Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 165 - 1. september 2004 Nr. 165 - 1. september 2004 7 Nýútlærdu Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir, ið júst hava lokið bacchelorprógv innan ávikavist Fashion Promotion og Contemporary dance, ætla sær í næstum til Kanada og New York, har tær fara at fyrireika eina øðrvísi og spennandi listaframsýning SLÓðBRÓTANDI LIST Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir. Onnur hevur júst vunnið eina virð- isløn fyri at hava bestu bacheloruppgávu í Fashion Promotion í Onglandi. Hin hevur eina 1st class degree innan Contemporary dance. Tær hava arbeitt saman fyrr, við skúla- projektum hjá hvørji aðrari, og kennast væl. Nú hava tær av álvara sligið høvdini saman, og saman ætla tær at skapa eina listaframsýning fyri føroyskum ungdómum í aldrinum 20-25 ár. Spennandi og slóðbrótandi Men talan er ikki um nakra vanliga listaframsýning. Ætlan teirra er at nýta miðlarnar hjá hvør aðrari, sum eru dansur og móti, og samantvinna teir við films- list. Endamálið er at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind á ein nýggjan og slóð- brótandi hátt. Marianna Mørkøre, sum Sosialurin fekk orðið á, sig- ur at tað í Føroyum er so ógvuliga avmarkað hvat fær loyvi at koma undir heitið »list«. – Tá tú kemur burtur frá Føroyum, fært tú veruliga ein skelk av at síggja hvussu nógv kemur undir at vera list í útheiminum. Alt er loyvt, og listafólk kunnu úttrykkja seg á óendaligar hættir. Í Føroyum er nærum alt tað sama, við málningm, tekningum o.s..fr Vit ætla at vísa føroyskum ungum, hvat list eisini kann vera, greiðir Marianna frá. Tær halda báðar, at tað verður alt ov lítið gjørt við at geva post-tannáringun- um, t.v.s. teimum, sum eru í aldrinum 20-25 ár, íblástur og nýggj hugskot. – Vit hava báðar búð í London, hava arbeitt við nógvum ymiskum listafólki og hava sæð hvat hendir innan listina har. Men tey ungu í Føroyum hava ikki teir møguleikarnar. Nógv eru áhugað í list, og vit ætla okkum at vísa teimum okkurt heilt øðrvísið, sigur Marianna. Hon staðfestir, at tey í 20'unum eru ein eftirbátur, hvat ið listini viðvíkur. Og tað ætla tær báðar sær nú at gera nakað við. Reyðir metrar í minuttum Rannvá og Marianna ætla sær at eksperimentera við rørðslumyndum, ljósi, ljóði, stødd og tíð. Onnur er koreograf, hin er designari og samantvinnandi miðilin verður upptøkutóli, sum tær ætla at nýta á ein øðrvísi og spennandi hátt. – Tað, sum er so faciner- andi við upptøkutólinum er tað, at tað ber til at manipulera tað, sum eygað sær. Á hendan hátt hava vit, sum listakvinnur, tamar- hald á hvat vit vilja leggja høvuðsdentin á, siga tær. Verkætlanin verður býtt í tveir partar. »Reyðir metrar í minuttum« er ein lista- framsýning við rørslu- myndum, har tær fara at spæla við ljós, ljóð og rørslu og flætta egnar royndir og vitan saman. Tær hava jú fingist við ógvuliga ymisk ting, og royndirnar eru tí ógvuliga ymiskar. Ætlanin er at fara til eina lítla oyggj uttan fyri Mon- treal í Kanada, har tær vera í 4 vikur, fáa sær íblástur og taka upp. Endamálið við at fara haðar at taka upp, er, sum tær sjálvar siga, – At fáa sett ting í perspektiv og at sleppa tí sjálvsagda og siðbundna. Síðani verður steðga eina viku í Montreal og eina viku í New York, har tær báðar fara at luttaka á ymiskum skeiðum innan listagreinir teirra. Har fara tær at møta virkandi lista- fólki og fáa samband við onnur