mikudagur 1. september 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 1. september 2004
21
Í trimum dystum í
triði síðsta umfarin-
um varð bara eitt mál
skorað, og hetta eina
málið var orsøk til, at
føroyskir útisetar eru
verri fyri, sjálvt um
teir ikki vóru í eldin-
um fyrrenn í gjár-
kvøldið
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Teir eru av álvara farnir
undir sluttspurtin í bestu ís-
lendsku
fótbóltsdeildini,
sum eitur Landsbanka-
deildin. Triði síðsta um-
farið er á skránni í hesi vik-
uni. Ein dystur varð spæld-
ur sunnudagin, tríggir vóru
á skránni í fyrrakvøldið, og
í gjárkvøldið - eftir at blað-
ið var farið til prentingar -
varð síðsti dysturin spæld-
ur. Hann var millum Fram,
sum er felagið hjá Hans
Fróða Hansen og Fróða
Benjaminsen, og meistarar-
nar tvey tey seinastu árini,
KR.
Úrslitini
mánakvøldið
bóru við sær, at tað var
uppaftur meiri týdningar-
mikið hjá Fram at vinna í
gjárkvøldið,
enn
tað
frammanundan hevði verið,
og tað sigur ikki so lítið!
Undan dystinum í gjár-
kvøldið var Fram dottið
niður á tíggjunda og aftasta
plássið. Fram ímóti kapp-
ingarenda plagar tað so
mangastaðni at vera so-
leiðis, at tey liðini, sum eru
mest sperd, gera ein vørr.
Soleiðis tykist tað eisini at
vera í Íslandi nú uppundir
kappingarenda.
Mánakvøldið var KA av
Akureyri,
sum
undan
sekstanda umfarinum var á
aftasta plássinum, í Reykja-
vík og spældi ímóti Fylkir,
sum alt kappingarárið hev-
ur verið við í kappingini
um meistaraskapin. KA fór
norður aftur til Akureyrar
við øllum stigunum. Teir
vunnu 1-0. Málið fingu teir
stutt undan steðginum.
Heimaliðið
fekk
eftir
steðgin gyltan møguleika at
javna, men teir misnýttu
brotsspark.
Úrslitið hevði við sær, at
Fylkir er nógv verri fyri í
kappingini um meistara-
skapin, enn teir vóru undan
sekstanda umfarinum. Úr-
slitið hevur eisini við sær,
at vánirnar hjá KA at varð-
veita plássið í bestu deild-
ini, er betri nú, enn tær
vóru undan vikuskiftinum.
Men teir á Akureyuri eru
framvegis í vanda fyri at
flyta niður. Teir eru næst-
aftastir. Á niðasta plássin-
um var undan dystinum í
gjárkvøldið Fram.
Alt bendir á, at tað verður
millum hesi trý feløgini, at
slagið skal standa um,
hvørji tvey skulu flyta nið-
ur í næstbestu deildina.
Tað er synd at siga, at
talan á nakran hátt var um
málrok í Íslandi mána-
kvøldið. Í trimum uppgerð-
um var tað bara KA, sum
megnaði at gera mál, og teir
fingu bara eitt mál. Tað
tykist sum um, at tað nú
verður lagdur uppaftur
størri dentur á ikki at tapa,
heldur enn at royna eftir
sigrinum, enn tað plagar at
verða gjørt í Íslandi.
Julian Johnsson og liðfel-
agarnir hjá honum í ÍA
mistu mánakvøldið síðsta
møguleikan at vinna meist-
araskapin. Enn eina ferð
var tað á heimavølli, at teir
fingu ov lítið burturúr, og
enn eina ferð var úrslitið
málleysur javnleikur.
FH, sum seinasta partin
av kappingarárinum hevur
verið oddalið, vitjaði mána-
kvøldið í Grindavík. Har
eydnaðist Alberti Sævars-
syni at halda mótstøðu-
monnunum burtur frá at
gera mál. Úrslitið var 0-0.
Harvið legði FH seg fram-
um aftur ÍBV. Men nú er
munurin minni, enn hann
var undan sekstanda umfar-
inum. Tá var hann trý stig.
Nú er hann eitt stig.
Annan sunnudag verður
næstsíðsta umfarið. Tá
verður spælt soleiðis: FH-
Fram, ÍBV-Fylkir, Kefla-
vík-Grindavík, KR-KA og
Víkingur-ÍA. Síðsta umfar-
ið verður leygardagin 18.
september. Tá sær skráin
soleiðis út: Fram-Keflavík,
Fylkir-KR, Grindavík-Vík-
ingur, KA-FH og ÍA-ÍBV.
