Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 165 - 1. september 2004 Nr. 165 - 1. september 2004 3 Aftur streymur av flóttafólki ST ber ótta fyri, at fólk í túsundatali fara at flýggja úr sudanska landsparetinum Darfur teir næstu dagarnar, eydnast tað ikki at avvápna tey arabisku harkaliðini, sum gera seg inn á sivilfólkið har. Iduardo Cue, sum er talsmaður hjá ST, væntar, at ímillum 50.000 og 100.000 fólk fara at flýggja úr Darfur til grannalandið Tjad, sum frammanundan hýsir 188.000 flóttafólkum úr Darfur. Nógv , sum eru flýdd frá húsi og heimi, hava fjalt seg í sjálvur Darfur, og ST heldur, at talan er um minst eina millión fólk, sum halda til í tjøldum. Iduardo Cue sigur við Reuters, at altjóða samfelag- ið má leggja størri trýst á sudansku stjórnina fyri at fáa hana at taka vápnini frá teimum arabisku harka- liðunum. Tað hevur stjórnin lovað at gera, men enn er einki hent, og fleiri vilja vera við, at stjórnin í veru- leikanum stuðlar teimum arabisku harkaliðunum. A.P. Møller á svartalista Bretski felagsskapurin NGO Burma Campaign, sum stríðist fyri demokratiskum viðurskiftum í Burma, kunngjørdi í gjár, at felagsskapurin hevur sett danska reiðaríið A.P. Møller á svartalista, tí fyritøkan er virkin í Burma. NGO Burma Campaign heldur eygað við, hvørjar útlendskar fyritøkur eru virknar í Burma, og nú hevur hann kunngjørt, at A.P. Møller hevur eina umboðs- stovu í Rangoon, og at umboðsmaðurin hjá danska reiðarínum hevur tilknýti til tað harðrenda hernaðar- stýrið har. Tí er felagið sett á svartalista hjá NGO Burma Campaign. Danska reiðaríið hevur ikki gjørt nakrar viðmerk- ingar til, at tað er komið á svartalista, men sambært Politiken kann avgerðin fáa týdning, tí NGO Burma Campaign verður hildin at hava stóra ávirkan. Flotin skal sigla kortini Herfyri varð ein stórur partur av norska herflotanum lagdur við bryggju og bundin, tí flotaleiðslan hevði ikki pengar til at lata skipini sigla. Men nú hevur Kristin Krohn Devold, verjumálaráð- harri, funnið so mikið av pengum, at skipini kunnu fara útaftur, skrivar Nordlys. Tað er tó minni enn so vist, at tey sleppa at sigla tað, sum eftir er av árinum, tí flotaleiðslan hevur sagt, at hon noyðist at spara einar 220 milliónir krónur í ár, skal játtanin halda. Hinvegin fer Noreg at halda sínar skyldur mótvegis NATO, soleiðis at norsk skip fara at taka lut í flotavenjingum hjá verjusamgonguni. Samstundis hevur verjumálaráðharrin gjørt av at umskipa virkisemið hjá norska herflotanum. Tað fer millum annað at bera í sær, at 5.000 størv í flotanum verða niðurløgd. Ford í øðini Guvernørurin í Kalifornia, tann navnframi Arnold Schwarzenegger, hevur fingið øði í bilverksmiðjuna Ford. Orsøkin er, at Schwarzenegger hevur givið bilum av slagnum Toyota loyvi at koyra í einari vegbreyt, sum annars bara er ætlað bilum, sum kunnu hava fleiri ferðafólk enn vanligt, og sum tí verða roknaðir sum orkusparandi. Men nú hevur guvernørurin loyvt einum slagi av Toyota at nýta ta somu vegbreytina, tí hesir bilarnir kunnu koyra 19 kilometrar fyri hvønn litur av bensini, og tað kunnu eingir amerikanskir bilar klára. Hetta hevur fingið øði í William Ford Jr., sum er nevndarformaður í bilaverksmiðjuni Ford. Sambært New York Times hevur hann lagt Schwarzenegger undir at stuðla japanska Toyota heldur enn amerik- anska bilídnaðinum. Tað er heldur ikki bara Toyota, sum ger bilar, sum brúka so lítið bensin. Honda hevur eisini ein slíkan bil, og