Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 165 - 1. september 2004 Nr. 165 - 1. september 2004 17 Annað árið á rað varð skipað fyri Trucker- festivali á kaiøkinum í Runavík leygardagin 28. august. Tiltakið var fyri fyrstu ferð roynt í 2003. Leif Eliasen í Klaksvík er stigtakari til festivalin BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tá Truckerfestivalurin læt upp leygardagin 28. august 2004, høvdu 56 stórir bilar teknað seg til. Sum nakað nýtt vóru eisini kamping- vognar við á festivalinum. Áhugin var stórur fyri tiltakinum, og dúgliga varð prátað millum bilarnar. Atgongdin til festivalin var ókeypis, men tey vitj- andi fingu ein atkvøðu- seðil, soleiðis at tey kundu atkvøða um vakrasta bilin í hvørjum bólki. Fimm steyp vórðu latin til vakrastu bilarnar, og bil- arnir vórðu býttur í fimm bólkar og nr. eitt í hvørjum bólki fekk steyp. Leygarkvøldið handaði Rodmundur Nielsen, borg- arstjóri í Runavíkar komm- unu, steypini til bilførarar- nar á bilunum, sum høvdu vunnið. Føroya Shell læt tey fimm steypini. Í bólki 1, trekkjarar (for- vognar), vann ein Volvo FH12 hjá Skipafelagnum Føroyar, í bólki 2, lastbilar, vann ein Volvo FH12 hjá Hans Egil Joensen á Eiði, í bólki 3, kranabilar, vann ein MAN hjá Marna Berg í Søldarfirði, í bólki 4, bussar, vann ein Volvo hjá Askham Bussum í Hvanna- sundi, í bólki 5, trailarar, vann eisini ein Volvo FH12 hjá Hans Egil Joensen á Eiði. Umframt steypini fingu vinnararnir eisini Helix smyrjuolju, krúss og taskur frá Shell, ein kassa av Jolly frá Føroya Bjór, slipsnálir, pennar og nálir frá Runa- víkar kommunu Tá festivalurin endaði sunnudagin um fimm tíðina, koyrdu bilarnir í konvoy til Norðragøtu at venda, har festivalurin fekk sín enda. Stigtakarin til Trucke- rfestivalin, Leif Elisasen í Klaksvík, er væl nøgdur við tiltakið, og hann er longu byrjaður at leggja festivalin í 2005 til rættis. Truckerfestivalurin 2004: Stórfingin framsýning av stórum bilum í Runavík Broyttar mannagongdir Torbjørn Jacobsen fer mikudagin at spyrja løg- mann, Jóannes Eides- gaard, hvussu tað ber til, at mannagongdirnar við- víkjandi landsstýrisfund- um eru broyttar. Løgtingsmaðurin vísir á, at sambært heimasíðuni hjá Landsstýrinum, er mannagongdin fyri lands- stýrisfundir broytt nakað, síðani Jóannes Eidesga- ard loysti Anfinn Kalls- berg av. Torbjørn Jacobsen vísir á, at tað er týðandi at fáa at vita, hvør orsøkin er til broytingar í umsitingar- ligum mannagongdum, og spyr samstundis hvørt løgmaður heldur, at broytingarnar eru í samsvar við stýrisskipan- arlógina. Tí spyr tingmaðurin, hvør orsøkin er til, at løg- maður hevur broytt mannagongdina fyri, hvørji mál skula viðgerast á politiskum landsstýris- fundi. Og serliga hugsar tingmaðurin um áseting- ina hjá løgmanni um, at tá ið einstøk fiskiloyvir skula latast eiga hesi mál at verða løgd fyri politisk- an landsstýrisfund. -jm Leif Eliasen var stigtakari og samskipari av Trucker- festivalinum í Runavík C M Y K 17 16