mikudagur 1. september 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 165 - 1. september 2004
Nr. 165 - 1. september 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Tøkk
Eina stóra tøkk senda vit øllum tykkum, ið sýndu
samkenslu, tá elskaði maður, pápi, abbi
og verfaðir okkara
Ingolf Joensen
úr Vági
so brádliga doyði.
Tøkk fyri mangar hjálpandi hendur og troystarrík orð.
Tøkk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Tøkk fyri blómuheilsanir og minnisgávur til Eldrabýlið.
Familjunnar vegna
Hjørdis
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og stórt
hjálpsemi, tá elskaða sonur, beiggi og
ommusonur okkara
Eywind Dalsgaard Henriksen
ættaður úr Skálavík,
búsitandi í Grindsted
so brádliga varð tikin frá okkum.
Takk tit øll, ið ringdu og á annan hátt hjálptu í
stóru sorg okkara.
Familjunnar vegna
Pápi, Sunnfríð, systkini og omma
1. september. Aigidius, deyður ár 720. Hann var
ættaður úr Athen og kom sum pílagrímur til Arles í
Fraklandi, har hann í einum skógi nærhendis fekk sær
einbýli í einari holu. Fólk høvdu við orði, so guðrøkin
hann var, og kongur gav honum loyvi til at byggja eitt
kleystur. Sjálvur var hann fyrsti abbatin, og eftir deyða
hansara vitjaðu pílagrímar næstan líka so nógv í Arles
sum í Róm ella Santiago de Compostela.
1. september 2004 hevur
Jens Lundblad í Havn
starvast 35 ár hjá Berg
Motors.
Jens er dani og útbúgvin
goymslumaður. Hann er
giftur føroyskari konu,
Bjarnhild, úr Oyndarfirði,
og fluttu tey til Føroyar at
búgva í 1969, tá hann fekk
starv á eykalutagoymsluni
hjá Berg Motors.
Hetta var um ta tíðina tá
Mazda
bilarnir
gjørdu
innrás í Føroyum, og var
Jens við til at byggja stóru
eykalutagoymsluna
upp,
fyrst í J. Paturssonargøtu og
síðan á Hálsi, har fyritøkan
heldur til í dag. Jens er
kvikur, álítandi og trúgvur
móti sínum arbeiðsplássi.
Hann var í mong ár leiðari
á eykalutagoymsluni.
Leiðsla og starvsfólk hjá
Berg Motors ynskja Jens
hjartaliga
tillukku
við
starvsdegnum.
Jens Lundblad Tórshavn:
35 ára starvsdag hjá Berg Motors
11. juli 2004 hevði Niels
Juul Akraberg
Poulsen
starvast hjá Tryggingar-
felagnum Føroyar í 25 ár.
Niels Juul byrjaði sum
skrivstovunæmingar
á
Tryggingarsambandinum
Føroyar í 1979. Útbúgv-
ingin tók 3 ár.
Í 1985-86 var hann í
Danmark, har hann ar-
beiddi
hjá
tryggingar-
felagnum Baltica, sam-
stundis sum hann gekk á
tryggingarháskúlanum
í
Rungsted Kyst og fekk sær
útbúgving sum serkønur í
trygging.
Heimafturkomin í 1986
arbeiddi hann serliga við
bil-, ábyrgdar- og størri
arbeiðstøkutryggingum.
Tá
tryggingarfeløgini
undir Tryggingarsamband-
inum vóru løgd saman til
Tryggingarfelagið Føroyar
í 1998, varð Niels Juul set-
ur sum deildarstjóri fyri
tryggingar á landi.
Síðan 1. mai 2004 hevur
hann starvast sum deildar-
leiðari fyri Eysturoyarøki á
deildini hjá Tryggingar-
felagnum í Saltangará og
sum serkønur ráðgevi fyri
vinnulívið á landi.
Niels Juul er 44 ára gam-
al, føddur í Klaksvík. For-
eldrini eru Anna, f. Sund-
berg, ættað úr Porkeri, og
Niclas Akraberg Poulsen,
føddur og uppvaksin í
Akrabyrgi.
Niels Juul búði fyrst 5 ár
í Klaksvík, síðan 5 ár í
Runavík, og aftur 5 ár í
Klaksvík, Hetta komst av
pápin var politistur, og
familjan flutti har sum
hann arbeiddi.
Í 1975 flutti familjan til
Havnar, tá pápin fekk starv
á politistøðini í Havn.
Niels Juul býr í dag í
Saltangará. Hann eigur fýra
børn: Agnar, Turið, Anna
og Sólvá.
Hóast ongin býr í Akra-
byrgi,
hevur
familjan
tilknýti til staðið og brúkar
stóran part av síni frítíð í
ríku náttúruni har.
Niels Juul Akraberg Poulsen:
25 ára starvsdag hjá Tryggingarfelagnum Føroyar
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Týskvøldið 24. august kl.
19.00 læt ein spennandi
málningaframsýning upp í
Gallarí Ribarhús í Fugla-
firði.
Tað var Sólvá Olsen, ið
er búsitandi í Esbjerg, sum
hevði málað allar teir úti
við 60 málningarnar á
framsýningini, sum eisini
var ein søluframsýning.
Fólk vóru komin ymsa-
staðni frá til framsýningina,
sum var í sera hugnaligum
umhvørvi í Ribarhús og
Piddasahandli, sum eru í
sama húsi.
Brøðurnir
Bárður
og
Høgni á Lakjuni framførdu
nøkur løg, meðan fólk
hugnaðu sær við kaffi og
køkum, hugdu at málninga-
framsýningini og vitjaðu í
Piddasahandli við heima-
gjørdum pløggum og hópin
av prýðislutum.
Sólvá hevur gjøgnum
árini seymað nógvar mynd-
ir og sjálv givið frálæru í
myndaseyming og aðrari
kreativari seyming.
Tá ið Sálvá málar máln-
ingar, hugsar hon altíð um
Føroyar, og myndirnar av-
spegla eisini tað.
Frá 1992 til 1997 fekk
hon frálæru hjá hollendska
"multikunstnaranum" Ba-
ukje Zijlstra."
Hon hevur luttikið á fleiri
framsýningum í Danmark,
og í løtuni eru nakrar av
myndum hennara við á eini
framsýning í Musikhuset í
Esbjerg.
Málningaframsýningin
verður opin: Mánadag -
Fríggjadag frá kl. 15.00 -
17.30 og leygardagar frá kl.
11.00 - kl. 13.00. Framsýn-
ingin verður til seinast í
september mánaði.
Sólvá Olsen, Esbjerg:
Spennandi málningaframsýning í Gallarí Ribarhús
Landsstýrismaðurin Jógvan á Lakjuni við klaverið
Mynd: Magnus Gunnarsson
Fólk vóru komin ymsastaðni frá til framsýningina, sum er í sera hugnaligum umhvørvi
Mynd: Magnus Gunnarsson
Brøðurnir Bárður og Høgni á Lakjuni framførdu nøkur løg, tá framsýningin læt upp
Mynd: Magnus Gunnarsson
Gallarí Ribarhús hevur verið karmur um nógv ymisk listarlig tiltøk
Sólvá Olsen, ið er búsitandi í Esbjerg, hevði málað allar teir úti við 60 málningarnar á framsýningini. Her er hon saman við
systrunum, Ingu Simonsen úr Havn, og Oddvør á Lakjuni, sum býr í Fuglafirði
Mynd: Magnus Gunnarsson
C
M
Y
K
13
12