mikudagur 1. september 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 165 - 1. september 2004
Nr. 165 - 1. september 2004
11
Í tíðindaskrivi í gjár varð upplýst, at nevnd fyri
vælferðargranskingarætlan undir Norðurlanda-
ráðnum skipar fyri ráðstevnu í Føroyum um
gransking innan sosial-, heilsu- og arbeiðs-
marknaðarviðurskifti í útnorðri. Í tí sambandi
verður almennur pallborðsfundur í Klingruni í
Norðurlandahúsinum fríggjadagin 3. september
kl. 13. Við pallborðið verða norðurlendskir og
føroyskir granskarar, umboð fyri vælferðar-
granskingarætlanina undir Norðurlandaráðnum
og føroyskir politikarar. Ráðstevnan er partur
av einari fimm ára vælferðargranskingarætlan,
sum Norðurlandaráðið setti í verk í ár 2000. Á
ráðstevnuni, sum er fyri innbodnum, luttaka
granskarar, sum granska í sosial-, heilsu- og ar-
beiðsmarknaðarviðurskiftum og onnur við
serligum tilknýti til hetta øki.
Endamálið við ráðstevnuni í Føroyum er at
eggja til gransking í sosialum og heilsuligum
viðurskiftum í útnorði við tí fyri eyga at skapa
vitan um, hvussu samfeløgini eru skipað, at
gera samanberingar møguligar og harvið skapa
eitt haldgott støði í orðaskiftinum um væl-
ferðarskipanir og vælferðarpolitikk.
Tað er alkunnugt, at hugsjónin um norður-
lendska vælferðarsamfelagið hevur ført til, at
Norðurlond eru millum tey lond í heiminum,
har fólk hava tað best, um samanborið verður
við onnur lond kring heimin. Hetta merkir als
ikki, at øll hava tað gott, og at tað ikki er neyð-
ugt við støðugum ábótum og dagføringum. Tað
er eisini greitt fyri teimum flestu, at norður-
lendski vælferðarmyndilin er undir trýsti frá
høgravendum politiskum flokkum. Hartil
kemur, at sosialdemokratisku flokkarnir eru
farnir at endurskoða sína støðu til vælkenda
norðurlendska vælferðarmyndilin. Vælferðar-
samfelagið er snøgt sagt vorið ov dýrt, sam-
stundis sum tey, sum skulu gjalda fyri væl-
ferðina gerast alt færri og færri. Her er sostatt
eitt øki, har stórur tørvur er á vitan, og hesa
vitan fáa vit bert frá gransking. Vælferðar-
gransking er tí eitt sera týdningarmikið og
viðkomandi granskingarevni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Týdningarmikil
gransking
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Ruskpláss á Glyvursnesi
Jógvan Arge
býráðslimur
Tórshavnar
Kommuna
hevur brúkt tíggjutals milli-
ónir til spronging og út-
grevstur á Glyvursnesi.
Grót í túsundtonsatali er
flutt haðani til havnarbygg-
ing í Havn seinastu 20 ár-
ini. Burtur úr er komið eitt
alstórt slættað lendi, sum
svarar til fleiri traðir í
stødd.
Víst er eitt ávíst beni í
lendinum, men inni í brot-
inum eru nógvir møgu-
leikar, sum byggjast kann á.
Skala bara nevna, at vit
hava havt ilt við at finna
eitt stað, har tú kanst hava
ítróttavøll til frælsan ítrótt.
Vit hava í áravís leitað eftir
lendi til eina koyribreyt ella
hálkubreyt uttan at koma
mál.
Tílíkt átti at verið um-
hugsað á Glyvursnesi sam-
an við øðrum meiri spenn-
andi møguleikum, tí bara
hugflogið setir mørk.
Á
Vaglinum
røkkur
hugflogið ikki longur enn
til at brúka hetta dýrkeypta
stað til ruskpláss.
Tekniska
fyrisitingin
hevur áhaldandi — óivað
eftir ordrum - mælt heilsu-
og umhvørvisnevndini til at
gera nýtt tyrvingarpláss á
Glyvursnesi og fylla hend-
an Føroya størsta og dýr-
asta útgrevstur upp aftur
við tí, sum ikki kann má
brennast á Hjalla.
Heilsu- og umhvørvis-
nevndin helt eitt sindur
ímóti og bað í fyrsta umfari
um alternativ uppskot. Men
úrslitið var tað sama. Mælt
varð til at gera tyrvingar-
pláss í grótbrotinum á
Glyvursnesi, og meirilutin í
nevndini tók undir.
