mikudagur 1. september 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 165 - 1. september 2004
Nr. 165 - 1. september 2004
5
– Tað er ikki nakað
nýtt, at framtíðin
kemur. Men spurn-
ingurin er, um vit
bara lata hana koma,
ella um vit fyrireika
okkum til hana. Tað
nyttar ikki bara at
tosa um, at undir-
sjóvartunnilin hevur
stóran týdning fyri
Klaksvík, tað er væl
og virðiliga staðfest.
Nú ræður um at taka
nakrar avgerðir og so
at handla út frá
teimum, sigur stjórin
í Norðoya Sparikassa,
Eyðfinn Reyðberg
TUNNILSPRÁT
Solby A. Eliaesen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Tosað verður dúgliga um
Klaksvík verður tilreiðar til
tað fasta sambandið við
meginlandið, sum í dag
ikki liggur nógv meira enn
hálvt annað ár frammi í tíð-
ini. Nógvar røddir eru
frammi, sum siga, at tað
verður eitt slag av einum
mønustingi
fyri
bæði
handils- og býarlívið, tí
hesi fara ikki at megna at
standa kappingini kurl.
Hesum er sparikassa-
stjórin, Eyðfinn Reyðberg,
tó ikki heilt samdur í. Hann
heldur, at tað er av alstórum
týdningi at norðoyingar
gera sær greitt, at gerðir
skulu til og ikki bara tos
um, hvørjir vansar eru við
tunlinum.
– Tað nyttar lítið at seta
ljóskastaran á tað, at handl-
ar lata aftur í býnum, tí har-
við verður gloymt, at aðrir
samstundis lata upp, vísir
Eyðfinn á.
Samstundis væntar hann
eisini, at hendan gongdin
við, at handlar lata aftur, fer
at halda fram, men tað sær
hann ikki svart uppá.
– Eiga vit ikki nógv held-
ur at royna at hava nógvar
sterkar og stórar handlar
ella fyritøkur við einum
høgum tænastustøði fram-
um at hava eina ørgrynnu
av smáum, sum nóg illa
hóra undan. Og hartil ikki
kunnu loyva sær nakað
serligt orsakað av fíggjar-
støðuni, spyr hann. Og
leggur samstundis dent á, at
við
undirsjóvartunlinum
harðnar kappingin øgiliga
nógv, og tí verður marknað-
arføring ein rættiliga av-
gerandi partur av handils-
lívinum – serliga eftir at
tunnilin er tikin í nýtslu.
Eyðfinn vísir á, at við-
skiftafólk eru kræsin í dag,
og tey finna seg so sanni-
liga ikki í, at tey ikki fáa ta
vøruna ella tænastuna, sum
tey ynskja.
– So fara tey bara onkra
aðrastaðni, har tey kunnu
fáa hana, sigur hann.
Ikki evstamark
Eyðfinn vísir á, at tað kann
tykjast sum, at nógvir
klaksvíkingar síggja dagin,
tá tunnilin letur upp, sum
eitt evstamark fyri, at alt
skal verða klárt. Men tað
heldur hann ikki.
– Har er als ikki talan um
nakra dead-line. Men týdn-
ingarmikið er, at avgerðirn-
ar verða tiknar nú, og at
ítøkiligar framtíðarætlanir
til ta tíð liggja fyri framm-
an. Ongin sigur, at alt skal
verða liðugt samstundis,
sum tunnlin letur upp, stað-
festir hann.
Hetta førir tosið inn á
ætlaðu handilsmiðstøðina á
Sandinum, sum tykist at
hanga í ógvuligari leysari
luft.
– Ja, tað ljóðar, at
handilsmiðstøðin ikki verð-
ur til nakað. Um tað verður
so, so taki eg synd í býnum,
tí ein handilsmiðstøð hevði
lyft allan býin upp á eitt
hægri støði og hevði havt
ávirkan á alt, sigur hann.
Her hugsar hann serliga um
sethúsaprísir,
trivnaðin,
hvar fólk velja at búseta seg
og so framvegis.
Eyðfinn skilir ikki, at
handilsfólk føra fram, at
ein handilsmiðstøð hevði
tikið alt grundarlagið und-
an handilslívinum í Klaks-
vík.
Hann heldur tað er sera
umráðandi, at fólk byrja at
hugsa um, at tað í veruleik-
anum ikki er hvønnannan,
sum tey kappast við. Men
tey, sum eru uttanfyri. Tað
vil siga meginøkið.
