Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 165 - 1. september 2004 Nr. 165 - 1. september 2004 9 Heidi spyr um javn- støðu Heidi Petersen, løg- tingskvinna fyri Tjóð- veldisflokkin, fer mikudagin at seta lands- stýrismanninum í javn- støðumálum, Hans Paula Strøm fyrispurn- ing um, hvussu gongst við at seta átøk í verk, sum kunnu fáa fleiri kvinnur virknar í før- oyskum politikki. Heidi Petersen vísir á, at hesin spurningur fleiri ferðir hevur verið umrøddur. Eitt nú setti hon sjálv fyrispurning á tingi í vár, og ta ferðina svaraði landsstýrismað- urin, at neyðugt var við miðvísum átøkum innan øll øki, um málið um politiska javnstøðu skal røkkast. Tí spyr tingkvinnan nú, hvussu langt landsstýr- ismaðurin erkomin við fyrireikingunum av ein- um miðvísum átaki fyri at fáa fleiri kvinnur virknar í føroyskum politikki. Um landsstýr- ismaðurin kann leggja eina ávegis ætlan um hetta arbeiði fyri tingið, og nær landsstýrismað- urin fer at seta fráboð- aðu tvørpolitisku nevndina, sum skal arbeiða fyri at fáa fleiri kvinnur á ting og í kommunustýrini kring landið? -jm Stjórin í Suðuroyar Sparikassa sagt upp Mikkjal Sørensen fer úr starvinum á nýggj- árinum UPPSØGN Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Stjórin í Suðuroyar Spari- kassa hevur sagt upp. Mikkjal Sørensen bað herfyri umsjónarráðið um at verða loystur úr starvi og tað hevur umsjónarráðið tikið til eftirtektar. Mikkjal Sørensen fer frá 31. desember og hetta til tá, fer umsjónarráðið at brúka til at leita eftir nýggjums stjóra. Mikkjal Sørensen hevur verið stjóri í Sparikassa í 19 ár. Men longu tá hevði hann nokk so drúgvar royndir úr bankaverðini. Longu beint eftir lokið realprógv fór hann í læru í Sjóvinnubankanum sum tá var og har var hann til í 1985, tá ið hann tók við stjórastarvinum í Suður- oyar Sparikassa. Hann hevur sostatt verið stjóri í 19 ár. Og tað heldur hann er nóg mikið. Mikkjal Sørensen sigur í stuttari viðmerking, at tað hevur gingið væl hjá Suð- uroyar Sparikassa hesi árini og tað stendur eisini væl til, nú hann leggur frá sær. Einasta orsøkin til, at eg nú leggi frá mær, er, at eg vil sleppa at royna okkurt annað eftir 31 ár í banka- og Sparikassavinnuni og 19 árum sum stjóri í Suðuroy- ar Sparikassa, sigur hann. Hann leggur tó afturat, at enn veit hann ikki, hvat hann fer at takast við. Stjórin í Sparikassanum seinastu 19 árini, Mikkjal Sørensen, hevur sagt upp. Hann vil sleppa at royna okkurt annað, sigur hann Snildur taktikkur frá arbeiðsgevarunum fer ikki at virka, sigur Gunnleivur Dalsgarð í Starvsmannafelagn- um TRÝPARTASAM- RÁÐINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit fara ikki at lata okk- um kúga. So eg vóni, at ætlanin verður slept, longu áðrenn hon er sett í verk. Gunnleivur Dalsgarð ávarar bæði politikarar og arbeiðsgevarar ímóti at leggja Starvsmannafelagið undir trýst. Hann er rættiliga á varð- haldið, nú arbeiðsgevarar hava kallað arbeiðarafel- øgini til nýggjan fund um trýpartasamráðingar við landsstýrið um kostnaðar- støðið í Føroyum. Hann heldur hetta er tak- tikkur fyri at fáa Starvs- mannafelagið niður við nakkanum. Tað var Havnar Arbeiðs- mannafelag, sum skeyt upp at arbeiðsgevarar og fakfeløg fóru undir sam- ráðingar við landsstýrið um at halda kostnaðarstøðinum í samfelagnum niðri fyri at bøta um kappingarførið. Tað