Kvinnurnar í nevndini
eru kortini ikki so sann-
førdar sum menninir. Beata
L. Samuelsen mælir frá
ætlanini og tað sama ger
Hildur Eyðunsdóttir við
einum kravi um, at málið
kemur fyri býráðið.
Tað er ikki neyðugt at
dylja, at tær eru ikki einsa-
mallar um at ivast í ætlan-
unum.
Kirkjubøar
Kommuna
leggur saman við Tórs-
havnar Kommunu 1. janu-
ar. Fáur mundi rokna við, at
fyrsta stigið í hesum sam-
arbeiði skuldi verða stovn-
an av ruskplássi í tí hugna-
liga haganum hjá kirkju-
bømonnum, sum argjafólk
og havnarfólk alt meir eru
farin
at
brúka
sum
rekreativt øki.
Málið kemur til viðgerð-
ar á býráðsfundi hósdagin.
Líkt er til, at hann endar við
eini princippsamtykt um at
leggja grótbrotið á Glyv-
ursnesi av til ruskpláss.
Tað er bæði synd og
skomm fyri nýtsluna av
Glyvursnesi í framtíðini og
ikki minst fyri tey, sum
skula tola alla burtur-
koyrsluna út á Glyvursnes
so at siga ígjøgnum túnið
hjá sær í áratíggjur fram í
tíðina.
Sjónvarpsins sjakalar stigmatisera smádrong
Virgar T. Dalsgaard
Sjónvarp okkara er ikki
longur bara ein farca - tað
er landsins størsta skomm!
Tað er eftirhondini valla
nakað mál, sum fyri sjón-
varparar er ov privat ella ov
smátt til at brúka í síni
undirlutakenslu fyri dønum
og síni perverteraðu dæm-
onisering av Danmark.
Alvarsom samfelagsmál,
sosum landsskaðiligt virk-
semi og maktmisbrúk hjá
fleiri tjóðveldispolitikar-
um, ignorera varpingar-
menn fulkomuliga, men
kommunal mikromál sum
næstan bara hoyra tí ab-
soluttu privatsfæruni til, og
sum tað hevði klætt elek-
tróniskum tíðindastovnum
at lopið heilt um - ja, tey
verða forfylgd, toygd og
skeiklað til ónossliga og
ókenniliga keipumynd av
veruleikanum!
Í skjótt eitt hálvt ár hava
Sjónvarp Føroya og serliga
harra Grækaris Magnussen
válkað sær í vanlagnuni hjá
einum ólukkuligum før-
oyskum
smádrongi
av
danskari
ætt.
Einasti
veruligi taparin í málinum
er drongurin, sum ætlandi
er stigmatiseraður í før-
oyska samfelagnum fyri
lívstíð!
Men sensatiónssvongdin
hjá einum eirindaleysum
mikrofonterroristi gongur
framum alt annað, og so má
sakligi og juridiski sann-
leikin dvína.
Tað gevur at bíta, nú ikki
bara danir, men eisini
socialu myndugleikarnir í
Havn hálvavegna verða
lagdir undir at vilja nápa
smábørn frá væl definer-
aðum føroyingum, tí at
samvitskufull embætisfólk
í Havn hava kent sína vitj-
unnartíð, fylgja lógini og
respektera foreldrarættind-
ini hjá einum donskum
einkjumanni! Tað skal tó
sigast, at allarflestu hyggj-
arar langt síðani hildu sjón-
varparar vera farnar út um
alt sømuligt mark!
Meginhyklarin
Grækaris Magnussen
Men kortini eydnaðist tað
mikrofonjassinum Grækar-
issi Magnussen at seta nýtt
met í hysteriskum følilsis-
porno í síðstu viku við at
elta drongin heilt vestur á
flogvøllin, so øll tjóðin
kundi gráta synkront um, at
Framhald á síðu 11
ein smádrongur noyddist
niður til biologiska pápa sín
í Danmark (sic). Hyggjar-
arnir sluppu eisini at síggja
stórhyklarin Grækaris fella
krokodillutár, meðan barn-
ið fór inn í flogfarið, og
síðani lýsti miðlasjakalurin
við salvilsisfullari piprandi
rødd støðuna, sum um har
avgjørt var talan um eina
hálvkriminella deportatión
ella ævigt fortapilsi, - altso
tað einfalda sakliga faktum,
at drongurin skuldi sleppa
niður til pápa sín! Henda
antihending verður lýst
sum ein døpur og syndarlig
griksk tragedia. - Er einki
lágmark fyri, hvat ein
sonevndur
journalistur
kann troysta sær? Hvar er
sansurin fyri proportiónum
hjá hesum ódelikata miðla-
manni?
