Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 16 • 18. APRÍL 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Suðuroy Vilmund Jacobsen E yðbjørn Thomsen er borgarstjóri í Sumbiar kommunu, sum fevnir um bygdirnar Sumba, Lopra, Akrar, Víkarbyrgi og Akrabyrgi. Í komm­ununi búgva út við 350 fólk til­ samans. – Vit hava arbeitt við einari stór­ ari vatnverkætlan, har flestu fólk í øllum bygdum í kommununi nú fáa sítt frálíkt drekkivatn úr Sumbiar- tunlinum. Hetta hevur verið ein stór verkætlan, serliga tá ræður um leið- ingina til Sumbiar. Her hevur verið neyðugt fyrst at leiða vatnið út úr tunlinum Lopransmegin og síðan gjøgnum tunnilin aftur til Sumbiar. Alt vatnarbeiðið í Sumba, Økrum og Lopra er liðugt. Borgarstjórin vísir á, at vatn­verk­ ætlanin er framd so við og við yvir eini tvey ár, og samlaði kostnaðurin man liggja um einar 2,5 miljónir krónur. – Vit halda, at vatnverkætlanin er ein góð íløga. Hetta er sama vatn, sum selt verður í handlinum kring land­ið í fløskum. Bíligari í kommununi Eyðbjørn Thomsen sigur, at skatta­ prosentið í Sumbiar kommunu er lækkað tvær ferðir hesi seinastu árini, tilsamans úr 21 niður í 19 prosent, og barnaansingin er eisini vorðin bíligari fyri barnafamiljurnar. – Vit munnu hava bíligastu barna­ ansing í landinum, undantikið Kví­víkar kommunu, sum hevur ókeyis barna­ ansing. Borgarstjórin vísir á, at hægsta barnagjald í kommununi er 1500 krón­ur, sum er fyri fyrsta barnið og síðan 750 krónur fyri tað næsta. Barna­frádrátturin er 6.500 krónur fyri hvørt barnið. – Vegirnir í kommununi eru góðir, og í løtuni verður arbeitt við at gera pláss til minnisvarða og torg í Sumba. Øktar skattainntøkur Tað gongur eisini væl við skatta­inn­ tøkunum í Sumbiar kommunu, sum higartil í ár eru øktar við sløkum seks prosentum í mun til somu tíð í fjør, tó at skattaprosentið er lækkað. – Jú, vit eru nøgd við gongdina í kommununi, sigur Eyðbjørn Thomsen, tá Vikublaðið vitjaði inni á hugnaligu kommunuskrivstovuni í Sumba í síðstu viku. Fólk í Sumbiar kommunu drekka vatnið úr Sumbiartunlinum ókeypis. Hetta er sama vatn sum onnur mugu keypa í handlinum. Men, fyri at hetta skuldi bera til, hevur kommunan gjørt eina rímiliga stóra íløgu Gongur væl í Sumbiar kommunu Eyðbjørn Thomsen er borgarstjóri í Sumbiar kommunu