mikudagur 1. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 1. september 2004
15
TÓNLEIKAFRAMTÍÐ
Niels Uni Dam
Eg hitti eftir konsertina
leygarkvøldið luttakandi
bólkarnar, og vit prátaðu
um nútíðina og framtíð-
ina. Meðan Eivør sein-
astu árini hevur spælt
nógv meira uttanlanda
enn heima, royna Makrel
nú at skapa sambond
úteftir, og Gestir leita
eftir sínum veruliga tón-
listarliga samleika.
100 fløgur við
postinum
Makrel hava seinastu
árini roynt tað, sum er at
royna tónlistarliga í Før-
oyum, og vilja tí hava
nýggjar avbjóðingar.
Teir góvu fyrr í summ-
ar fløguna Wonderland
út. Hetta er ein fløga sum
nógv arbeiði er lagt í, og
sum teir eru sera væl
nøgdir við. Hon hevur
bæði í orðum og tónleiki
ein reyðan trá sum gong-
ur gjøgnum alla fløguna.
Teir royna í løtuni at
fáa fløguna fram uttan-
landa. Teir hava higartil
sent 100 eintøk av Won-
derland til umboðsmenn,
plátufeløg, fyriskiparar
og fjølmiðlar í útlondum
og komandi hálva ári
verður nýtt til hetta
arbeiðið.
Royna at finna
upprunan
Tá Gestir í 2003 vunnu
Prix Føroyar var bólk-
urin rættuliga nýggjur.
Við luttøku á Listastevn-
uni og á fleiri donskum
festivalum, var trýstið
stórt á bólkin, at skriva
nógv løg skjótt. Hetta
gekk sambært Gestum
útyvir góðskuna á løgun-
um.
Tá teir um heystið
2003 fóru í Lundgaard
Studio at spæla inn í eina
viku, vóru teir slett ikki
nøgdir við úrslitið. Sam-
bært Gestum sóu teir, at
neyðugt var at slækka av
og royna at finna upp-
runan til bólkin aftur.
Gittarleikarin Torfinn-
ur og sangarin Ólavur,
settu
seg
saman
at
arbeiða við nýggjum løg-
um, og royndu at taka
støði í tí tónleiki, sum
teir arbeiddu við áðrenn
Prix Føroyar. Teir gjørd-
ust nógv betri við hesi
løgini, enn løgini teir
skrivaðu
summarið
2003.
Bjartskygdur
tónleikur
Bæði tónlistarliga og í
orðum hevur bólkurin á
nøkrum at nýggju løg-
unum roynt at skapt ein
bjartskygdan boðskap.
Tónleikur er ein sera
sterkur miðil sum rakar
nógv fólk, og teir siga
seg tí hugsa nógv um
hvønn boðskap teir vilja
bera fram.
Spurdir um nær ein
Gestir
fløga
kemur,
svaraðu teir »ikki enn«,
men tá fløgan kemur
verður tað ein heil fløga,
og ikki ein maxifløga av
onkrum slag.
Eina einfalda fløgu
Eivør arbeiðir í løtuni
saman við kanadiumann-
inum
Bill
Bourne.
Bourne spælir á komandi
fløguni og hjálpir eisini
Eivør við at framleiða
hana.
Fløgan verður á fýra
málum:
føroyskum,
íslendskum, svenskum
og enskum. Málsliga
fjølbroytni hendi sam-
bært Eivør bara. Ísl-
endsku løgini eru tolk-
ingar av gomlum ísl-
endskum vísum sum
Eivør er góð við. Tvey av
teimum ensku hevur Bill
Bourne skrivað, og hon
hevur sjálv skriva eitt
enskt lag til samstarvið
við Bourne. Tey bæði
svensku
løgini
hevu
Eivør skrivað tí henni
dámar so væl svenska
málið.
Hetta verður ein anna-
leiðis fløga, men eisini
ein fløga sum Eivør altíð
hevur ynskt at gera. Ein
einfald fløga, beint frá
hjartanum og nú ger hon
hana.
Makrel og Eivør
hyggja úteftir,
Gestir hyggja inneftir
Eivør er eitt ótrúligt
talent, og hon gerst
bara betri og betri
sigur Jens Ove Friis,
sum starvast hjá Rec
Art Music
EIVØR
Niels Uni Dam
Tað vóru ikki nógv andlit
úr danska tónleikaídnaðin-
um aftanfyri pallin leygar-
kvøldið tá konsertin í Vega
var av, vónandi vóru fleiri í
salinum. Tó var eitt undan-
tak. Jens Ove Friis frá Rec
Art Music, sum hevur verið
í Føroyum í sambandi við
nógvar tær seinastu Prix
Føroyar finalurnar, hevði
leitað sær handan pallin.