Leygardagin fer Ísland at
spæla fyrsta dystin í nýggju
HM
undankappingini.
Hann verður á Laugardals-
vøllinum ímóti Bulgaria.
Íslendingar hava gott mót
um sítt lið í nýggju undan-
kappingini. Ikki minst eftir
at tað á Laugardalsvøllin-
um mikukvøldið í síðstu
viku eydnaðist at vinna
vinardyst ímóti Italia 2-0,
er áhugin fyri íslendska
fótbóltslandsliðnum rættu-
liga stórur. Umfram Ísland
og Bulgaria eru í bólkinum
Svøríki, Kroatia, Ungarn
og Malta.
Fíggjarliga kundi bólkur-
in verið meiri spennandi
hjá Íslandi, men ítróttarliga
halda íslendingar, at teir
eiga at hava ein møguleika,
hóast Svøríki og Kroatia
mugu roknast at vera favor-
ittar at enda á tveimum
teimum ovastu plássunum.
Frakland selir væl
Ferdinand aftur á
landsliðið
Áhugin fyri lands-
dystinum millum
Føroyar og Frakland
á Tórsvølli er sera
stórur. Fleiri enn
5000 atgongumerki
eru seld í forsølu, og
nú eru bert 800
atgongumerki eftir
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Tað er rættiliga sannlíkt,
at Tórsvøllur verður á
tremur við fólki, tá ið
fronsku heimsstjørurnar
koma á vitjan um eina
viku.
HM-undandysturin
millum Føroyar og Frak-
land verður næsta miku-
dag, og forsølan av at-
gongumerkjum
hevur
gingið sera væl. Eini 5000
atgongumerki eru farin,
og nú eru bert 800 eftir at
selja.
Tey verða seld í for-
høllini í FSF-húsinum í
Gundadali mánadagin frá
klokkan 3 til klokkan 7.
Fótbóltssambandið
roknar við, at útselt
verður til stórdystin ímóti
Fraklandi, sum verður
mikudagin 8. september
kl. 17.00.
-ek
Tá ið leikbannið hjá
verjuspælaranum
Rio
Ferdinand er úti í næsta
mánaði, verður hann aftur
tikin út til enska lands-
liðið. Tað sigur enski
landsliðsvenjarin
Sven
Gøran Eriksson.
– Ferdinand er millum
teir bestu spælararnar í
heiminum, og um hann
spælir væl eftir leikbann-
ið er einki at ivast í, at
hann skal spæla á enska
landsliðnum eisini, sigur
svenski landsliðsvenjarin
hjá Onglandi.
Manchester
United
spælarin fekk langt leik-
bann, tí hann ikki møtti til
eina dopingroynd.
-ek
Jørgensen skiftir felag
Danski landsliðsspælarin
Martin Jørgensen hevur
skift felag. Hann hevur
seinastu sjey árini spælt
fyri italska felagið Udi-n-
ese, men nú skal hann
royna seg í einum øðrum
italskum felag – Fior-
entina.
– Eg havi altíð havt tað
gott í Udine, men eg eri
komin har til, at eg havi
brúk fyri einari nýggjari
avbjóðing, sigur 28 ára
gamli Martin Jørgensen.
-ek
Europeisk ítróttarfólk
skulu bera ES-flaggið
Formaðurin fyri ES-kom-
misiónina,
Romano
Prodi, vónar, at europeisk
ítróttarfólk fara at bera
ES-flaggið
á
næstu
olympisku leikunum.
– Í Bejing í 2008 vóni
eg, at europeisku londini
fara at bera ES-flaggið
afturat teirra egna flaggi
fyri at vísa okkara sam-
leika,
segði
Romano
Prodi gjár.
Hann vísti eisini á, at
europeisk
ítróttarfólk
samanlagt vunnu flest
heiðursmerki – eisini
meira enn USA og Kina.
-ek
Claus er í hópinum
Nú er tað staðfest, at tað
verður 28 ára gamli Claus
Bech Jørgensen, sum skal
loysa skadda Toda Jóns-
son av í føroyska lands-
liðshópinum.