Tí hvat er nú reelli sub-
stansurin í hesum tragiska
máli? Jú, í stuttum tað, at
mamma drongin, sum var
føroysk, doyði í vetur, og
pápin, sum hevur foreldra-
rættin, býr í Danmark.
Socialu myndugleikarnir í
Havn hava tí hildið rættast
at senda drongin til Dan-
markar, har teir eisini
halda, at drongurin, sum
hevur sonevnda DAMP-
brekið kann fáa meira
stimbrandi hjálp og hollari
umhvørvi, enn føroyingar
kunnu bjóða honum.
Kvalificeraði donsk til-
boð um slíka professionella
serhjálp áttu vit at fegnast
um, tí Føroyar kunnu snøgt
sagt aldri nakrantíð í nær
ella náminda fáa ráð til at
finansiera alla serhjálp,
psykoteknisk
tiltøk
og
umsorgan fyri einumhvørj-
um breki! Skilagóða og
juridiskt rætta avgerð em-
bætismanna er av fjøl-
miðlum projicerað upp til
eina nationala katastrofu,
har sjálvt omma drongin á
ótrúliga kyniskan hátt hev-
ur verið brúkt sum amboð!
Hví ikki venda
málinum við?
Er veruliga eingin av
hinum fjølmiðlunum, sum
hevur tikið málið upp og
lýst tað frá einum meira
edrúiligum og seriøsum
vinkli? Nei, tíanverri -
hvørki bløð ella útvarp
hava havt tað neyðuga dirvi
til at steðga einoygdu øs-
ingini hjá sjónvarpinum.
Tey eru kanska ikki farin
heilt niður í sama vamlis-
liga køstin sum Grækaris
Magnussen, men tey hava
heldur ikki torað ella roynt
at sett málið í perspektiv og
víst á, hvussu andstyggiliga
hykleriskt, sjónvarpið hev-
ur verið. Tey kundu t.d.
heilt einfalt speglvent mál-
inum, so fólk sissaðust aft-
ur! Tað er gamalt og væl-
roynt snildi í øllum seriøs-
um og kritiskum journal-
istikki!
Hvat høvdu føroyingar
sagt ella hildið, um málið
var beint øvugt? Lat okkum
royna at venda málinum
180 gradir! Vit hugsa okk-
um eina danska mammu,
sum doyr frá soni sínum í
Danmark. Danski drongur-
in hevur føroyskan pápa,
sum eisini hevur foreldra-
myndugleikan. Pápin býr í
Føroyum. So hugsa vit okk-
um tann hypotetiska og
groteska leik, at danskt
sjónvarp var so primitivt, at
teir fóru at hetza móti Før-
oyum, føroyskum máli og tí
fiktiva føroyska pápanum.
Ja, vit vita øll, at danskt
sjónvarp hevði aldri funnið
upp á slíkt kensluporno,
men um so var, hvat so….?
Vit hóma longu hatsku og
grátuligu ræðuleikasend-
ingarnar hjá kynikaranum
Grækarissi
um
smakk-
leysan danskan yvirgang,
og vit kunnu illa gera okk-
um far um, hvussu fúlur
kenslu-køsturin hjá sjón-
varpsGrækarissi tá hevði
havt verið! Men hetta var
tíbetri konjunktivur!
Sum ravnur um
deyðseyðakrov
Tað er royndur lutur, at latir
og talentleysir journalistar
ofta liva av at skriva um
ófrættir,
vanlukkur
og
feigdartilburðir. Sovorðnir
»tíðindamenn« tíggja sær
næstan
sum
slevandi
rovdjór um rotnan skrokk.
Slík skriving tekur lítla
tíð og krevur sjáldan dirvi
ella dugnaskap. Hon verður
ofta kallað gulur journalist-
ikkur ella boulevardpressu-
meiggjan, og er avgjørt ikki
nógv umhildin. Teir sen-
satiónsfegnu journalistar,
sum prostituera seg og
fonglast við slík tíðindi,
verða professionelt van-
virdir av seriøsum lags-
feløgum.
Viðhvørt royna boule-
vard-journalistarnir
seg
sum eitt slag av høvundum
og geva út sensatiónsbøkur
uttan nakað, hvørki fakligt
ella litterert virði. Slíkar
køstabøkur plaga í út-
londum ofta at koma í
handlarnar beint fyri jól, so
tær verða loftaðar av jóla-
gávumeldrinum, har fólk
ikki eru so kritisk við krøv-
um til innihaldstilfarið.