JOF, sum hann verður
róptur, stóð og tosaði við
Fróða Vestergaard tá eg
kom afturum pallin. Hann
var prátingarsamur og vin-
arligur, og vildi fegin siga
mær frá um hansara meting
av bólkunum og tiltakinum
sum heild. Vit funnu ein
krók har vit fingu frið og
stólar at sita á.
Býtt plátufeløg
Hann segði seg gleðast al-
mikið, vegna føroyskan
tónleik, at eitt slíkt sam-
starv var komið í lag við
Vega. Hann ætlaði sær at
boða øllum plátufeløgun-
um, sum hann samstarvaði
við, frá næstu ferð tílíkt til-
tak varð. Tí sum hann
segði: »Fyri plátufeløg, er
tað einki minnið enn býtt
ikki at brúka hendan møgu-
leika at síggja føroyskar
bólkar«.
JOF segði seg fyrst og
fremst vera komnan fyri at
hoyra Eivør. »Hon er eitt
ótrúligt talent«. Hann metti
hana vera størsta talentið
føroyingar hava í løtuni.
Hann hevði vænta nógv
áðrenn konsertina, og hon
livdi fult upp til vónirnar.
Hann helt konsertina
vera inniliga og góða. »Hon
gerst betri og betri hvørja
ferð eg hoyri hana«. Hann
helt tó ikki, at hon hevur
ment sítt talent til fulnar.
Hon er ment 80%, og tann
dagin ein sera dugnaligur
plátumaður, tekur hana
undir sínar veingir, og
hjálpir hennið at røkka tey
seinastu 20%, so skriva tey
tónleikasøgu. Hetta krevur
tó ein stak dugnaligan
plátumann, sum mennir
talentið uttan at oyðileggja
tað.
Gestir ov innanhoknir
JOF kendi Gestir úr Prix
høpi og helt bólkin vera
dekan ov innanhoknan og
tunglyntan. Hann legði tó
dent á, at hetta bert var
hansara persónliga mein-
ing.
Hann kendi eisini Makrel
framman undan, og hevði
lurtað eftir nýggju fløguni,
sum honum dámdi væl.
Hann var ikki komin tá
Makrel spældu, og vildi tí
helst ikki siga ov nógv um
bólkin, tó ætlaði hann at
lurta eftir fløguni aftur.
Bæði bólkar og
fyriskiparar vóru sera
væl nøgdir við
tiltakið í Vega
NØGDSEMI
Niels Uni Dam
Fróði Vestergaard, sum
samskipaði tiltakið fyri
Norðurlandahúsið, var ov-
farin av góðu uppmøting-
ini. Hann hevði ikki vænt-
að, at tað fór at vera útselt.
Í Vega søgdu fyriskipararn-
ir, at alt yvir 200 fólk var
eitt gott tiltak, so at fáa 500
fólk á konsert var avbera
gott.
Nøgdir tónleikarar
Eisini luttakandi bólkarnir
vóru glaðir fyri uppliving-
ina. Gestir hildu tað vera
ordiliga stuttligt at spæla
fyri teimum nógvu áhoyrar-
unum. Tey lurtaðu veruliga,
og tað var øðiliga nøktandi.
Tað gekk eisini væl at
spæla, tá er tað altíð stutt-
ligt, og tað vaks um spæli-
gleðina.
Teir hildu eisini, at tað
var stuttligt at áhoyrararnir
vóru so blandaðir, har vóru
føroyingar, danskarar og
íslendingar. Fyri nógvar av
áhoyrarunum vóru Gestir
ikki annað enn eitt navn á
plakatini, og tey lurtaðu tí
heilt opin.
Hoyrdu illa
Eivør helt Vega vera eitt
deiligt spælistað, umstøð-
urnar vóru sera góðar.
Áhoyrararnir vóru eisini
ordiliga góðir, so í so máta
var kvøldið væleydnað.
Men pallljóðið hjá Eivør
var út av lagi vánaligt, og
tað oyðilegði nógv fyri
hennara uppliving. Eivør
og Bill Bourne hoyrdu illa
hvat tey gjørdu, og tvær
ferðirnar var heilt galið.
Einu ferðina kom knappi-
liga ein reinging á røddina
hjá Eivør, og eitt sindur
seinni ýldi úr einum av
hátalarunum. Eivør helt tó
at góðu áhoyrararnir vigaðu
upp fyri tað keðiliga ljóðið.
Makrel Vega nøgdir
Makrel søgdu seg ikki bara
vera mega nøgdar, men
Vega nøgdar. Tað gekk
ordiliga væl at spæla og
áhoyrararnir virkaðu áhug-
aðir í tónleikinum. Hetta
var fyrstu ferð Makrel
spældu í Danmark. Teir
vóru tí eitt sindur ivasamir
um hvussu tað fór at rigga.