New York Times skrivar, at fólk í Kalifornia standa í bíðirøð eftir at fáa teir orku- sparandi japansku bilarnar heldur enn teir amerik- onsku. UTTAN ÚR HEIMI Fyrrverandi jugoslav- iski forsetin Slobodan Milosevic sigur seg vera púra ósekan í øllum ákærunum RÆTTARMÁL Árni Joensen: fartekst@mail.dk – Altjóða samfelagið hevur leingi málað eina fullkomi- liga skeiva mynd av tí, sum hendi í Jugoslavia. Ákær- urnar ímóti mær eru vit- leysar lygnir. Soleiðis byrjaði fyrrver- andi jugoslaviski forsetin Slobodan Milosevic, tá hann í gjár fór undir at verja seg í dómstólinum í Haag. Hann vildi eisini vera við, at altjóða samfel- agið gekk undan í at oyði- leggja Jugoslavia. Milosevic skuldi verið farin undir verjuna fyri langari tíð síðani, men tað er vorðið útsett fleiri ferðir, tí hann hevur ov høgt blóð- trýst. Hann hevur boðað frá, at hann ætlar sær at av- hoyra fleiri vitni, men tað er ivasamt, hvussu mong teirra veruliga verða av- hoyrd. Teir næstu dagarnar fer amerikanski forsetin at vísa seg frá einari aðrari síðu, enn vit eru von við VALSTRÍÐ Árni Joensen: fartekst@mail.dk Í tvey ár hava serkønir valserfrøðingar lagt eina ætlan um, hvussu George W. Bush skal vinna amerik- anska forsetavalið í novem- ber og fýra ár afturat í Hvítu Húsunum í Washing- ton. Høvuðsmaðurin aftan fyri ætlanina er Karl Rove, og nú republikanararnir halda landsfund í New York, verður hon sett í verk. Nú skulu teir amerikonsku veljararnir fáa ein annan og øðrvísi Bush at síggja - ein eyman og hóvligan Bush, sum eisini hugsar um tey smáu og veiku, og sum eis- ini hevur nøkur framtíðar- mál. Mótstøðumaður forset- ans, John Kerry, er sjálv- andi ein partur av ætlanini. Hann skal lýsast sum tann veiki, vingluti og óálítandi politikarin. Ístaðin fyri skulu amerikanararnir fáa eyga á teir góðu eginleik- arnar hjá Bush. Irak-kríggið skal fáa so lítla umrøðu, sum til ber, og teir víðgongdu á høgra- vonginum, sum hava flokk- ast um Bush tey seinastu árini, verða skúgvaðir til viks teir næstu mánaðarnar. Ístaðin fyri skulu teir nýggju sum Kalifornia- guvernørurin Arnold Schwarzenegger og New York-borgarstjórin Rudy Giuliani framat, og fram- takshugaðir menn sum senatorurin John McCain fáa eisini orðið. Eftir miðjuni Endamálið við broytingun- um er at fáa fatur á teimum ivingasomu veljarunum á miðjuni í amerikonskum politikki, tí tað eru teir, sum framvegis ikki hava gjørt av, um teir skulu velja Bush ella Kerry í november. Velj- arakanningar vísa, at tað stendur á jøvnum ímillum tey bæði valevnini, so tað verða hesir veljararnir, sum avgera úrslitið. Í seinastuni hevur Bush lagt seg eftir at fáa undir- tøku í teimum statunum, har ivi hevur verið um, hvør fer at vinna. Hetta hevur eisini víst seg at geva úrslit. Í hvussu er vísti ein kanning í sjónvarpinum ABC í gjár, at Bush hevur meiriluta í minst tveimum statum, sum Al Gore vann í fyri fýra árum síðani. Men munurin er lítil. Yvirgangurin Í annaðkvøld fer Bush at enda landsfundin hjá republikanarunum, og amerikanararnir bíða í spenningi eftir røðuni. Sambært Washington Post fer forsetin at gera eina roynd at ávirka tey umleið 53 prosentini av fólkinum, sum siga seg vera misnøgd við embætisførslu hansara. Eisini fer hann at royna at benda tosinum burtur frá Irak-krígnum og tí vánaliga búskapinum í USA, sum Kerry tosar um í sínum røðum. Ístaðin fyri skal dentur leggjast á bardagan ímóti yvirgangi, og at í tí bardaganum mugu amerik- anararnir hava