Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 165 - 1. september 2004 Nr. 165 - 1. september 2004 19 Konsertin í Vega leyg- arkvøldið, har før- oysk tónleikanøvn fóru á pall í danska høvuðsstaðnum, prógvaði bæði tón- leikadygdir og at ar- beiðið við at føra tón- leikin fram gevur úr- slit. Konsertin í Vega var mega, sum áður framført, og tá kann ikki annað enn okk- urt gott standast av. Føroysku tónleikarar- nir lótu góða vøru úr hondum og kunnu í hvussu er fegnast um, at teirra partur liggur ikki eftir TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Staðið var Vega í Keyp- mannahavn. Á skránni vóru føroysku tónleikanøvnini Makrel, Gestir og Eivør Pálsdóttir,saman við Bill Bourne. Atlantic Music Event fór av bakkastokki leygar- kvøldið og gjørdist ein sera positiv uppliving hjá teim mongu, sum leitaðu sær í Vega. Politiken gav framman- undan konsertini Eivør mong rósandi orð og setti harvið konsertina á bredd- an og økti óivað um áhugan fyri tiltakinum. Gott Í lítla salinum í Vega - sum tó helst tekur eini 500 - 600 fólk - savnaðust fólk og har var fullsett. Stórur partur av teimum samankomnu vóru føroyingar, men ikki øll. Danir taldust eisini í fjøldini. Makrel vóru fyrstir á palli og beinanvegin hoyrd- ist, at bólkurin er vælleik- andi. Bólkurin er fløgu- tøkur við nýggjari fløgu og vóru fleiri løg sjálvandi av hesi fløgu. Tónleikurin er góður rockur. Bygt verður í stóran mun á guitarspæl og ef- fektirnar hjá Rasmusi. Originaliteturin liggur í sanginum, har Ári er heldur sermerktur, men eisini harvið gevur tónleikinum egið lív og egnan stíl. Byrjað varð stundisliga og spakuliga fyltist salurin. Ongin ivi um, at Makrel er livandi bólkur, ið bert er blivin betri. Og so avgjørt ein bólkur, sum megnaði uppgávuna at umboða før- oyskan tónleik í Danmark. Sama skal annars sigast um hini nøvnini. Stílurin er sum so ikki broyttur. Rockur, bygdur á effektfullan guitar og við sangi, sum gevur egnan samleika. Gestir komu á pall. Somuleiðis ein bolkur, sum heldur stílin. Rockkent blues, ella øvugt. Seinur pulsur og við akkerinum fest í ljóðinum úr Gøtu. Sera væl kom bólkurin frá framførsluni og gott at hoyra bólkin aftur á palli, eftir at hann hevur ligið so mikið stillur, at ein fór at ivast í lívsdygdini. Tí vóru hetta kækomnir Gestir og ongin hevði hug at ynskja teir burturaftur av palli. Bólkurin stóð somu- leiðis royndina og var virðiligt umboð. Eivør Eivør var høvuðsnavn á plakatini og sostatt á konsertini. Kanska ein øv- ugt konsertuppliving í so- máta. Vanligt er ikki at byrja við tí harðasta og so enda við vísum. Men her kendist tó, sum skuldi tað vera júst so. Eftir steðg komu Eivør Pálsdóttir og Bill Bourne á pallin. Guitarar og røddir. Og professionel framførsla. Kanska hevur góða um- mælið í Politiken sett gongd í nervarnar, men um so var, so merktist tað ikki. Í hvussu er hava orðini óivað skuld í, at fleiri av donsku andlitunum høvdu leitað sær í Vega og at tey gjørdust varug við tiltakið. Men Eivør stóð sjálvandi royndina. Annað var ikki væntandi. Hon megnaði at lyfta alt, ið lagt var á. Fólk væntaðu nakað og tey fingu ikki minni. Góður vísutónleikur, sum í stíli liggur millum blues og country. Berføtt út í heim Eftir konsertina, sum bert kann lýsast sum frálík, fekk eg orð á Bill. Hann sigur um Eivør, at gávurnar kann ein ikki ivast í og at einum persóni, sum er so lættur at samstarva við, skal ein leita leingi eftir. Eisini metir hann, at tey bæði sampakka væl tónleikaliga. At vegurin liggur opin fyri Eivør ivast hann ikki í. Ein ungur danskur fjøl- miðlamaður, sum millum mangt annað starvast fyri netsíðuna musik.dk kom eg eisini á tal við. Stuttligt var, at hann ikki kendi nakað til føroyskan tónleik og heldur ikki til stóra navnið, Eivør. Hann var hugtikin av góðu konsertupplivingini. Og hóast hann hevði fingið at vita, at hann kundi vænta sær nakað, ið er framúr, tá Eivør kom á pall, so gjørd- ist hann bilsin og hugtikin. Atlantic Music Event verður væntandi afturvend- andi tiltak. Í hvussu er vil Vega spæla við. Um Norð- urlandahúsið fær stuðlarnar at spæla við framvegis, so er óivað meira at gleða seg til. Eivør legði salin fyri síni beru bein og kann hon óivað fylgja leiðini, sum ummælarar geva henni, og gerast eitt heimsnavn. Flest øll stóðu bara púra berg- tikin, meðan Eivør var á palli. Konsertin í Vega er tekin um, at vøran er sum hon skal og at arbeiðið handan tjøldini óivað kann geva úrslit, um fleiri slík tiltøk verða í framtíðini. Føroysku tónleikararnir lótu góða vøru úr hondum og kunnu í hvussu er fegn- ast um, at teirra partur liggur ikki eftir. So er bert upp til útlendskar fyriskip- arar at taka av, um teimum dámar vøruna. Arbeiðið handan leiktjøldini gevur úrslit C M Y K 19 18