Burtursæð
frá
teimum
vulgeru lættisoppabókun-
um hjá Arge-feðgunum
hava føroyingar stórt sæð
verið spardir fyri hetta
óhumska slagi av skriving.
Tað rós skulu føroyskir
blaðmenn eiga!
Men so fingu vit Grækar-
is Magnussen - charmer-
andi sjakalin í føroyskum
journalistikki! Hesin maður
beinleiðis válkaði sær í
tragedium! Hann hevði
púra einki etiskt afturhald -
einki privat mál var ov
viðkvæmt, einki var ov
intimt og einki var ov er-
kvisið fyri henda mann at
fonglast við. Hann skrivaði
t. d. eina stak vánaliga bók
um flogvanlukkuna í Miki-
nesi í 1970, hóast nógv av
teimum, sum við vóru, enn
eru á lívi og avgjørt ikki
dámdu bókina. Bókin er
spinkul í innihaldi¸ hevur
ógvisligar,
ágangandi
myndir
og
sjáldsama
grunna tekst.
Men ikki nóg mikið við
tað - Grækaris herjaði eisini
á eina familju á Oyri, eina
familja, sum var plágað av
eini heilt privatari konflikt,
eini ósemju, sum avgjørt
ikki rakti almenningin.
Men
egocentrikarin
Grækaris
tevjaði
blóð
beinanvegin og skrivaði
eina fulkomuliga óneyðuga
bók um ta ólukkuligu fam-
iljuna, har hann heilt vrakar
aldargomlu latínsku regl-
una, audiatur semper altera
pars um altíð at lurta eftir
báðum pørtum. Hann letur
ein beiskan mann, sum
leingi hevur ligið í álvar-
somum familjustríðí, spilla
annan partin av familjuni
út, uttan at hin versiónin
verður tikin við. Bókin er
eitt makkverk, eitt meist-
arastykki í undirlødigheit!
Tey avvarandi eru bæði
skelkaði, sorgarbundin og
ill. Tey hava fleiri ferðir
umhugsað at lagt sak fyri
ærumeiðing móti hesum
ónossliga sjónvarpsskrib-
enti.
(meira í blaðnum í morgin)
Simone J. legði at í
djúphavnini sunnu-
kvøldið. Tá ið havnin
er heilt liðugt verða í
hvussu so er fortreyt-
irnar fyri vinnulívi í
lagi
DJÚPHAVN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú nærkast dagurin, tá ið
djúphavnin í Vági verður
heilt liðug.
Kortini er hon nú so mik-
ið liðug, at tað ber til hjá
skipum at leggja at, tí sjálv
atløgubryggjan er liðug.
Og tað varð farmaskipið,
Simone J. sum fekk heið-
urin at vera fyrsta skipið,
sum legði at við djúp-
havnina.
Simona J. kom á Vág
sunnukvøldið eftir ymsum
broytum og ymsum amboð-
um og hon lá í nakrar tímar.
Annars er eftir at asfaltera
havnalagið og at gera
ymiskt annað.
Men Jógvan Krosslá,
borgarstjóri, sigur, at eftir
avtaluni skal havnin vera
heilt liðug um mánaðar-
skiftið september - oktober
og tað verður hon.
Nýggja
djúphavnin
í
Vági kostar 18 milliónir.
Við nýggju djúphavnini,
hevur Vágur fingið rætti-
liga nógv av rættiliga-
djúpum atløguplássi.
Har, sum farmaskipið
liggur, eru 86 metrar av
atløguplási, har dýpið er 10
metrar. Framvið á á vest-
ursíðuni eru einar nakrir og
70 metrar av atløguplássi
afturat,
har
dýpið
er
ímillum 8 - 10 metrar.
Hinvegin er støðan í Vági
onki serlig í løtuni. Men
borgarstjórin ivast ikki í at
tíðirnar fara at skifta.
Síðani farið varð undir
djúphavnina,
havafleiri
virki lagt stilt, ella er
virksemið munandi mink-
að.
Og nú djúphavnin er lið-
ug, eru í hvussu so er
karmarnir fyri fjølbroyttum
vinnulívi til staðar.
– So fáa vit at síggja, hvat
verður burturúr, sigur hann.
Fyrsta skipið lagt at
við djúphavnina í Vági
Simone J. var fyrsta skipið, sum legði at í nýggju djúphavnini í Vági
Framhald av síðu 10
C
M
Y
K
11
10