– Vit hava verið so av-
byrgd í langa tíð, at tey,
sum eru uttanfyri eru voks-
in, og vit í roynd og veru
minkað. Nú er tíð uppá, at
tað gongur upp fyri okkum,
at tað er kappingina uttan-
fyri, sum vit skulu hugsa
um. Eg haldi eisini, at tað
er við at henda, sigur Eyð-
finn Reyðberg.
Prísur avgerandi
Eitt annað, sum Eyðfinn
heldur fer at spæla rættiliga
stóran leiklut í, hvussu
framtíðin fer at verða, eftir
at tunnilin er latin upp, er
prísurin
fyri
at
koyra
ígjøgnum hann.
– Hann má í øllum førum
ikki vera hægri enn tann í
Vágatunlinum í dag. Tað er
púra vist, sigur hann.
Somuleiðis nevnir hann,
at um so er, at stór tiltøk eru
í
Klaksvík,
til
dømis
Summarfestivalurin, ítrótt-
arnátt ella Open by Night,
at so átti tað at borið til at
havt eitt samstarv millum
Norðoyatunnilin og tey, ið
skipa fyri, soleiðis, at fólk
kundu koyrt bíligari í
gjøgnum tunnilin í tí sam-
bandinum.
Hetta heldur sparikassa-
stjórin hevði gagnað øllum
pørtum.
– Tað sigur seg sjálvt.
Fleiri bilar høvdu ivaleyst
koyrt gjøgnum tunnilin og
meira fólk høvdu vitjað
tiltøkini, slær hann fast.
Eyðfinn Reyðberg sær
fyri sær ein fullkomuliga
broyttan bý, tá fasta sam-
bandið er veruleiki. Men
hann er ikki í iva um, at
norðoyingar mugu standa
saman og samstarva um at
skapa ta framtíðina, sum
liggur so nær.
Vit mugu sjálvi skapa framtíðina
138 metrar upp á eina viku
Sambært heimasíðuni hjá Norðoyatunlinum vórðu
138 metrar boraðir í síðstu viku. 77 metrar Borðoyar-
megin og 61 metrar Leirvíksmegin. Sostatt eru nú
sprongdir 1.549 metrar inn Leirvíksmegin og 841
metrar Klaksvíksmegin - ella 2.390 metrar saman-
lagt.
- sae -
Tað er ikki nakað nýtt, at framtíðin kemur. Men spurningurin er, um vit bara lata hana koma, ella um vit fyrireika okkum til hana, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri
í Norðoya Sparikassa
Mynd: Jan Müller
Nýggj
vindeygu
frá Bill
Microsoft við Bill
Gates hevur meldað
út, at nýggja útgávan
av
Windows
skal
verða klár um tvey ár.
Hetta skrivar Morgen-
avisen Jyllands-Pos-
ten.
Bill Gates sigur, at
nýggja Windows stýri-
skipanin verður slóð-
brótandi - sum eitt
»Big Bang.«
Men tað hevur verið
trupult at koma á mál
við
nýggju
stýri-
skipanini, sum enn
ikki er liðug. Teir stóru
trupulleikarnir
hava
gjørt, at Microsoft nú
hevur
lækka
ambitiónsstøðið eitt
sindur við tað, at so-
kallaða Microsoft File
System ikki verður við
á hesum sinni. Hetta er
eitt forrit, sum heldur
skil á fílunum í Win-
dows.
Tvey ár er tó ein
long tíð at bíða eftir
nýggjum vindeygum,
og inntil tá fer Win-
dows at bjóða sínum
brúkarum eina størri
dagføring av stýri-
skipanini
Windows
XP. Morgenavisen Jyl-
lands-Posten skrivar
týsdagin, at hetta verð-
ur gjørt einaferð í sep-
tember.
Hann
ákærir hini
Fyrrverandi forsetin í
Jugoslavia, Slobodan
Milosevic, helt í gjár
sína verjurøða í rættin-
um í Haag. Hann byrj-
aði við at siga, at
ákærurnar móti hon-
um er tann reina lygn.
Hann legði afturat, at
tað var altjóða samfel-
agið, sum oyðilegði
Jugoslavia.
Hetta
skrivar BT týsdagin.
