Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 16 • 18. APRÍL 2016 30 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Suðuroy Vilmund Jacobsen – Tá sagt verður, at søgan skal varð­ veit­ast og ikki gloymast, so mugu vit stað­festa, at júst henda partin at varð­veita gomlu træseglskipini hevur hepnast hampiliga væl. Vit hava ikki bara varðveitt hesar dýrgripir, men vit hava tey sum livandi søvn, sum fólk sleppa umborð á og sleppa at sigla við. Træseglskipini eru talandi dømi um, at her hava vit hóast alt víst um­ hugsni í tøkum tíma og tikið røttu av­ gerðirnar. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, ið er ein teirra, sum varða av Thorshavn. – Thorshavn við 76 árum á baki er eitt av træseglskipunum. Vit hava nú havt ábyrgd av hesum skipi í fýra ár og uttan at taka munnin ov fullan, hevur skipið ongantíð verið í so góð­ um standi sum nú. Vit hava verið á beding í Vági, sum vit skulu hvørt ár, og skrokkur og annað er góðkent av Skipa­sýninum. Hann sigur, at meðan skipið var á beding, varð skrúvan skift. Gamla skrúvan var ein tveyblaðað skrúva, með­an nýggja skrúvan hevur trý bløð. Hetta hevur givið skipinum eina øking í ferðini á eina góða míl. Bíleggingar Tey, sum standa aftan fyri Thorshavn, kunnu gleða seg um, at fyrstu bílegg­ ingar til túrar so smátt eru byrjaðar at koma. – Vit fara sum hini árini at sigla til ymisku stevnurnar og festivalar og annars at gera starvsfólkaútferðir og hugnaútferðir, umframt at vit sjálv­ andi eisini fara at skipa fyri útferðum út í Stóru Dímun og aðrastaðni, sum vit hava gjørt hini árini. Jóannes Eidesgaard vísir á, at nú skipið hevur eina so ríka søgu alla ta tíð, tað hevur verið í Føroyum, er ein bók júst nú útkomin við heitinum »Galeasen Thorshavn i strømfyldt farvand.« Rithøvundurin til bókina er fyrrver­ andi ríkisumboðsmaðurin, Søren Christ­ensen. – Við hópin av myndum og við spennandi frágreiðingum fáa vit eitt innlit í, hvussu hetta skipið hevur um­ boðað ein týðandi part av før­oyskari og danskari samfelagssøgu síðan 1940. Vit lesa m.a. um skipið, tá tað var partur av donsku marinuni, og um skipið í týskari hernaðarligari tænastu. Vit lesa um bjargingina, tá Tjaldrið fórst á Mjóvanesi í 1946, um kvinnu, sum er fødd umborð á Thorshavn og ikki minst um Klaksvískstríðið. Bókin fæst til keyps umborð og kostar 200 krónur. Ein longri ferð Í august fer Thorshavn á eina longri ferð. – Vit eru boðin at verða við, tá ein størri bátafestivalur verður í økinum rundan um Frederikssund, har kjølurin til Thorshavn varð strektur fyri 77 árum síðani. Hetta verður samstundis fyrsti longri túrur, vit koma at gera, og tað gleða vit okkum til. Í tí sam­band­ inum vilja vit vísa skipið fram so snøgt sum gjørligt og við fullari seglføring – júst soleiðis, sum tað sá út, tá tað fyrstu ferð kom í tað váta elementið í 1940. Jóannes Eidesgaard vísir á, at besti háttur at varðveita og víðlíkahalda eitt so gamalt skip er, at skipið verður brúkt. – Tí fara vit eisini í ár at bjóða okk­ um fram til føroyingar, sigur hann. Áhugaði, sum vilja gera brúk av Thorshavn, skulu venda sær til okkara á: thorshavn@mail.fo ella á tlf 599 800. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Sp/f SH-Bygg í Hvalba hevur úr at gera í hesum døgum. Í felagnum arbeiða í løtuni 10 mans, og seinni í summar kemur talið helst upp á 14. Aftrat hesum eru tveir lærlingar. Neyðugt við nýggjum íløgum Í samband við gerð og uppsetan av timbur-elementum, hevur felagið keypt ein kranabil til endamálið. – Vit meta, at vit betri kunnu leggja arbeiðið til rættis við sjálvir at eiga bilin. Skuldi áhugi verið fyri at leiga bilin, er møguleiki fyri tí, siga teir hjá SH-Bygg. Lendisarbeiði Ynskið hjá SH-Bygg er at gera meira av lendis-, bori-og spreingiarbeiðið saman við øðrum veitarum. – Í fjør gjørdu vit jørð-, lendis- og stoypi­arbeiði fyri IRF í Trøllavík. Ar­ beiðið gekk væl og varð latið eigar­ anum til ásettu tíð. Timburarbeiði SH-Bygg átekur sær alt timburarbeiði, nýbygging og umvælingararbeiði. – Í samband við nýbygging hava vit møguleika at smíða elementir inni í høllini í Lopra og síðani at seta tey upp. Í hesum sambandi hevur eigarin, um hann ynskir tað, møguleika at mála klædningin, áðrenn hann verður settur upp. Við góðari forskalling stoypir SH- Bygg fundamentir, bygningar, til­bygn­ ingar og sethúsagrundir. Ring og spyr – Hóast nógv er at gera í løtuni, eru fólk altíð vælkomin at ringja til Herman tlf. 566231 og spyrja seg fyri, siga teir hjá SH-Bygg við Vikublaðið. Nú farið er um summarmála, síggjast aftur fyrstu vártekini. Eitt teirra er nýmálaðu og snøggu træseglskipini, sum aftur síggjast á firðunum, sundum og millum oyggjarnar – Hóast nógv er at gera í løtuni, eru fólk altíð vælkomin at ringja okkara og spyrja seg fyri, siga teir hjá SH-Bygg í Hvalba Summar og hugni umborð SH-Bygg hevur úr at gera – Besti háttur at varðveita og víðlíkahalda eitt so gamalt skip er, at skipið verður brúkt, sigur Jóannes Eidesgaard