Men teir vóru sera glaðir at
fólk tóku so væl ímóti
teimum.
Teir hildu eisini umstøð-
urnar rundanum tiltakið
vera super. Hølini har tón-
leikararnir hildu til aftan
fyri pallin vóru lekkur, við
køliskápi
fyltum
við
drykkivørum og mati, og
frukt og bommskálum á
borðunum. Her kundu før-
oyskir fyrireikarar sambært
Makrel lært nakað.
Serligt upplivilsi fyri
Rasmus
Fyri
gittarleikaran
í
Makrel, Rasmus Rasmus-
sen, var upplivingin heilt
serlig. Tá hann trein á pall-
in, sá hann 10 fólk, sum
hann hevði gingið á há-
skúla við, standa fremst við
pallin og bíða. Tey høvdu
frætt at gamli skúlafelagin
skuldi spæla, og vóru kom-
in í Vega fyri at hoyra hann.
Hetta var fyrstu ferð í yvir
eitt ár at hann sá tey.
Umaftur? Umaftur?
Tiltakið kom í lag tá Bryn-
hild Kalsø, sum arbeiðir í
Vega, var í starvsvenjing í
Norðurlandahúsinum. Hon
sannførdi nevndina í Vega
um at latað hurðarnar upp
fyri
einum
føroyskum
tiltaki.
Í Vega eru fyrireikararnir
sum sagt stak nøgdir við
tiltakið, og vilja fegin gera
tað aftur.
Fróði Vestergaard sigur,
at tað er ein møguleiki fyri
at tað verður gjørt aftur,
men hetta krevur at Atlantic
Airways aftur verður við
sum stuðul. Tí við so
nógvum ferðandi er tað
alneyðugt við lagaligum
ferðaseðlaprísum,
uttan
stuðulin
frá
ikki
bert
Atlantic men eisini hinum
stuðlunum, hevði hetta ikki
borið til.
Væleydnað tiltak
Talan var um eitt framúr tiltak Vega, har føroyskir bólkar
veruliga fingu høvi at royna seg
Eivør er størsta talentið tit hava!
Hon er ment
80%, og tann
dagin ein sera
dugnaligur
plátumaður,
tekur hana
undir sínar
veingir, og
hjálpir hennið
at røkka tey
seinastu 20%,
sigur Jens Ove
Friis um Eivør
15
14
Nr. 165 - 1. september 2004
Kiosk Vár í Runavík
skal flyta. Nýggj høli
skulu byggjast og
verða klár tann 1.
januar. Samstundis
hava tey sett handilin
í Klaksvík til sølu.
– Tað kann verða
nakað tungt at reka
tríggjar handlar, tá
ein samstundis skal
byggja nýggj høli,
men vit hava kortini
ikki tikið nakra
avgerð enn, sigur
Poula Ellingsgaard
SØLA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Kiosk Vár
í
Runavík
heldur, sum er, til í hølum
hjá
Tryggingini.
Men
Tryggingin hevur boðað
frá, at tey skulu brúka høl-
ini tann 1. januar. So til ta
tíð skulu nýggju hølini hjá
Kiosk Vár helst verða lið-
ug. Byggingin er ikki farin
í gongd enn, men Poula
hevur kortini góðar vónir
um, at tað fer at eydnast
teimum at náa tað.
– Vit arbeiða við hesum í
fullari ferð. Alt er ikki
endaliga komið upp á pláss,
men tað er eyðsæð, at
byggingin helst skuldi farið
í gongd, sum skjótast, sigur
hon.
Nýggju hølini hjá Kiosk
Vár í Runavík koma at
liggja við høvuðsvegin, so
umstøðurnar
verða
tær
somu, sum tær eru í dag.
Poula greiðir frá, at
alternativið, um tey ikki
náa at fáa tann nýggja
bygningin lidnan til tíðina,
eru smærri høli. Men tað
gongur als ikki sambært
henni, tí verandi høli í
Runavík, eru í minna lagi,
sum er.
Selja í Klaksvík
Samstundis sum alt hetta
fer fram, stendur handilin í
Klaksvík til sølu.
Poula sigur, at við ný-
bygging kann tað fara at
verða sera hart at reka
tríggjar handlar samstun-
dis, og tískil hava tey gjørt
av at royna at selja handilin
í Klaksvík.
– Men vit selja bara, um
vit fáa eitt gott tilboð, tí
handilin í Klaksvík er sera
spennandi, sigur hon.
Kiosk Vár í Klaksvík
hevur nú trý ár á baki, og
hevur handilin havt fram-
gongd øll árini. Poula legg-
ur tískil dent á, at niður-
gongd ikki er ein orsøk til,
at handilin nú er til sølu.
