týsdagur 19. apríl 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Hetta er er heilt einfalt ikki
rætt, og soleiðis kann tað
heldur ikki halda fram.
Tað staðfesti Poul Michel
sen, landsstýrismaður í út
lendingamálum, á ráðstevnu,
sum teir báðir føroysku
fólkatingsmenninir, Magni
Arge og Sjúrður Skaale, skip
aðu fyri seinnapartin fríggja
dagin um at yvirtaka útlend
ingamál á føroyskar hendur.
– Tað er avgerandi fyri
sjálvsavgerðarrættin
hjá
eini tjóð, at fólkið sjálvt kann
avgera, hvør skal hava loyvi
at uppihalda sær í landinum.
Men tað sleppa føroying
ar ikki, soleiðis sum støðan
er nú.
– Nú eru tað danskir
myndugleikar, sum avgera,
um ein útlendingur, sum er
giftur við einum føroyingi,
kann sleppa at búgva í Før
oyum. Tað eru eisini dansk
ir myndugleikar sum av
gera um HB kann fáa ein
útlendskan spælara, ella um
Bakkafrost kann sleppa at
seta ein útlending í starv.
Føroyingar hava nevni
liga ongan avgerðarrætt á
økinum, og tí skulu føroy
ingar yvirtaka útlendinga
økið, staðfestir landsstýris
maðurin.
Hann vísir á, at landsstýr
ið hevur tikið samráðingar
upp við ES og danskar mynd
ugleikar um at yvirtaka
útlendingaøkið,
og
Poul
Michelsen vónar, at næsta
ár er klárt at leggja uppskot
fyri Løgtingið um at yvirtaka
málsøkið.
Tað verður betri
Men Poul Michelsen ásann
ar eisini, at tað er neyðugt
at hava eina greiða integra
tiónsætlan klára til teir út
lendingar, sum koma higar.
– Bara soleiðis verða tey
ein ágóði, og eitt tilfeingi,
sum ger okkara land meiri
fjølbroytt, meiri tolsamt og
meiri litríkt, sigur lands
stýrismaðurin.
– Og vit eru í teirri hepnu
støðu, at vit kunnu læra av
teimum mistøkum, onnur
hava gjørt, sigur hann.
Hann sigur, at hetta er eitt
arbeiðið, Útlendingastovan
skal standa fyri, og 600.000
krónur eru settar av til enda
málið. Hann sigur, at tað er
eitt arbeiðið sum eigur at
verða gjørt, sama um økið
verður yvirtikið, ella ikki.
Poul Michelsen er eisini
sannførdur um, at føroy-ing
ar fara at klára at umsita út
lendingamálini á fullgóðan
hátt.
– Eg eri í øllum førum
sannførdur um, at tann
skipan vit fáa, tá ið málsøkið
verður føroyskt, verður betri
enn skipanin í dag, tí hon
er alt annað enn nøktandi,
sigur Poul Michelsen.
Hann vísir á, at í dag eru
føroyskir myndugleikar bara
hoyringspartur og hjálpa
donskum myndugleikum at
upplýsa málini, áðrenn av
gerðir verða tiknar.
– Men hetta er bara í
summum førum og tað eru
dømi um, at týðandi av
gerðir verða tiknar um út
lendingum
í
føroyskum
samanhangi, sum føroyskir
myndugleikar als ikki vita
um, fyrr enn avgerðin er
tikin.
Tað eru eisini fleiri dømi
um fólk frá Sea Shepherd,
sum fáa loyvi frá donskum
myndugleikum at koma til
Føroya sum ferðafólk, hóast
tað er greitt, at talan er um
arbeiði, og hóast tað er greitt,
at tey koma til Føroya við tí
endamáli at bróta landsins
lógir.
– Og so eru tað fleiri dømi
um arbeiðspláss, ítróttar
feløg og fleiri, sum vilja
gera sáttmálar við útlendsk
starvsfólk ella ítróttarfólk,
men sum ikki fáa hetta at
bera til orsakað av tvørrandi
reglum og mannagongdum.
– Vit skylda okkum sjáv
um og teimum borgarum
sum koma til land okkara,
at viðgera hesi mál við støði
í okkara egna tørvi, okkara
egnu skipanum og okkara
egnu mentan, sigur Poul
Michelsen.
Hann sigur, at tað verður
eisini neyðugt at hava eina
tilbúgving til reiðar í sam
bandi við flóttafólk.