Sum vit skrivaðu í
leygardagsblaðnum,
so
var hetta tað, sum lands-
liðsvenjararnir arbeiddu
við, og nú staðfestir FSF,
at tað ikki vóru nakrir
trupulleikar við at fáa al-
tjóða spæliloyvið til hálva
føroyingin. Tað roknaðu
landsliðsvenjararnir
heldur ikki við, men tað
var so ikki fyrr enn mána-
dagin, at úttøkan endaliga
kundi staðfestast.
-jm
Hondbremsurnar eru uppi
Sveisiski
hópurin
Sveisiski landsliðsvenjarin
hevur sjávlandi tikið sær
ein hóp út, sum hann fer at
seta sítt álit á, nú Sveis enn
einaferð skal royna at vinna
sæti í einum endaspæli.
19 mans eru úttikinir, og
tó at tað ikki eru øll nøvn,
sum fáa eina klokku at
ringja í fótbóltsminninum
hjá vanliga føroyinginum,
so eru tó nakrir profilar á
liðnum, sum avgjørt hoyra
til
høgan
europeiskan
miðalklassa.
Eitt nú kunnu nevnast
Liverpool-verjuleikarin,
Stephane Henchiz, og PSV-
miðvallarin, Johann Vogel,
sum í drúgt áramál hava
prógvað, at teir avgjørt
megna at standa seg á allar
hægsta stigið, og eisini
Hakan Yakin í VfB Stutt-
gart hevur til tíðir sýnt sínar
avgjørdu dygdir. Og tað
sigur nokk heldur ikk so
lítið um styrkina hjá hesum
leikarum, at bæði Stuttgart
og PSV gjørdust meistarar í
vár, og saman við Liver-
pool skulu hesi feløgini so
leika í europeisku meistara-
kappingini.
Í Sveis hava tey helst vónir
um eina endurtøku av 5-1
sigrinum, sum tey vunnu á
Føroyum í 2000
Teir 19, sum eru úttiknir til hópin, eru
annars hesir:
Málverjar
Sébastian Roth
Servett FC
Pascal Zuberbühler
FC Basel
Útileikarar
Stéphane Grichting
AJ Auxerre
Bernt Haas
West Bromwich Albion
Stéphane Henchoz
Liverpool
Magnin Ludovic
SV Werder Bremen
Patrick Müller
RCD Mallorca
Cristoph Spycher
Grasshopper-Club
Murat Yakin
FC Basel
Tranquillo Barnetta
Hannover 96
Ricardo Cabanas
Grasshopper Club
Daniel Cygax
FC Zürich
Benjamin Huggel
FC Basel
Johann LonfatFC Souchaux Montbéliard
Alexandre Rey
Neuchatel Xamax FC
Johann Vogel
PSV Eindhoven
Johan Vonlanthen
PSV Eindhoven
Raphaël Wicky
Hamburger SV
Hakan Yakin
VfB Stuttgart
21
Fyri tveimum mánað-
um síðani sigur KÍ
venjarin seg hava
boðað leiðsluni í fel-
agnum frá, at hann er
sinnaður at halda
fram í Klaksvík undir
somu fíggjarligu
treytum sum higartil,
men hann sigur seg
hava sett ynski fram á
øðrum økjum, sum
hann vil hava felagið
at viðgera
KÍ VENJARIN
Jóannes Hansen
Tað tykist vera eitt sindur
óvist, hvussu tað fer at vera
við venjarum næsta ár. Í
vikuskiftinum boðaði HB
frá, at teir hava gjørt avtalu
við Heine Fernandez um, at
hann eisini næsta ár skal
venja meistaraliðið. Higar-
til hevur einki verið at frætt
um, hvussu tað verður í
hinum feløgunum. Men tað
skilst, at tað verður arbeitt
av lívsins kreftum fyri at
fáa viðurskiftini upp á pláss
fyri komandi kappingarár.
Eitt nú sigt GÍ venjarin,
Krzystof Popczynski at
hava verið í sambandi við í
minsta lagi trý feløg. GÍ er
eitt av hesum feløgunum.
Ove Flindt Bjerg hevur
einki ímóti at halda fram
sum venjari í Klaksvík. Tað
hevur hann boðað KÍ
leiðsluni frá í juni mánað.
Og danski klaksvíkingurin
ætlar sær ikki at fáa meiri í
lønarposan næsta ár, enn
hann fær í hesum árinum.
– Okkum dámar væl í
Klaksvík, og eg kenni tað
vera meining í arbeiðnum,
sum vit gera. Mær dámar
væl felagið, og eg haldi, at
tað í KÍ verður gjørt eitt
gott arbeiði. Tá ið vit komu
til Klaksvíkar, segði eg, at
tað vóru ikki pengarnir,
sum drógu meg henda veg-
in, og eg ætli mær fram-
vegis ikki at verða ríkur av
at vera venjari í Klaksvík.
