Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tilflytarar og flóttafólk eru ikki ein byrða, tí eisini tey geva sítt íkast til samfelagið. Tað førdi Íris Björg Krist­ jánsdóttir, ráðgev­ari í ís­ lendska innlendis­mála­ráð­ num, fram á ráðstevnuni, teir báðir føroysku fólka-tings­ menninir Magni Arge og Sjúrð­ur Skaale, skipaðu fyri fríggjadagin um ætlanina hjá samgonguni at yvirtaka útlendingamálini frá donsku stjórnini. Í hesum sambandi hava danir gjørt púra greitt, at yvir­taka føroyingar út­lend­ inga­málini, skulu vit yvir­ taka alt málsøkið, eisini flótta­fólka­mál. Og í hesum sambandi høvdu fyrireikararnir boðið Íris Björg Kristjánsdóttir til Føroya at greiða frá, hvørjar royndir íslendingar hava av flóttafólkum og tilflytarum annars. Og hennara greiða stað­ festing er, at tilflytarar og flóttafólk eru ikki ein byrða, tí teir geva sítt íkast til sam­ felagið. – Vit hava lyndi til at gloyma, at hvørt einstakt menn­iskja er ein gáva til sam­felagið, legði hon afturat. Men tilflytarar og flótta­ fólk eru ikki bara ein gáva fyri samfelagið. Tey eru eis­ ini neyðug fyri samfelagið. Gongdin er nevniliga tann, at aldurssamansetingin í fólk­inum skeiklast, og um nøk­ur ár er talið á fólki í ar­beiðs­førum aldri so lágt aftur­ímóti talinum á teimum eldru, at tað er ein hóttan ímóti samfelagnum. Tí hava vit átrokandi tørv á tilflytarum segði Íris Björg Kristjánsdóttir. Neyðugt at lurta Hon sigur, at íslendingar hava nú sett eina tvør­ polit­iska nevnd við einum VIT HAVA ÁTROKANDI ÚTLENDINGAR Í FØROYUM Hvørt einasta menniskja er ein gáva til samfelagið og tilflytarar og flóttafólk eru ikki ein byrða – Fara vit við flóttafólki sum vit fara við okkara systkinabørnum, fer samansjóðingin at eydnast, sigur Íris Björg Kristjánsdóttir, ráðgevari í íslendska innlendismálaráðnum, sum her situr undir liðini á Magna Arge, føroyskum fólkatingsmanni HETTA BER BRÁ AV ROTINSKAPI Áki Bertholdsen – Vit mugu gera okkum heilt greitt, at hava politikararnir ikki rygg til at halda regl­ urnar, og at leggja sóma, etikk og moral til viks, klára vit ikki at umsita økið. Tað segði føroyski fólka­ tingsmaðurin, Sjúrður Skaale á ráðstevnuni, hann og hin føroyski fólkatingsmaðurin, Magni Arge, skipaðu fyri seinnapartin fríggja­dag­in um at yvirtaka útlend­inga­ mál á føroyskar hendur. Sjálvur heldur hann, at tað er rætt at føroyringar yvir­taka útlendingamálini, men hann heldur, at vit eiga samstundis at gera okk­ um greitt, at tað verður eitt málsøki, sum verður ómeta­ liga krevjandi at umsita. Ber bráð av korruptión Sjúrður Skaale leggur dent á, at endamálið við yvirtøkuni má vera at fáa rættartrygd at at valda á økinum. Hann heldur nevniliga, at tað hevur tað ikki gjørt hesi seinastu árini. Tvørturímóti hevur tað, sum er farið fram, borið bráð av at vera korrupt. Sjúrður Skaale sigur, at eftir fýra ár sum skriv­ari í Fólkatinginum, og næst­an fimm ár sum fólka­tings­ maður, hevur hann havt eina ør­grynnu av útlend­inga­mál­ um á borðinum, bæði mál um hjúnafelagar, arbeiðsfólk og familjusamanføringar. – Tey seta seg øll í sam­ band við fólkatings­um­ boð­ini, og eg havi at kalla altíð hildið tað verið rætt, at