ein sterkan leiðara, sum heldur orð. Meiningakanningar hava eisini víst, at júst bardagin ímóti yvirgangi er besta vápnið hjá Bush í valstríðn- um, og tí fara republikan- ararnir at nýta hvørt høvi til at minna amerikanararnar á tað, skrivar Washinton Post. Nú verður Bush øðrvísi Alt er lygn Føroyingar fáa mobilt breiðband Føroya Tele og L.M. Ericsson hava gjørt avtalu um at seta í verk spildurnýggja tøkni innan fartelefoni í Føroyum BREIÐBAND tíðindaskriv Eitt samstarv millum Før- oya Tele og L. M. Ericsson ber í sær, at føroyingar ger- ast tey fyrstu í Norðurlond- um og millum tey fyrstu í heiminum, sum fáa ágóðan av breiðbandstøknini EDGE við fartelefonum sínum. Føroya Tele og Ericsson hava gjørt avtalu um at byggja út GSM-netið við tveimum tøknum, sum geva netinum bæði hægri ferð og nýggjar møguleikar fyri dátaflutningi. Talan er um GPRS, sum sendir dáta um fartelefonina nakað á sama hátt, sum ADSL ger tað um internetið, og um EDGE, sum gevur fartelefoni mun- andi hægri ferð. GPRS hevur virkað í okkara grannalondum í eina tíð, men EDGE er ein heilt nýggj víðarimenning, sum enn bert er roynd í nøkrum heilt fáum londum. Nýggju tøknirnar merkja, at føroyingar umframt at tosa um fartelefonina kunnu brúka hana til eina rúgvu av nýggjum enda- málum. Hin best kenda tænastan er uttan iva MMS, sum m.a. ber í sær, at tað ber til at senda myndir afturat teimum teksboðum, sum vit í dag kenna sum SMS. Møguligt verður at flyta tónleik og eisini video á fartelefonina. Men nýggja skipanin hevur eisini nógvar møgu- leikar, sum vinnulívið kann fáa ágóðan av. Nú fer nevniliga uttan mun til tíð og stað at bera til at brúka fartelefonina til at fáa atgongd til telduskipanir, sum tað vanliga bert slepst framat á skrivstovuni ella heima. Einar framkomnar Føroyar Íløgan í nýggju tøknina er ein liður í arbeiðinum hjá Føroya Tele at slóða fyri menningini av Føroyum sum framkomið samskiftis- og KT-samfelag. Ericsson hevur eisini havt áhuga fyri at gera eina avtalu við Føroya Tele við atliti til hugsjónirnar hjá Bitlandi um at gera Føroyar til land- ið við teirri mest fyrimynd- arligu nýtsluni av nýggjari tøkni. Íløgan ber í sær, at GPRS seinni í ár verður tókt alla- staðni, har GSM-samband er frammanundan. Haraft- urat fer EDGE at hækka ferðina á flestu stóru pláss- unum í landinum. Avtalan við Ericsson merkir eisini, at allar nýggjar GSM-støðir eru klárar til EDGE. Flestu nýggjar fartele- fonir eru fyrireikaðar til GPRS, og alsamt fleiri kunnu eisini brúkast til EDGE. GPRS er stytting fyri "General Packet Radio Ser- vices", sum er ein mening av GSM. Hetta er ein standardur, sum sendir dáta pakkakoblað í GSM- kervinum. Higartil hevur borið til at senda dáta við lágari ferð við uppringdum sambandi, sum hevur verið virkið, til dátaflutningurin er liðugur. Við GPRS ber til at senda og taka móti dáta í pakkum, sum verða sendir, tá kervið hevur tøka orku. GPRS kann berast saman við ADSL, bæði tá hugsað verður um dátaflutning og gjald fyri tænastuna, tí fyri GPRS verður í flestu førum bert rindað fyri dátamongdina og ikki fyri ta tíðina, sambandið varir. GPRS kann í besta føri flyta dáta við upp til 115 kilobit um sekundið. EDGE er stytting fyri "Enhanced Data Rates for Global Evolution", sum aftur er ein víðarimenning av GPRS. EDGE gevur somu møguleikar som GPRS, men við hægri ferð, upp í 384 kilobit um sekundið. Tær telefonirnar, sum eru tøkar í dag, hava eina dátaferð millum 100 og 200 