-hkm
Mánakvøldið kom
nótaskipið Finnur
Fríði á Kollafjørð við
eini last av norðhavs-
sild, sum skal virkast
til matna og sendast á
eysturevropeiska
marknaðin
FISKIVINNA
Stefan í Skorini
Endiliga ein sólskinssøga í
føroyska
vinnulívinum.
Kollafjord Pelagic hevur nú
fingið veruliga gongd á
virksemið, og mánakvøldið
landaði Finnur Fríði 400
tons av sild. Tvær vaktir við
fimtan tímaløntum á hvørj-
ari vakt eru til arbeiðis á
virkinum, og arbeitt varð
við fullari ferð mánanáttina
og týsdagin. Umframt tey
tímaløntu eru átta fastlønt
fólk á virkinum.
– Hetta er fyrsta veruliga
lastin, vit hava fingið síðan
umbyggingina og royndar-
koyringina, sum var í mars
mánað í ár, sigur Sofus
Poulsen, stjóri á Kollafjord
Pelagic, sum nú er klárt at
taka ímóti og virka fisk.
Málið er 40.000 tons
Tá virkið framleiðir optim-
alt, og øll viðurskifti eru til
vildar, skuldi virkið kunna
virkað eini 30-40.000 tons
um árið.
– Hetta er málið hjá okk-
um. Tað verður ikki í ár og
neyvan komandi ár, men tá
vit hava fingið framleiðsl-
una í eina fasta legu, rokna
vit við at virka umleið 30-
40.000 tons um árið, sigur
Sofus Poulsen, stjóri.
– Ætlanin er at fáa teir
flestu føroysku bátarnar at
landa hjá Kollafjord Pela-
gic, men neyðugt verður
eisini at fáa lastir frá írsk-
um, skotskum og norskum
bátum, sigur stjórin um
framtíðarvirksemið
hjá
virkinum.
Nú
stendur
makrel-
sesongin fyri framman, og
tá ætlar Kollafjord Pelagic
sær at vera við frá byrjan
av. Sildasesongin er um at
vera liðug, og makrel-
sesongin er frá september
til mánaðarskiftið januar/-
februar.
– Okkara høvuðsvirk-
semið verður um heystið og
um
veturin.
Summarið
verður væntandi lágsesong
hjá okkum. Tá fara vit
møguliga at taka ímóti gull-
laksi og sild, men tað verð-
ur fyrst og fremst makrelur-
in, ið vit satsa uppá, greiðir
Sofus Poulsen frá.
Fiskurin verður fyrst
støddarskildur og síðani
pakkaður í 20 kilo eskjur.
Tann virkaði fiskurin verð-
ur goymdur á frystigoymsl-
uni hjá Kloosterboer í
Kollafirði, sum teir upp-
runaligu
eigararnir
av
Kollafjord Pelagic fram-
vegis eiga, og ætlanin er at
selja fiskin á tí eystur-
evropeiska
og
russiska
marknaðinum.
Byrjunartrupulleikar
Fyri einum ári síðani keypti
eitt samtak millum Føroya
Sparikassa, Framtaksfelag-
ið Notio, Tryggingarfelagið
Føroyar og reiðaríini hjá
fleiri nótabátum í Gøtu
(Finnur Fríði, Tróndur í
Gøtu, Jupiter og Høgaberg)
virkið í Kollafirði, men ikki
fyrr enn nú er virksemið
veruliga komið í gongd.
Tað vóru upprunaliga
hollendskir íleggjarar, ið
bygdu virkið í Kollafirði,
men fyri einum ári síðani
valdu teir at taka seg úr
Kollafjord Pelagic og selja
til føroyingar. Fyrsti spakin
varð settur í í 2001 og virk-
ið stóð liðugt í 2002, og nú
tvey ár seinni verður fiskur
loksins virkaður á Kolla-
fjord Pelagic.
– Vit hava havt nakrar
byrjunartrupulleikar. Eitt
nú skuldi ein nýggjur
frystitunnil vera klár í janu-
ar, men hann bleiv ikki
klárur til nýtslu fyrr enn í
mars mánaði, og tað var
sesongin fyri makrel av á
hesum sinni, og tískil hava
vit verið nakað seinkaðir,
sigur Sofus Poulsen.