fólkini skuldu sleppa til Føroya, ella sleppa at verða verandi í Føroyum, tí tað hevði verið gott fyri tey, og tað hevði verið ikki minni gott fyri føroyska samfelagið. – Vit hava brúk fyri at fáa nýggj fólk og nýggjar tankar niður í okkara lítla støðuhyl og tað eru ikki so fáir út­lend­ ingar, ella hálvir út­lendingar, sum hava skarað framúr í Før­oyum. Men samstundis ásannar hann, at tað er skeivt av politikarum at blanda seg upp í málsviðgerðina og at avirka málsviðgerararnar til at taka ávís útlendingamál framum onnur. – Ávirkar tað málsvið­ gerð­ina, at ein politikari bland­ar seg uppí, hava vit ikki rættartrygd, tí so hava vit eina korrupta skipan. Sjúrður Skaale segði, at fyri tveimum árum síðani gjørdi hann tískil av at sita stopp, tí tað kundi ikki for­ svarast at halda fram við virksemi, sum bar brá av korruptión. – Nú geri eg púra greitt fyri øllum sum venda sær mín, at eg taki bara mál upp, har tekin eru um, at um­ sitingin hevur gjørt mistøk í umsitingini, annars skulu málsviðgerðarnar fáa frið. Stórt og tórført Í útlendingamálum er polit­ iska valdið býtt sund­ur ímill­ um Føroyar og Dan­mark, Form­liga er umsit­ingin í Dan­mark, men í roynd og veru er umsitingin eisini lut­ víst í Føroyum og tí er máls­ við­gerðin ikki serliga greið. Sjúrður Skaale leggur dent á, at hóast hann heldur at tað rætt at føroyingar yvir­taka útlendingamál, eiga vit at gera okkum greitt, at hetta er eitt av størstu og tor­førastu málum yvirhøvur at umsita. – Viðhvørt fara lógirnar at siga, at ein persónur ikki hevur rætt at vera í Før­ oy­um, samstundis sum øll menniskjaligheit og moralur siga tað øvugta, at hann sjálv­andi skal sleppa at vera í okk­ara landi. – Og vit mugu gera okkum heilt greitt, at hevur tann polit­iska leiðslan ikki tá rygg til at halda reglurnar, og leggja sóma, etikk og moral til viks fyri at halda lógina, klára vit ikki at umsita økið, tí tá er rættartrygdin burtur, og økið verður stýrt eftir per­sónligum meiningum. – Hvat gera vit, tá ið ítrótt­ar­felagið ringir til politikaran, ella umsitingina, og sigur, at tann útlendski spæl­arin má til Føroyar áðrenn vikuskiftið? Verður hann tikin fram um í bíði­ røð­ini? Hvat gera vit, tá ið virki ringja og siga, at arbeiðið steðg­ar, tí útlendska arbeiðs­ megin ikki kemur fram av tí at málsviðgerðin er so drúgv? Verða teir tiknir fram um í bíðirøðini? – Hvat ger vit, tá ið ein heil bygd stendur saman um ein væl dámdan persón sum ikki sleppur at verða ver­andi í landinum eftir at hava arbeitt her og lært seg før­oyskt? – Torir okkara ráðharri tá at standa við sítt at halda lógina, hóast tað er kenslu­ leyst og ómennskjaligt at senda hann av landinum. Tað týdningarmesta er, at rættartrygdin er í lagi, og at økið er væl og trygt skip­að og fortreytin fyri at yvir­taka útlendingamálini má vera, at full vissa er um rættar­ trygdina – Full vissa um hetta má vera fortreytin fyri teirri yvir­tøku, sum skal fremjast. Tað er hetta, sum hevur týdn­ing, og yvirtøkan er bara am­boðið til tað, sigur Sjúrður Skaale. aki@sosialurin.fo Tað fer at krevja sterkar politikarar, sum eru til reiðar at seta moral og sóma til viks fyri at halda lógina