar í kommun­ uni havt úr at gera. Tað sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson. Stoyping fyri framman Arbeiðið við at byggja barnagarðin í Hvalba gongur sína gongd, og borgar­ stjórin væntar, at stoypiarbeiðið fer at byrja nokso skjótt. – Enn er stoypiarbeiðið ikki byrjað, men eg vænti, at tað verður rættiliga skjótt. Í fyrstuni ætlaðu vit at byggja ein barnagarð til 60 børn, men nú byggja vit til 80 børn, soleiðis at tørv­ urin á vøggustovu, barnagarði og frí­ tíðar­skúla verður nøktaður nøkur ár fram í tíðina. Borgarstjórin vísir á, at umleið 60 børn eru í kommununi, sum antin eru í vøggustovu, barnagarði ella frítíðar­ skúla. – Vit hava einar 12 dagrøktar­ mammur í kommununi, og vit hava havt eitt samstarv við Tvøroyrar komm­unu á økinum, sum nú er sagt upp. Trúgvi Gudmundarson sigur, at barna­garðurin, sum ætlandi verður lið­ugur um eitt lítið ár ella so, eisini verður atkomiligur hjá fólki við rørslu­ tarni. Betraðar umstøður Eitt annað, sum Hvalbiar kommuna fram­vegis er í holt við, er at flyta neyst­ini av havnalagnum, har TG Seafood er og yvir í Nes. – Hetta verður gjørt fyri at geva fiska­virkinum betri pláss og betri um­ – Vit eru ógvuliga fegin um tær útmeldingar, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, er komin við. Teir fundir, sum hava verið við landsstýrismannin og Landsverk, hava verið positivir, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu Skattainntøkurnar í Hvalba seta met