Men tað er eisini ein
spurningur
um
politiska
viljan til at taka flóttafólk til
Føroyar, eins og Ísland hevur
gjørt.
– Hetta verður helst ein
spurningur, sum verður tik
in uppaftur, tá málsøki er
yvirtikið og á føroyskum
hondum.
– Vit mugu taka støðu til,
hvussu vit vilja skipa okkum
í sambandi við flóttafólk,
sama um málsøkið verður
yvirtikið ella ikki.
Hetta ber heilt einfalt ikki til
ÚTLENDINGAR Í FØROYUM
Gongst sum ætlað, verður tað longu næsta ár, at føroyingar yvirtaka
útlendingaøkið frá dønum, sigur Poul Michelsen
TØRV Á TILFLYTARUM
umboði fyri hvørjum at
endurskoða lógarverkið á
útlendingaøkinum.
Og í hesum sambandi
legði hon dent á, at myndug
leikarnir noyðast at lurta eft
ir øllum sjónarmiðjum, bæði
frá teimum, sum vilja hava
fleiri tilflytarar til Íslands
og teimum, sum ræðast til
flytarar.
– Mínar royndir eru at tað
er ómetaliga týdningarmikið
at tey ivamál, fólk hava verða
tikin í álvara og viðgjørd.
Gera vit ikki tað, halda fólk
bara fram at vera bangin.
Hon heldur eisini, at tá
ið flóttafólk og tilflytarar
koma til landið, er tað sera
týdningarmikið, at saman
sjóða tey í samfelagið bein
anvegin, heldur enn at lata
tey ganga arbeiðsleys í mán
aðir.
– At bjóða nøkrum til
landið, uttan at viðkom
andi fær høvi at geva sam
felagnum nakað aftur, er
ómenniskjansligt og mann
minkandi, heldur ráðgevarin
í íslendska innlendismála
ráðnum.
– Men fara vit hinvegin
við flóttafólki sum vit fara
við okkara systkinabørnum,
fer samansjóðingin at eydn
ast.
Hon heldur, at fáa flótta
fólk tak yvir høvdið og ar
beiðið, so gongur tað.
– Vit hava ongar trupul
leikar, í hvussu so er ikki
enn, tí hjá okkum hevur tað
eydnast væl at fáa flóttafólk
til landið, og somuleiðis hev
ur samansjóðingin verið væl
eydnað, sigur hon.
– Vit hava søguliga prógv
að, at tað ber væl til at taka
ímóti flóttafólki, uttan at tað
elvir til trupulleikar, sigur.
Hundrað um árið
Íris Björg Kristjánsdóttir sig
ur, at íslendingar hava tikið
ímóti flóttafólki í nógv ár, og
eitt nú bjóðaðu tey í Ísafirði
30 flóttafólkum úr gamla
Jugoslavia til bygdina.
Annars hava íslendingar
tikið ímóti 30–60 flóttafólk
um um árið øll hesi árini,
uttan í ringastu kreppu
árunum, tá ið talið fall niður
í næstan onki.
– Eg haldi, at Ísland kann
lættliga tak ímóti upp ímóti
hundrað flóttafólkum um
árið, uttan nakrar sum helst
trupulleikar, sigur Íris Björg
Kristjánsdóttir.
Íslendingar hava lagt ser
ligan dent á at taka ímóti,
støkum kvinnum við børn
um.
Hon sigur, at tað hevur
riggað væl og tær sosialu
skipanirnar eru góðar, men
hesa seinastu tíðina hava
íslendingar heldur bjóðað
heilum húskjum til landið.
Hon setti eisini flótta
fólkaspurningin inn í ein
samhang.
Bara í Íslandi tóku vit
ímóti einari millión ferða-
fólkum í fjør, og tað er sama
tal, sum alt Evropa hevur
tikið ímóti av flóttafólkum
tilsamans sigur hon.
Men hon vísir samstundis
á, at bæði Ísland og Føroyar
eru fámentar tjóðir við av
markaðari, umsitingarligari
orku og tí vónar hon, at bæði
londini kunnu samsstarva
um flóttafólk.
Hon sær fyri sær, at tað
kundi borið til, at Føroyar
og Ísland høvdu felags um
boðan í flóttafólkamálum
mótvegis evropiskum mynd
ugleikum, eins og londini
bæði kundu samstarva um
at viðgera umsóknir, um at
undirvísa tulkum og londini
kundu eisini samstarva um
integratión.
aki@sosialurin.fo