týsdagur 19. apríl 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45
PARKERING
Áki Bertholdsen
Nú skal betri skil fáast á
parkeringini í Havn.
Tað hevur býráðið sett
sær fyri og sostatt hev
ur býráðið samtykt ein
serstakan
parkerings
politikk.
Tað ger býráðið, tí tey
ásanna, at parkerings
viðurskiftini í Havn er ein
stórur trupulleiki.
Og nú er eisini fyrsta
stigið tikið fram ímóti
at seta politikkin í verk
og
tað,
Býráðið
legg
ur størstan dentin á at
fremja, er at tey, sum
búgva innanfyri parker
ingssonuna, skulu fáa eitt
serligt
parkeringsloyvi,
sum tryggjar teimum rætt
til eitt parkeringspláss,
uttan at fáa bót.
Tað er eitt tiltak, tey
ætla at seta í verk sum
skjótast.
Og í tí sambandi vórðu
tey, sum búgva í miðbý
num í Havn, boðsend á
borgarafund mánakvøld
ið, her teir fingu høvi at
siga sína hugsan.
Og fundurin var eitt
dømi um, hvussu nógv,
tey vánaligu parkerings
viðurskiftini í Havn fylla
í huganum á fólki, tí tað
munni hava verið fáir
borgarafundir, har hug
urin at siga sína meining,
hevur verið so stórur, at
fólk næstan taka mikro
fonina úr hondini á hvørj
um øðrum.
Birita Wardum, býar
arkitektur,
sigur,
at
ætlanin hjá býráðnum
er, at øll tey, sum búgva í
miðbýnum skulu fáa eitt
serligt loyvi, sum tryggjar
teimum eitt parkerings
pláss innanfyri sonuna.
Men parkeringsloyvi
tryggjar ikki fólki eitt
ávíst
parkeringspláss
uttanfyri húsini, tí tey fáa
bara rættin til at parkera
í óavmarkaða tíð, onku
staðni innanfyri sonuna.
Men tað eru nakrar
treytir, sum skulu lúkast
fyri at fáa parkerings
loyvi. Fyri tað fyrsta skal
talan vera um privatbilar,
ikki
vinnuligar
bilar,
og tann, sum fær loyvi,
skal búgva í húsunum.
Hvørt húski fær bara
eitt parkeringsloyvi, og
loyvi verður bara givið
til vanligar persónbilar.
Men ber tað annars til at
gera parkeringspláss inni
á sjálvum grundstykk
inum fyri minni enn einar
50.000 krónur, verður par
keringsloyvið ikki givið.
Býráðið hevur eisini
tosað um, at tey, sum fáa
loyvi, skulu rinda eina
upphædd um árið fyri
loyvi, men avgerð er held
ur ikki tikin um tað.
aki@sosialurin.fo
Tey, sum búgva í miðbýnum
í Havn, skulu nú hava rætt
til eitt parkeringspláss
Tórshavnar Býráð hevur samtykt ein parkerings
politikk, sum skal bøta um støðuna
Betri skil á
parkering í mið
býnum í Havn
Parkeringin í Havn
skal framtíðartryggjast
Á RÆTTARI LEIÐ
Fólk, sum búgva í parkeringssonuni í Tórshavn, halda, at ætlanin hjá býráðnum at bøta um
parkeringstrupulleikarnar, er á rættari leið, men semja er kortini um, hvussu tað skal skipast
Áki Bertholdsen
–
Parkeringsviðurskiftini
eru ein trupulleiki í allari
kommununi.
Tað staðfesti Elin Linden
skov, forkvinna í Teknisku
Nevnd hjá Tórshavnar Býráð
á borgarafundi mánakvøldið
um parkeringingina í Havn.
Høvuðsendamálið
við
parkeringspolitikkinum
er at ȇseta og tryggja, at
parkeringsmøguleikarnir
í
kommununi verða nøktaðir
og framtíðartryggjaðir, og
at karmar verða gjørdir fyri
framtíðar parkering í Tórs
havnar
kommunu«
sum
tað so hábærsliga stendur
skrivað.
Elin Lindenskov sigur,
at høvuðstiltøkini í nýggja
parkeringspolitikkinum,
seru at parkeringssonan skal
umfata ein størri part av bý
num, men at tey, sum búgva
í sonuni, skulu fáa eitt serligt
parkeringsloyvi.
Endamálið er eisini at
útvega fleiri langtíðarpar
keringspláss og at tryggja
parkeringviðurskiftini
í
bygdunum í kommununi.
Myndin vísir, hvar par
keringssonan
í
Havnini,
gongur. Hon gongur av Skála
trøð niðast, vinstrumegin, út
ígjøgnum Vágsbotn, nakað
út á Tinganes, út um farstøð
ina, niðan á Frúutrøð, eftir
R.C
Effersøesgøtu,
oman
eftir Bøkjarabrekku, niðan
eftir Niels Finsensgøtu til
Sjónleikarhúsið, oman fram
við
kommunuskúlanum,
yvireftir Kongagøtu, oman
eftir Tróndargøtu, niðaneftir
Jóannes
Paturssonargøtu,
aftur um parkeringsplássið
við Jóannes Paturssonar
gøtu, oman eftir Dalaveg
num,
yvir
ímóti
Landa
vegnum, og so oman aftur
eftir eftir Sigmundargøtu
og yvir aftur í Skálatrøð.
Ovast, høgrumegin er par
keringsplássið við Jóannes
Paturssonargøtu, Niðast er
Skálatrøð, ytst, høgrumegin
er parkeringsplássið á Frúu
trøð og næstytst høgru
megin, er parkeringsplássið
á Glaðseyggi.
Birita
Wardum,
býar
arkitektur, staðfestir, at tað
liggur ongin ítøkilig, ætlan
fyri, hví sonan er skipað
akkurát soleiðis, sum hon,
tí sonan er ásett politiskt og
ikki eftir ferðsluni.
aki@sosialurin.fo
RUÐULEIKI
Parkeringini í Havn er ein ruðuleiki, men nú verða
fyrstu stigini tikin til at bøta um viðurskiftini