Hon sigur eisini, at tey
hava fingið fleiri áhugaverd
boð, og at áhugin letur til at
vera stórur.
– Men vit hava ikki tikið
nakra endaliga støðu enn.
Tað er jú við blandaðum
kenslum, at ein setur ein
handil, sum gongur væl, til
sølu, sigur hon.
Poula leggur at enda
afturat, at tey ikki hava
nakrar ætlanir um at seta
skógvahandilin í Klaksvík,
Pattino, til sølu, sum nú er.
– Vit halda bara, at tað
kann verða tungt, tá vit
byggja nýtt at hava tveir
aðrar handlar at reka, sigur
hon.
Uttanlandsnevndin
hjá Løgtinginum
hevur fyri stuttum
verið í Danmark og
hitt millum onnur
forsætisráðharran
VITJAN
Edvard Joensen
Uttanlandsnevndin var her-
fyri í Danmark og vitjaði
eftir innbjóðing frá 21
mannanevndini,
sum
Fólkatingið hevur valt at
viðgera føroysk viðurskifti.
Millum annað var før-
oyska ferðalagið á Marien-
borg og vitjaði Anders
Fogh Rasmussen, forsætis-
ráðharra, sigur Johan Dahl,
formaður í Uttanlands-
nevndini.
Tosað varð millum annað
við forsætisráðharran um
flogvøll.
– Hann tykist positivur
og vil finna loysnir, sum
baðir partar kunnu verða
kentir við, sigur Johan
Dahl.
Nevndin kann ikki taka
nakrar avgerðir í hesum
málinum, sum í løtuni
liggur hjá forsætisráðharr-
anum og løgmanni. Men
nevndin er so kunnað um,
at gongd er í málinum, sum
nú er hjá embætisfólki til
viðgerðar.
Fundur var eisini við 21
mannanevndina, har tosað
varð um ymisk viðurskifti,
ið hava við Føroyar at gera.
Føroyingarnir kunnaðu
nevndina um eitt nú støð-
una í føroysku alivinnuni,
og so varð eisini komið inn
á málið um blokkstuðulin.
– Tað er eingin ivi um, at
danskir politikarar vilja
halda seg til gjørdar avtal-
ur, sigur Johan Dahl, for-
maður í Uttanríkisnevndini
hjá Løgtinginum. Tað, sum
avtalað er, verður stand-
andi. Og verandi samgonga
hevur ongar ætlanir í løtuni
um at gera nakrar broyting-
ar, sigur hann.
Ferðin var ein kunningar-
ferð, ið er vanlig báðar veg-
ir. Danska 21 mannanevnd-
in er eisini av og á í Føroy-
um og vitjar. Ongar avtalur
verða gjørdar á slíkum
ferðum, sigur Johan Dahl,
nevndarformaður.
Kiosk Vár byggja nýggj høli í Runavík
Torbjørn Jacobsen setir mikudagin løgmanni fyri-
spurning um, hvørji úrslit, ella ávegis úrslit, er
parlamentariska nevndin, ella bólkurin, komin til,
sum sett varð niður til at menna sunnaru helvt av
Suðuroynni vinnuliga ?
Tingmaðurin vísir á, at síðani hendan samgongan
tók við, hevur talan verið um heilt nýggja manna-
gongd, tá tvørleikar taka seg upp í samfelagnum.
– Ístaðin fyri at gera nakað við trupulleikarnar,
verða alskins bólkar settir niður at fylgja viðkomandi
málum. Oftast eru tað tingmenn úr samgonguni, ið
manna hesar fylgibólkar, sigur tingmaðurin.
Víðari sigur hann, at tað er almenn vitan, at vinnu-
liga støðan í sunnaru helvt av Suðuroynni er út av lagi
ring.
– Samgongan setti í hesum sambandi ein bólk, sum
segðist hava til endamáls at menna hetta økið aftur. Í
bólkin vóru valdir Jóhan Dahl, Hendrik Old og
Jørgen Niclasen.
– Bólkurin var settur niður fyri nærum hálvum ári
síðani, men lítið hevur verið at frætt frá honum síðani
hann fór til verka, sigur Torbjørn Jacobsen, sum altso
vil hava at vita um arbeiðið, sum hesin bólkurin hevur
framt.
-jm
Kiosk Vár í Klaksvík er til sølu, meðan nýggj høli skulu byggjast til handilin í Runavík. Poula Ellingsgaard sigur tó, at enn fyriliggur
ongin endalig støða viðvíkjandi søluni
Uttanalandsnevndin í Danmark
Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum, sum Johan Dahl er
formaður fyri, hevur nýliga verið í Danmark og tosað við
danskar politikarar um føroysk viðurskifti
Tobbi spyr um
Suðuroynna
C
M
Y
K
14