skuldi gerast við, at fakfeløgini bjóðaðu sær til at halda aftur í lønarkrøv- um, men afturfyri skuldi landsstýrið binda seg til at lækka skattir og avgjøld. Í gjár skuldi høvdu ar- beiðsgevarar kallað arbeið- arafeløgini til fundar at tosa meir um hesar trýparta- samráðingarnar. Bárður Nielsen, lands- stýrismaður í fíggjamrálum sigur, at skal talan vera um samráðingar avhesum slagi, mugu øll fakfeløni verða við. Men Starvsmannafelagið hevur greitt boðað frá, at tað vil ikki vera við í slíkum trýpartasamráðing- um À heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum í gjár, segði formaðurin í arbeiðsgev- arafelagnum, at hann er samdur í, at øllfakfeløgini mugu vera við. Hann vísur á, at tað al- menna kann fara til borgar- an eftir pengunum, meðan útflutningsvinnan missir kappingarførið mótvegis útheiminum. – At lønarlagið hjá tí al- menna hækkar, vil hækka um kostnaðarstøðið í Før- oyum, og harvið óbein- leiðis minka um tøka pen- ingin hjá arbeiðarum. Hann sigur, at tað nyttar heldur ikki, at tey privatu fakfeløgini vísa afturhald, meðan tey almennu fak- feløgini fáa framhaldandi lønarhækking. Tey alment løntu hava frammanundan væl betri sømdir í sáttmálum enn starvsfólk á tí privata arbeiðsmarknaðinum. – Tí er neyðugt at allir partar á arbeiðsmarknaðin- um eru við til at ganga nýggjar leiðir, sigur Johan Páll Joensen, formaður í Arbeiðsgevarafelagnum. Snildur taktikkur Formaðurin í Starvsmanna- felagnum kennir hesi orðini frá arbeiðsgevaraformann- inum sum eina hóttan. – Eg tulki hetta sum tað, at nú royna hjá arbeiðsgev- ararnir fyrst at fáa arbeið- arafeløgini "upp á pláss". – Tá ið tað er hent, ætla arbeiðsgevararnir at fara eftir politikarunum fyri at fáa teir at leggja trýst á Starvsmannafelagið og hini feløgini á almenna arbeiðs- marknaðinum, fyri at fáa tey at ganga undir somu treytir um lønarafturhald fyri skattalættar. – Tað sær út til, at ar- beiðsgevararnir hava lagt eina ætlan um at fáa arbeiðarafeløgini við uppá ætlanina um trýpartasam- ráðingar. Tá ið tað er hent, skulu politikararnir "bank- ast" upp á pláss aftaná til at leggja almennu fakfeløgini undir trýst. Men Gunnleivur Dals- garð ávarar staðiliga ímóti hesi ætlan. – Hetta er taktikkur frá arbeiðsgevarunum. Men eg vóni ikki, at politikarar lata seg lokka til at royna at leggja trýst á Starvsmanna- felagið til at góðtaka lønar- afturhald fyri skattalættar, sigur hann. – Eg vóni, at politikarar- nir hava rygg til at standa ímóti hesi ætlanini og ikki lata seg taka av fótum. – Starvsmannafelagið fer nevniliga aldrin at lata seg kroysta av slíkum og verður róð framundir nakað tílíkt, kann tað bert føra til órógv, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann sigur, at tað er fram- vegis tann greiða støðan hjá Starvsmannafelagnum, at skattapolitikkur og lønar- politikkur eru heilt hvør sítt mál, sum als ikki skulu blandast saman. – Tað er ikki Føroya Ar- beiðsgevarafelag, sum kemur at seta dagsskránna fyri arbeiðsmarknaðarpolit- ikkinum í Føroyum, so teir kunnu akkurát tað sama spara sær ómakin, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann vísir eisini á, at Bárður Nielsen hevur áður alment boðað frá, at hann helt ikki, at trýpartasamráð- ingar var rætti vegurin at ganga. Vit fara ikki at lata okkum kúga – Tað verður