Síðani í vár hava ymisk
viðurskifti havt við sær, at
virkið ikki hevur fingið
tann neyðuga fiskin at
virka. T.d. hevur góðskan á
rávøruni (sildini) ikki verið
nóg góð eitt skifti í
summar.
25 fólk eru søgd úr
starvi hjá Eimskip í
Føroyum. – Saman-
leggingin millum
Eimskip og Skipafel-
agið krevur rational-
iseringar, sigur
Brynjar Viggóson,
stjóri á Eimskip í
Føroyum
UPPSAGNIR
Stefan í Skorini
Av teimum 25 fólkunum, ið
hava starvast hjá Eimskip,
hevur umleið ein triðingur
fingið at vita, at tey kunnu
halda fram hjá Skipafelagn-
um. Vit frætta, at átta av
starvsfólkunum hava fingið
starv aftur á Skipafelagn-
um.
– Orsøkin til uppsagnirn-
ar er fyrst og fremst, at
samanleggingin krevur, at
vit ikki hava nakrar dupult-
funktiónir, sigur Brynjar
Viggóson, ið leggur afturat,
at hetta var torførasta upp-
gávan, hann hevur havt sum
stjóri hjá Eimskip í Føroy-
um. Eitt starv hann hevur
røkt í eitt ár.
Hetta er beinleiðis orsøk-
in til uppsagnirnar, men um
vit hyggja eftir heildar-
myndini, kunnu vit stað-
festa, at virksemið hjá báð-
um feløgum hevur verið
minkandi, og hetta hevur
kravt eina samanlegging. Á
tann hátt kann tað sama
flutningsvirksemið rekast
munandi bíligari enn áður.
Kundin má ikki svíða
Spurningurin er síðani, um
hendan
samanleggingin
ikki fer at fáa negativar
avleiðingar fyri kundarnar
hjá flutningsfyritøkunum.
– Eg rokni ikki við, at
kundin fer at líða undir hesi
samanleggingini, og tað má
fyri alt í verðini ikki henda.
Skipafelagið verður eff-
ektivar í sínum virksemi,
og tað rokni eg við, at
kundin fer at kenna ágóðan
av, sigur stjórin á Eimskip í
Føroyum.
Men vísir tað seg ikki
ofta, at jú færri veitarar eru
á marknaðinum, tess verri
verður tænastan?
– Vit skulu minnast til, at
hetta er ein opin marknað-
ur, og tí ber tað ikki til hjá
Skipafelagnum at hugsa, at
nú vit eru einsamallir nýtist
okkum ikki at veita eins
góða tænastu, tí so tapa teir
í longdini, sigur Brynjar
Viggóson, ið heldur fram
sum prosjektleiðari í Eim-
skip, inntil samanleggingin
er framd til fulnar.
Hann leggur afturat, at
felagið fer at kanna møgu-
leikarnar fyri at bjóða onkr-
um
av
starvsfólkunum
starv á skrivstovunum hjá
Eimskip í øðrum londum.
Starvsfólkini eru upp-
søgd frá 1. september, og
tey flestu hava eina upp-
sagnartíð á 3-6 mánaðir.
Á portalinum mánadagin
stóð at lesa, at ongar upp-
sagnir verða á Skipafelagn-
um Føroyar orsakað av hesi
samanleggingini. Tó verða
væntandi nakrar umlegg-
ingar framdar á Skipa-
felagnum, men júst hvussu
hesar fara at merkjast hjá
starvsfólkinum er ógreitt.
– Vit hava ongar ætlanir
um uppsagnir, sum eru
beinleiðis tengdar at sam-
anleggingini, sigur Árni
Joensen, stjóri á Skipafel-
agnum, í stuttari viðmerk-
ing. Hann leggur tó afturat,
at flutningsvinnan mangan
er turbulent og dynamisk,
og tí kann tað vera torført at
siga nakað nágreiniligt um
framtíðarútlitini.
Kollafjord Pelagic virkar endiliga fisk
Eimskip riggar av í Føroyum
Finnur Fríði landaði á Kollafjord Pelagic mánakvøldið. Hetta var fyrsta lastin, sum virkið tekur ímóti, og nú brynjar tað seg til
makrelsesongina í vetur
Mynd: Jens Kr. Vang
Eimskip í Føroyum riggar av eftir samanleggingina við Skipa-
felagið Føroyar, og her verður skeltið á nýggja bygninginum hjá
Eimskip á Skansabryggjuni tikið niður
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4