týsdagur 19. apríl 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Hetta hevur verið størsti
trupulleikin í Havn í nógv ár.
Soleiðis tók ein havnar
maður samanum á borgara
fundinum, Tórshavnar Býráð
skipaði fyri mánakvøldið
um parkeringsviðurskiftini
í býnum.
Høvuðsendamálið
við
fundinum var at frætta, hvat
tey, sum búgva í parkerings
sonuni halda um viður
skiftini, og serliga, hvat tey
halda um skipanina, býráðið
ætlar at seta í verk um, at tey
skulu fáa eitt serligt parker
ingsloyvi, sum tryggjar teim
um eitt parkeringspláss, utt
an at fáa bót.
Men tað liggur ikki í kort
unum, at fólk skulu fáa eitt
fast parkeringspláss. Enda
málið er bara, tey skulu
kunna parkera í sonuni,
uttan at fáa bót.
Men afturfyri at fáa eitt
parkeringsloyvi, skulu tey so
kanska rinda eitt ávíst gjald
um árið.
Ein annar máti kann vera,
at kommunan fær heimild
frá Løgtinginum til at seta
eina skipan við gjaldsparker
ing í gildi.
– Tað er væl hugsandi,
at fólk, sum arbeiða í mið
býnum, eisini eru sinnað at
keypa sær rættin til eitt par
keringspláss í sonuni, so at
tey kunni hava bilin stand
andi á einum parkerings
plássi ímeðan tey eru til ar
beiðis.
Eitt frykteligt problem
Og tað er lítið at ivast í, at
nettupp
parkeringsviður
skftini fylla nógv í huga
heiminum á fólki, tí tað var
næstan kapping um at fáa
fatur á mikrofonini at siga
sína meining.
Tey, sum búgva í sonuni
siga, at tað er ein afturvend
andi trupulleiki, at fólk sum
arbeiða í sonuni, parkera
bilin á einum parkerings
plássi í sonuni, og renna so
út hvønn tíma, ella hvønn
hálvan tíma at flyta par
keringsskivuna fyri at sleppa
undan bót.
Og tað er ongin frægari
enn nakar annar, hvørki
privat vinnurekandi, almenn
starvsfólk, ella løgtingslimir.
Men nógv av teimum,
sum búgva í Havn, siga,
at tey, sum búgva beint
uttanfyri sonuna, hava eisini
ein stóran trupulleika.
- Tað er heilt vanligt, at
fólk, sum skulu til arbeiðis
í sonuni, parkera í onkrari
gøtu, beint uttanfyri sonuna
fyri at sleppa undan at fáa
bót.
Avleiðingin av tí, er, at
tað er ikki framkomandi hjá
teimum, sum búgva har. Og
at fáa sett bilin frá sær, er at
kalla ómøguligt, tí bilar hjá
fólki, sum eru til arbeiðis,
taka alt plássið.
Tað er heldur ikki óvan
ligt, at tað ikki slepst frá
húsum í bili, tí bilar standa
parkeraðir so ófantaliga, at
útkoyringin er blokerað.
– Tað er »eitt frykteligt
problem« sum ein teirra tók
til.
Tí vilja tey hava parker
ingssonuna at ganga nógv
longri út um miðbýin fyri at
sleppa undan hesum trupul
leikanum.
Eisini leygardag
Men hetta er ikki bara ein
trupulleiki um dagin, tí alla
staðni, har tiltøk eru um
kvøldið, tað verið seg kvøld
skúli, møti, fundir, ella ann
að, tveita fólk bilin frá sær,
akkurát sum best ber til, so
at tey, sum búgva har, sleppa
ikki av við bilarnar.
Men hetta er eisini ein
trupulleiki um vikuskiftini,
tí tað er heldur ikki óvanligt,
at tey, sum fara í býin leygar
kvøld, lata bilin standa heilt
til mánamorgun og tað er til
stóran ampa fyri tey, sum
búgva har um vegir.
Tí vilja tey hava, at sonu
parkering aftur skal vera
galdandi leygardag, akkurát,
sum tað var fyrr.
Merkist á søluni
Nógvir handlar hava par
keringspláss, men parker
ingsóskilið førir við sær, at
ofta standa bilar har, hóast
bilførarin ikki hevur ørindi í
handlinum.
– Tann trupulleikin er so
stórur, at tað merkist á søluni,
tá ið parkeringsplássini eru
upptikin, segði ein handils
maður í Havn.
Men býráðið fekk eisini
sítt omanyvir seg, tí onkur
førdi fram, at tað vóru 18 ár
síðani, at tey høvdu søkt um
eitt parkeringsloyvi, og onk
ur hevði bíðað í 10 ár, men
tað var ikki eydnast enn.
Onkur helt, at fáa fólk
ikki eitt fast parkeringspláss,
er lítið vunnið, tí so skulu tey
kortini koyra runt um í son
uni at finna sær eitt pláss, og
so kann verða rættiliga langt
at ganga.
Onnur halda, at skulu
øll, sum búgva í miðbýnum,
hava fast parkeringspláss
uttanfyri húsini, verða alt
ov nógv parkeringspláss tik
in frá handlum og øðrum
vinnurekandi í miðbýnum.
Handlar
eru
heldur
ikki serliga sinnaðir, at fáa
langtíðarparkeringspláss
uttanfyri, tí so verður møgu
leikin hjá viðskiftafólki, at
sleppa av við bilin, avmark
aður.
– Talan kann ikki vera um
at fólk skulu fáa serloyvi til
at langtíðarparkera uttan
fyri handlarnar, siga handils
fólk í miðbýnum.
Annars søgdu fólk, at tey
eru sinnað at rinda 100 krón
ur um mánaðin fyri at fáa
eitt parkeringsloyvi innan
fyri sonuna. Onkur annar
helt, at eitt gjald uppá 700
krónur um árið er passaligt.
aki@sosialurin.fo
STØRSTI
TRUPULLEIKIN
Í HAVNINI
Í NÓGV ÁR
Havnarfólk eru so forsyndað inn á parkeringsviðurskiftini í býnum, at tey
kappaðust um at fáa fatur á mikrofonini á borgarafundi mánakvøldið
PARKERING