ikki Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum kemur at seta dagsskránna fyri arbeiðs- marknaðarpolitikkinum í Føroyum, so teir kunnu akkurát tað sama spara sær ómakin, sigur Gunnleivur Dalsgarð Stendur tað til vara- borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen, skulu føroyingar velja borgarstjórarnar á beinleiðis vali. Tað er í ov stóran mun tilvildin, ið ger av, hvør fær borgar- stjórasessin í teimum ymisku kommunun- um, og ikki fólksins vilji, heldur hann BÝRÁÐSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Tað er í alt ov stóran mun tilvildin, sum ræður, tá av- gerðin um hvør røkja borg- arstjórasessin í teimum ymisku kommununum skal takast. Eg vil tí mæla til, at vit gera valið av borgar- stjóra til eitt beinleiðis val. Royndi býráðslimurin og varaborgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, vil fáa eitt kjak í lag, hvussu vit skulu skipa býráðsvalini í framtíðini. Stendur tað til 58 ára gamla Heðin Mor- tensen skulu føroyingar í framtíðini seta ein kross við valevnini til býráðið og ein kross við valevnini til borg- arstjórasessin. – Valið til býráð og borg- arstjóra skulu vera sama dag. Borgarin skal bert seta tveir krossar, heldur enn ein. Annar krossurin skal til valevnini til býráðið og hin til tey evni, ið bjóða seg fram til borgarstjórasessin, sigur býráðslimurin í Havn. Lógarbroyting Skulu ætlanirnar hjá vara- borgarstjóranum í Tórs- havnar kommunu gerast veruleiki er neyðugt við eini lógarbroyting í vallóg- ini. Hesum stúrir Heðin Mortensen kortini ikki fyri. – Seinast vallógin varð viðgjørd á løgtingið, varð borgarastjórasessurin nógv umrøddur. Eg trúgvi tí, at tað ber til at finna eina semju á løgtingi um hesa lógarbroyting, metir royndi býráðspolitikarin. Fólksins vilji – Eftir býráðval er altíð kríggj um at koma í sam- gongu og at ogna sær borg- arstjórasessin. Søgan sigur okkum, at tað er rein tilvild, hvør endar við borgar- stjórasessinum. Verður borgarstjórasessurin gjørd- ur til beinleiðis val, fær fólkið tann persón, tey ynskja í borgarstjórasessin, og tað má verða betur enn at tilvildin skal ráða, heldur Heðin Mortensen Hann nevnir býráðsvalið í 1997 sum dømi. Floksfel- agin hjá Heðini og borgar- stjórin í Havn í tíðarskeiðn- um 1993-97, Lisbeth L. Petersen, gjørdist við 1000 persónligum atkvøðum stóri sigursharrin á valinum í 1997 við 1000, men kortini háttaði samgongu- telvingin seg so, at hon endaði úti í andstøðu kuld- anum. – Í hesum føri var greiður meiriluti fyri, at Lisbeth skuldi halda fram, men kortini endaði hon uttan- fyri. Býráðsval er í nógv størri mun persónlig enn politisk, og tí eigur fólkið at siga greitt, hvønn persón, tey ynskja, skal standa á odda fyri kommununi, vísir Heðin Mortensen á. Spurdur um hann heldur at allar kommunur í Føroy- um áttu havt beinleiðis val av borgarstjóra, svarar Heð- in, at hesin leistur er helst best egnaður til størru kommunurnar í landinum. Umsitingarleiðari Heðin Mortensen heldur, at fremsta uppgávan hjá ein- um borgarstjóra er at vera ein sonevndur umsitingar- leiðari hjá kommununi. – Uppgávan hjá borgar- stjóranum er at røkja øll áhugamál í kommununi. Meðan flestu býráðslimir hava eitt borgarligt starv við síðurnar av, er borgar- stjórin fast knýttur at bý- ráðnum. Borgarstjórin er tí ikki beinleiðis politikari, men heldur ein leiðari