fólk, ið fáast við list. Her kunnu tær sostatt fáa hjálp og íblástur til at fáa tað besta burturúr upptøk- unum, og sostatt fáa úrslitið so gott sum gjørligt. Hin parturin av framsýn- ingini verður ein stutt- filmur, ið vísir hvussu tær arbeiða seg fram til enda- liga úrslitið. Hetta verður ein dokumentarfilmur, ein- ar 20 minuttir til longdar, og hann fer at vísa áhugað- um, hvussu ein øðrvísi listaframsýning verður til frá byrjan til enda. Hann skal virka sum íblástur til teirra, ið hava hug at royna nakað nýtt og eksperiment- erandi. Filmurin fer at geva eina realistiska mynd av arbeiðsgongdini. Ein lista- framsýning av slíkum slag er jú ein stór avbjóðing, men Rannvá og Marianna trúgva uppá, at tað letur seg gera, og tað vilja tær prógva við dokumentar- filminum. Til íblástur fyri onnur listaáhugað ung í Føroyum. Málið: januar 2005 Hugskotið til verkætlanina kom í lag, eftir at tær høvdu lokið útbúgvingarnar. Tær sótu og prátaðu saman, og høvdu báðar hug til at arbeiða innan eksperiment- erandi list, har tær kundu nýta vitanina, tær hava fingið ígjøgnum útbúgv- ingina, og samstundis menna seg meiri. Eisini vildu tær gera nakað listar- ligt fyri tey 20-25 ára gomlu. Tær hugsaðu fyrst um hvat tær høvdu hug til. Síðani hvat var realistiskt og hvat tær kundu skaffa pening til. Og í oktober mánaði leggja tær til brots. Rannvá og Marianna hava longu bílagt Smiðjuna í Lítluvík til framsýningina av verkætlanini, sum ætl- andi verður 6.-12. januar í 2005. Talan verður um eina listaframsýning við livandi myndum, har fleiri projektørar verða nýttir. Framsýningin verður so- statt sett upp á ein ógvuliga ótraditionellan hátt. Spennandi verður at síggja hvat tær báðar koma fram til. Tað verður tó ikki avdúkað fyrr enn um fýra mánaðir, hvussu dansur og móti kunnu samantvinnast til eina listaframsýning við livandi myndum. Slóðbrótandi listaframsýning: Reyðir metrar í minuttum Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir fara í næstum til Kanada har tær skulu gera eina listarliga verkætlan, nevnd reyðir metrar í minuttum Myndir: Kristina Sørensen 10 metra fallið lógarbrot Tann 17 ára gamli unglingin, sum miku- morgunin í farnu viku var fyri arbeiðsóhapp- ið, tá hann datt gjøgn- um plexiplátu á tekju, kann vænta sær endur- gjald, og at málið verður koyrt til fútan. Arbeiðseftirlitið hevur kannað málið og sagt verður, at tað er sannlíkt, at brot er framt á arbeiðseftir- litslógirnar. Um ein plexipláta er í tekju, so er hetta at meta sum hol í tekjuni, og skal hetta holið tískil dekk- ast til ella skermast av. Men plexiplátan í tekjuni á bygninginum hjá Farmaleiðum, har ungi maðurin datt tíggju metrar ígjøgn- um, var ikki avbyrgd ella dekkað til. Holið var ein metur ganga tríggjar metrar til støddar. Av Arbeiðseftirlitin- um verður sagt, at frágreiðingin er liðug, men at hon er ikki al- mannakunngjørd enn. Men av Arbeiðseftir- litinum frætta vit, at væntandi verður málið koyrt til fútan, tí í prinsippinum er lógar- brot framt. Tann 17 ári gamli maðurin, sum varð fyri óhappinum, breyt annan skøvningin og báðar armarnar. -hkm Arbeitt verður komandi vikurnar í Leynatunlinum. Tunnilin er stongdur, og ferðslan verður leidd eftir gamla vegnum undir Leynaklivum FERÐSLA Edvard Joensen Leynatunnilin er stongdur, tí fólk hjá Landsverki eru farin at tryggja loftið. Samstundis arbeiðir fólk frá SEV og Føroya Tele við at leggja nýggjar kaðalar í vegbreytina. Birgir