Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 16 • 18. APRÍL 2016 15 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Suðuroy støður, eisini til bingjurnar, sum koma og fara við fiski. Tað eru eini 5-6 neyst, sum skulu burtur, og hetta er alt í sátt og semju við tey, sum eiga neyst­ini. Borgarstjórin sigur, at eitt annað arbeiði, sum væntandi eisini fer at byrja í ár, er dýping av krókinum á havna­lagnum. – Hetta er ein størri og meira um­ fatandi verkætlan, sum vit fara at seta hol á í ár, men samlaða verkætlanin verð­ur framd í einari langtíðarætlan. Tá tú kemur norður í krókin, er alt ov grunt, men nógvastaðni fram við inn­ ara bryggjukanti skal ikki so ógvu­liga nógv dýping til. Tunnilin ein fløskuhálsur Tað er eingin loyna, at gamli og ótíðar­hóskandi Hvalbiartunnilin er ein rætt­iligur fløskuhálsur fyri vinnulívið í Hvalbiar kommunu. – Vit eru ógvuliga fegin um tær út­meldingar, sum landsstýrismaðurin í sam­ferðslumálum, Henrik Old, er komin við, og vit fegnast um, at ein nýggj­ur tunnil nú er nær. Trúgvi Gudmundarson sigur, at teir fundir, sum hava verið við lands­ stýris­mannin og Landsverk, hava verið positivir, og alt bendir á, at ætlaða linjuføringin, sum Landsverk uppruna­ liga hevur skotið upp, verður nakað broytt, soleiðis at tunnilin kemur at liggja longri niðri. – Tað er umráðandi, at sleppa sum longst inni í sjálvum tunlinum, soleiðis at vegirnir til tunlarnar koma at liggja í lægri lendi – til tryggleika fyri tey mongu, sum ferðast um hesar leiðir, leggur hann aftrat. Borgarstjórin sigur, at stívliga 5 miljónir krónur eru settar av til projekter­ing í ár, og hetta fegnast fólk í Hvalbiar kommunu um. – Eg ivist ikki í, at farið verður at bora í 2017 – ella um eitt ár ella so, og vit vænta, at tað fer at taka eini tvey ár at bora tunnilin, sigur Trúgvi Gudmundarson. Aling er ávegis At Faroe Farming nú hevur lagt ein tóm­an aliring út á Hvalbiarfjørð, merk­ir, at aling á fjørðinum eisini er far­in at nærkast. – Hetta er ógvuliga hugaligt, og vit gleða okkum til, at øll loyvi eru komin upp á pláss, og fiskur verður settur út. Fyribils er tað Landsverk, sum hev­ur givið alifyritøkuni loyvi at royna viður­ skift­ini á fjørðinum. Vit vóna og trúgva upp á, at hesar royndir verða góða, so­leið­is at alingin á Hvalbiarfirði ikki ligg­ur so langt frammi, sigur borgar­ stjórin í Hvalbiar kommunu, Túgvi Gudmundar­son. Túgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu Myndir: Birgir Waag Høgnesen