av eini umsiting, sigur Heðin Mortensen Borgarstjórar veljast beinleiðis –Valið til býráð og borgarstjóra skulu vera sama dag. Borgarin skal bert seta tveir krossar, heldur enn ein. Annar krossurin skal til valevnini til býráðið og hin til tey evni, ið bjóða seg fram til borgarstjórasessin, sigur býráðslimurin í Havn Mynd Jens Kristian Vang Føroyingar kunnu vinna Tann 17. september verður greitt, hvør fær natúr- og umhvørvis- heiðurslønina frá Norðurlandaráðnum. Hetta boðaði Norður- landaráðið frá í tíð- indaskrivi í gjár. Á fundi í Reykjavík um góðan hálvan mánað almannakunngerð Norðurlandaráðið, hvør fær tær 350.000 krónurnar, sum fylgja við heiðurslønini. Níggju kandidatar eru at velja í, harímill- um P/F OSR Faroes. Nevndin, sum avger hvør fær prísin, telir 13 limir. Tveir limir eru úr hvørjum norð- urlandi, meðan tey trý sjálvstýrandi økini hava hvør sín lim. Til ber at lesa meir á http://www.norden.or g/nr/pris/sk/index.asp. Sjónvarp Føroya vísir alt Leygardagin tann 4. september tekur før- oyska landsliðið móti sveisiska landsliðnum. Sjónvarp Føroya fer at senda beinleiðis frá tí dystinum klokkan 18:20 leygardagin. Nakrar dagar seinni, mikudagin tann 8. sep- tember, koma fronsku heimsstjørnurnar til Føroya. Tann dysturin verður floytaður í gongd klokkan 17:00, og Sjónvarp Føroya byrjar at varpa myndir klokkan 16:30. -hkm Samfelagsfrøðingur- in, Bogi Eliasen, sær ávísar veikleikar í ætlanini hjá Heðini Mortensen við bein- leiðis vali av borgar- stjórum BÝRÁÐSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Samfelagsfrøðingurin, Bogi Eliasen, sigur, at verð- ur politiskur meiriluti fyri at broyta valskipanina, so føroyingar í framtíðini skulu velja borgarstjórarnar beinleiðis á kommunuval- inum, verður talan um eitt nýbrot. – Skipanin við beinleiðis vali hoyrir londum við for- setaskipanum til. Vit norð- urlendingar hava siðvenju fyri hava eina sonevnda fleirflokkaskipan við lut- falsvali, har politisku flokkarnar finna saman í samgongur, og sjálvir av- ráða, hvør skal standa á odda fyri eini kommunu ella eini stjórn. Skal valið av borgarstjóra gerast eitt beinleiðis val er hetta eitt brot við siðvenjuna í Norð- urlondum, sigur Bogi Elia- sen. Møguligt órógv Samfelagsfrøðingurin hev- ur ikki áður hugsa um møguleikan, ið Heðin Mor- tensen skýtir upp við bein- leiðis vali, men hann heldur kortini gleðiligt at fáa eitt kjak í lag um valskipanin. Hann sær kortini veikleikar í ætlanini hjá Heðini Mor- tensen. – Eg kann bert ímynda mær, at valevnini til borg- arstjóra eru fremsta valevn- ið hjá teimum ymisku flokkunum. Ein trupulleiki er, at valevnini til borgar- stjóra kunnu ikki bæði stilla upp til býráðið og borgarstjórasessin. Gerst tú ov stuttur til borgarstjóra- sessin endar tú harvið full- komiliga uttanfyri, vísir Bogi Eliasen á. Bogi Eliasen heldur eis- ini, at tað kann skjótt elva til órógv um politiska sam- gongutelvingin háttar seg so, at flokkurin hjá borgar- stjóranum endar í minni- luta. – Við skipanini hjá Heð- ini ber kann flokkurin, ið borgarstjórin umboðar, enda í minniluta. Borgar- stjórin kann tí koma í ta støðu, at hann stendur á odda fyri einum meiriluta, sum hansara flokkur ikki er partur av. Tá er skjótt at ímynda sær, at arbeiðsfrið- urin ikki verður hin besti, sigur Bogi Eliasen Øðrvísi siðvenja C M Y K 9 8