kilobit um sekundið. MMS er stytting fyri "Multimedia Messaging Ser- vice", sum er eitt slag av víðarimenning av SMS og gevur møguleika fyri flutningi av teksti, myndum og ljóði. FAKTA TÓNLEIKAVITJAN Tíðindaskriv Ælabogin, orkestrið hjá teimum menningartarnaðu, hevur nú virkað í 6 ár. Orkestrið, ið telur 16 fólk, er í støðugari menning. Orkestrið hevur spælt til fleiri høvi í Havn, og var áðrenn summarsteðgin ein túr í Klaksvík. Í fjør var orkestrið í Noregi á stevnu í Tróndheimi. Hetta var ein fráikur túrur, og meðan vit vóru har, komu vit í sam- band i við fleiri líknandi orkestur. Fleiri teirra høvdu áhuga í at koma til Føroya. Nú er so ein vitjan komin í lag. Ælabogin fær vitjan av Haug Musikkorps og Austjord Musikkorps, eitt ferðalag, ið telur 65 fólk. Her eru tónleikarar, leiðar- ar og stuðlar. Tey koma við Norrønu mikudagin 1. september og vera til mánadagin 6. september. Meðan tey eru her, fara vit at ferðast runt við teimum, eisini fara tey at hava kon- sertir. Tann fyrsta verður í Mentunarhúsinum í Fugla- firðið fríggjakvøldið 3. sept. kl. 19.00 og tann seinna verður í Norður- landahúsinum sunnudagin 5. sept. kl. 16. Umframt hesar fara tey fríggjadagin at spæla fyri næmingum á felagsskúlanum á Oyra- bakka og leygardagin í Miðbýnum í Havn og í SMS. Í Orkestrinum Ælabogin spæla vit mest til populeran rytmisk tónleik, ið eru rímuliga lættur at kenna og endurgeva. Soleiðis er ikki í Noregi, har tey hava tón- leikarar, ið eru væl fyri, og duga at spæla frá nótum. Eisini hava tey tónleikarar, ið hava gingið til spæl í fleiri ár. Hetta ger, at tey hava eina stóra skrá, ið tey spæla. Ælabogin fær vitjan úr Noreg Nú verður Føroyar undangonguland á fartelefon-økinum. Nýggj breiðbandstøkni verður í næstum sett upp í samstarvi við L.M. Ericsson Modellmynd ónleikararnir í Ælaboganum gleða seg ótrúðliga nógv til vitjanina, og vóna at fólk koma til tiltøkini, ið vera fyriskipað Fyrrver- andi spyr nú- verandi Páll á Reynatúgvu, fyrr- verandi landsstýrismað- ur í almannamálum, hevur til tingfundin mikudagin sett verandi landsstýrismanninum, Hans Paula Strøm, fyri- spurning viðvíkjandi sambýlinum fyri sinnis- veik í Sandavági Páll á Reynatúgvu sig- ur, at nógvur goragang- ur tók seg upp tá ið hann vegna táverandi lands- stýrið, keypti húsini undir Fobbakletti. – Og ikki minst tá ný- valda og partapolitiska forkvinnan í Sinnisbata, saman við miðlunum fóru at tyrpast rundan um hesi hús, gjørdist ágangurin á meg sum landsstýrismann øgilig- ur. Skipað varð fyri kravgongum, og húsini undir Fobbakletti, vóru lýst at vera snøgt sagt ónýtilig til endamálið, skrivar hann, samstund- is sum hann fegnast um, at tað nú tykist vent í holuni hesum viðvíkj- andi. Hetta skilt soleið- is, at fjølmiðlaviðgerðin av sambýlinum hevur verið munandi meira positiv hesa seinastu tíðina. Tí vil Páll á Reyna- túgvu hava at vita, hvørt nøkur viðurskifti er grundleggjandi broytt, í mun til upprunaligu al- mennu ætlanina við húsunum Undir Fobba- kletti. Um Sinnisbæti hevur viðmælt ætlanini og um felagsskapurin nøgdur við hesa. Hvussu nógv búpláss eru á stovninum, og hvør kostnaðurin er fyri hesi. Hvørt brúkararnir eru viðgerðarkrevjandi brúkarar. Hvussu nógv fólk eru í føstum starvi á sambýlinum. Hvussu stórur samlaði rakstrar- kostnaðurin av sambýl- inum er. Og hvørjar ætlanir landsstýrismað- urin hevur, tá hann við bløðini sigur, at hetta ikki verður seinasta sambýlið av sínum slag. -jm C M Y K 3 2