Eg vil halda fram undir
somu lønartreytum, sum eg
havi havt í ár, sigur Ove
Flindt Bjerg.
Vil tað so siga, at tú eisini
næsta ár verður KÍ venjari?
– Tað er ikki avgreitt enn.
Undan summarsteðginum
spældi eg út yvirfyri leiðsl-
uni, hvat eg kundi ímynda
mær fyri komandi kapping-
arár. Enn eru vit ikki lidnir
at tosa um hetta, so nú fáa
vit at síggja.
Hvat er tað, sum tú
hugsar um?
– Tað hevur eitt nú við
spælararnar at gera. Vit
hava nóg nógvar kvalifiser-
aðar spælarar, tá ið eingin
er burturfrá, men vit mugu
eisini ásanna, at tað hevur
ikki verið nóg dygg kapp-
ing um plássini í ár. Fyri
komandi ár er tað fyrst og
fremst týdningarmikið, at
vit varðveita fólkið, sum vit
hava havt at arbeiða við. Vit
hava einar sjey ungar spæl-
arar, sum tey næstu árini
kunnu gerast 1. liðsspæl-
arar, um tað verður borið
rætt at, men tað sigur seg
sjálvt, at teir gerast ikki
stuðulsspælarar her og nú.
Tí hevði tað verið gott at
fingið onkran stuðulsspæl-
ara afturat.
Onkrar ábendingar hava
verið um, at tað ikki hevur
verið so heppið við kapping
um plássini á KÍ liðnum?
– Samstundis, sum vit
arbeiða við at gera fót-
bóltsliga partin betri, og tað
haldi eg avgjørt, at hann er
vorðin, so er tað týdningar-
mikið, at tað í einum felag
sum KÍ er fatan millum
fólkið fyri, at tað kann
koma seg soleiðis, at onkur,
sum hevur verið fastur á
liðnum, eitt skifti verður
eykaspælari, uttan at tað
skal hava so ógvusligar av-
leiðingar, at spælarar tosa
um at skifta felag. Tað ber
ikki til.
Hevur tú kent stórt trýst á
tær, nú tað leingi ikki gekk
serliga væl?
– Sum ítróttarmaður havi
eg so nógvar og drúgvar
royndir, at tað hevur ikki
bilað. Tú skalt minnast til,
at eg havi spælt í týsku
bundesliguni, har trýstið
var støðugt og stórt á okk-
um. Nú tá ið úrslitini í fleiri
umførum ikki vóru so góð,
varð nógv tosað í og kring
felagið. Eg veit væl, og tað
er ein styrki fyri felagið, at
áhugin í býnum er rættuliga
stórur fyri KÍ, men eg má
siga, at eg sum menniskja
havi verið skulu vit siga
ørkymlaður og ikki sørt
vónbrotin av summum av
tí, sum hevur verið tosað.
KÍ viðhaldsfólkini mugu
ikki gloyma, at tað serliga í
torførum tíðum er týdning-
armikið at stuðla og bera.
Um tú verður venjari
næsta ár, verður KÍ so við í
kappingini
um
meistaraskapin?
– Nú mugu vit fyrst fáa
hetta kappingarárið frá
hondini og vóna, at góða
gongdin síðstu vikurnar fer
at halda fram í fýra teimum
síðstu umførunum. So kann
tað væl fara at vísa seg, at
vit fara at røkka upp um
miðjuna í endastøðuni.
Sum eg so ofta havi sagt, so
er KÍ í góðari menning. Tað
sást eisini á úrslitunum í
yngru deildunum, sum so
at siga allar hava fingið góð
úrslit í ár. Tað gongur rætta
vegin, og um vit varðveita
fólkið, sum vit hava, og
møguliga fáa onkran aftur-
at, samstundis sum ungu
menninir mennast, so rokni
eg við, at KÍ í framtíðini fer
at kappast har, sum tað er
hugaligt at vera við, sigur
Ove Flindt Bjerg.
Nr. 165 • mikudagur • 1. septemer 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Ove sinnaður at halda fram
– Okkum dámar væl í Klaksvík, og eg kenni tað vera meining í arbeiðnum, sum vit gera, sigur Ove Flindt Bjerg, sum fegin heldur fram í venjarastarvinum í
Klaksvík
C
M
Y
K
20