Johannesen hjá Landsverki, sigur, at serliga vestari endi á loftinum hevur verið í heldur vána- ligum standi. Loftið verður nú tryggjað við boltum, eins og betong eisini verður sprænt upp- undir, sigur Birgir Johanne- sen. Eisini hava verið onkr- ir lekar undan loftinum, sum nú skulu tettast, sigur hann. Meðan fólk frá lands- verki arbeiða undir loftinm, verður eisini arbeitt í veg- jaðaranum. Fólk hjá Føroya Tele og Sev nýta høvið, nu tunnilin kortini er stongdur fyri ferðslu, at leggja nýggjar kaðalar gjøgnum tunnilin. Tá nú grivið er, fer lands- verk eisini at gera nýggjar rennur og brunnar í veg- kantin. At enda skal veg- breytin eisini asfalterast, sigur Birgir Johannesen. Í fyrsta lagi verður Leynatunnilin stongdur fyri allari ferðslu hetta til 17. september, siga tey á Landsverki. Tá verður roknað við, at arbeiðini, sum gjørd verða í vegbreyt- ini, eru liðug, og tunnilin verður opin fyri ferðslu um kvøldið og náttina, tá ikki verður arbeitt undir loftin- um. Eina viku inn í oktober ella so fer arbeiðið vænt- andi at vara, metir Birgir Johannesen. Meðan arbeitt verður í Leynatunlinum, verður ferðslan leidd við ferðslu- ljósum eftir gamla vegnum undir Leynaklivum. Vegur- in er ikki tíðarhóskandi, og tí er neyðugt at hava ein- vegis ferðslu. Hóast álvarsligar ákoyringar um ivasom fíggjarviður- skifti, sum høvdu við sær, at Johan Dahl í vár mátti leggja frá sær sum landsstýris- maður, hevur hann einki orð frætt aftur. Hvørki frá rættinum ella øðrum. Hin part- urin í málinum sigur tað vera so torgreitt, at bíðað verður við viðmerkingum POLITIKKUR Edvard Joensen Johan Dahl, fyrrverandi landsstýrismaður, metir tað sum púrgjørdan tramans- skap, at hann mátti úr sess- inum í Fiskimálaráðnum fyrr í ár. Síðan hevur hann hvørki hoyrt orð ella eið í tí málinum, sigur hann. Hin parturin i málinum sigur málið vera so torgreitt, at bíðað verður við viðmerk- ingum. Mikið rok stóðst í vár av skuldsetingum, sum reistar vórðu móti Johan Dahl, ný- útnevndum landsstýris- manni við fiskivinnumál- um, um eitt ávíst mál, har róð varð framundir, at hann hevði gjørt ymsar fíggjar- ligar mønøvrur, sum kanska ikki vóru heilt í lagi. Málið endaði við, at løgmaður rak hann úr landsstýrissessinum. Síðan hevur Johan Dahl ikki frætt eitt einsata petti um hetta málið, sigur hann. Og hann metir tað sum eitt politiskt átak móti sær. – Eg eri sannførdur um, at alt hatta málið var polit- iskt. Ein manøvra frá polit- iskum mótstøðumonnum, sum partar av mínum egna flokki eisini vóru uppií, sigur Johan Dahl við Sosi- alin. Johan Dahl heldur ikki, at hann fer at reisa nakað sakarmál um ærumeiðing í hesum førinum. – Tað førir ikki til nakað annað enn, at alt verður rivið uppaftur, og eg og familja mín skulu gjøgnum sama runudíkið einaferð, enn. Og tað havi eg als ongan hug til, sigur hann. Hinvegin udrast hann á, at einki frættist aftur, tá tað í vár var so umráðandi at fáa lýst hetta málið. – Tað kann vera, at málið ikki er so greitt, sum tað var sett upp. At tað var Johan Dahl, sum var einsa- mallur var skálkurin í hes- um, sum hent var, heldur hann. Tað er ein søgulig sann- roynd, at felag hansara, sum meginparturin av sam- felagnum sum heild, fór á húsagang, ásannar hann. Men hann tvíheldur um, at hann hevur goldið øllum, hann skyldaði pengar, sín part aftur. Ein annars týðandi per- sónur í málinum var Inge Kruse Jensen, sum er einkja eftir mann, sum var í handilsfelagsskapi við Johan Dahl. Hon sigur við Sosialin, at hon veit ikki rættiliga, hvussu málið stendur í løt- uni. Eitt sakarmál móti ein- um triðja persóni í handils- felagsskapinum hjá Johan Dahl og manni hennara hevur júst veirð fyri í rætt- inum, men hon veit ikki úr- slitið enn. – Hetta er eitt so torskilt og fløkt mál, sum er sera ringt at fáa nágreiniligt innlit í, at eg vil helst einki siga enn, sigur hon í stuttari viðmerking við Sosialin. Johan Dahl hevur einki frætt Marianna Mørkøre, sum herfyri vann eina stóra kapping fyri síðstaárs mótalesandi í Onglandi, fekk nakað eftir kapp- ingina, sera góða umtalu í blaðnum Blueprint, ið er fremsta blaðið innan design, arkitektur og mentan MÓTI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Marianna hevði til fráfar- ingaruppgávu sína gjørt ein kassa, við einum lítlum holi at hyggja ígjøgnum. Inni í kassanum var ein projektør- ur, ið vísti ein film av gentum, sum m.a. hoppaðu band og elastik í Havn. Eisini hevði hon sett fleiri spegl upp inni í kassanum, so myndin bleiv brotin og kastað aftur fleiri ferðir. Marianna hevði bundið nøkur av klæðunum, sum genturnar vóru í, men legði serliga dent á ljós, ljóð og rúmd. Henda verkætlanin berg- tók strongu dómararnar so mikið, at Mariann vann sera hørðu kappingina fyri nýskapandi hugsunarhátt. At koma í blaðið Blue- print er ein ógvuliga stórur heiður og ein stór viður- kenning. Serliga fyri ungar og óroyndar sniðgevar er tað av stórum týdningi at fáa umtalu í hesum blað, sum øll innan mótaheimin lesa. Blueprint Á heimasíðuni www.design4design.com, ið er ein mótasíða burturav, stendur m.a. soleiðis um Blueprint: Blaðið verður skýrt at vera uttan kapping frá hin- um bløðunum á marknaðin- um, at hava fantastiskar myndir og framúr góða skriving. Blueprint megn- ar betur enn nakað annað blað at útvega nýggjar hætt- ir at síggja design og sam- felag uppá. Tey, ið lesa Blueprint eru bæði elitan innan design og arkitektur, núverandi, væl- etableraðar stjørnur eins væl og morgindagsins kom- andi nøvn. Blueprint hevði m.a hetta at siga um Marionnu og endaligu uppgávu hennara. »Í fyrstuni sær kassin ikki út av nógvum, men tá tú hyggur inn í hann, verður ein heilt nýggjur heimur opinberaður. Hetta er heimurin hjá Marionnu Mørkøre... Mørkøre, 26, er voksin upp í Føroyum...Í filmi hennara, sum er tikin upp í heimlandinum, síggjast modellir spæla, við før- oysku fjøllunum og havin- um í bakgrundini... Mynd- irnar av gentunum og fjøll- inum rundan um Tórshavn verða reflekteraðar og brotnar av ymsu speglunum inni í kassanum. Marianna sigur, at ætlan- in bert var at seta móta inn í ein øðrvísi samanhang, og at hon ikki ætlaði at nýta heilt serliga landslagið har heima til at eksperimentera við. Hon sigur tó, at hon er ógvuliga ávirkað av stóru, fríu víddunum í Føroyum... Mørkøre ætlar sær at ar- beiða sjálvstøðugt, heldur enn at elta eina yrkisleið innan mótaheimin. Hon ætlar sær heldur at arbeiða innan film... Watch this space..." Marianna Mørkøre í Blueprint Tryggja tunnilsloft Meðan arbeitt verður í Leynatunlinum, verður ferðslan við ferðsluljósum leidd undir Leynaklivar Mynd: Jens Kristian Vang Málið, sum feldi Johan Dahl sum landsstýrismann, var politisk manøvra frá mót- støðumonnunum, sum onkrir av egnum floksfeløgum eisini vóru uppií, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin, sum enn einki meira veit um nakað sakarmál C M Y K 7 6