Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SPURNINGARNIR HÓPA SEG UPP UM SKATTAMÁLIÐ HVÍ NEVNIR SÚNI IKKI SKRIVLIGA UPPRITIÐ FRÁ SPEKT? Barbara Holm Soleiðis skrivar Súni Schwartz Jacobsen millum ann­að í dag. Í nevndarprotokollini frá 13. mars 2013 stendur orða­ rætt: »Pkt. 8.1.2 omfatter sel­ skabets udskudte skat. I for­hold til dette punkt om­ taltes det forhold, at banken for perioden 2010/2011 har valgt at indberette egen­ kapital­bevægelserne i primo­ balancen som skattemæssigt tab i forbindelse med over­ tagelsen af Eik Banki tilbage i oktober 2010. Den skatte­ mæssige værdi af tabet udgør et beløb i størrelsesordenen (ca. 514 mio. kr. x 18%) dvs. 100 mio. kr. Den skattemæssige værdi er selvangivet uden dog at være indregnet som et aktiv. Beløbet indgår derfor ikke i balancen. Henrik Barner bemærk­ ede, at det danske skatte­ væsen ikke accepterer, at det skattmæssige tab optages i primo­balancen i en lignende situation, men var enig i, at banken i den færøske ind­komst­opgørelse havde fore­taget et fradrag for ud­ gifterne i forbindelse med selv­angivelsen for 2011. Der var ikke yderligere be­ mærkninger. Henrik Barner er statsaut. revisor hjá KPMG.« Spurningurin, sum vit í Miðlahúsinum fegin vildu havt Súna Schwartz at svara uppá í kjalavørrinum av hes­ um er: 1 – Hvussu hann lesur sein­asta setningin úr nevndar­protokollini »men var enig i, at banken i den færøske indkomstopgørelse havde foretaget et fradrag for ud­gifterne i forbindelse med selvangivelsen for 2011«. Súni Schwartz sigur í skrivi á eik.fo, at hetta vendir út­sagn­ini 180 stig. Vit vildu tó spurt Súna Schwartz, um hetta ikki ein­ ans er ein stað­festing frá danska granskoð­aranum um, at bankin hevur drigið tað frá í tapið – og ikki ein koll­ velt­ing av málinum. Ella um Súni Schwartz metir hetta sum, at Henrik Barner tekur undir við tí, sum bankin gjørdi, og tekur undir við, at hetta er lógligt í Føroyum. 2 – Avgerandi skjalið frá granskoðarum, sum Sosial­ urin prentaði í gjár, er skriv­ liga tilmælið frá Spekt sent í mars 2014. Har stendur, at Spekt hvørki heldur, at talan kann vera um skattafrádrátt ella goodwill. Tí vildu vit eisini spurt Súna Schwartz, hví hann ikki sendi hetta víðari til Taks. Í samrøðu við Dagur&Viku fríggjakvøldið segði Súni Schwartz, at so skjótt tað gjørdist greitt, hvat gran­skoð­anin meinti, so vendi Eik sær aftur til Taks. Men Spekt ávaraði skrivliga í 2014 – og kortin gingu 22 mán­aðir, áðrenn Eik vendi sær aftur til Taks – sambært skjøl­unum hjá Sosialinum. Vendu sær aftur til Taks? Víðari sigur Súni Schwartz á heimasíðuni hjá Eik í dag: »Í sendingini varð eis­ini sæð burtur frá,  at undir­rit­ aði í Degi og Viku tvær ferð­ ir segði, at nevndin valdi AFTUR at venda sær til TAKS. Tí kann man fáa fleiri mán­aðir at ganga, um man leypir millum­tíðs­punkt­ ini um.  Sigast skal, at tað gingu  tvey ár frá okkara skrivi til TAKS til vit fingu góð­kenn­ing­ina av skattliga good­will sjónar­miðinum. Hetta er tó ikki ein kritikkur av TAKS.« Sambært skjala­yvir­ lit­inunum frá Taks, sum Sosial­urin hevur fingið inn­lit í, vendi Eik sær fyrstu ferð til Taks í 24/6-2013 – tað er her tey spyrja HVUSSU kann dragast frá, og ikki UM dragast kann frá. Svarið kom tvey ár seinni frá Taks. Í Dagur&Viku spurdi Bogi Godtfred, hví leiðslan í Eik ikki sendi hugsanina frá gran­skoð­anini til Taks, tá ið tað kom til sjóndar. Tað segði Súni Schwartz seg hava gjørt. Men tað er ikki fyrr enn í januar 2016, at hugsan­ in hjá granskoðanin verður send víðari til Taks. Vit kundu tí hugsað okk­ um at spurt Súna Schwartz sama spurning hann fekk í Dagur&Viku fríggjakvøldið – hví hann ikki sendi skrivliga uppritið frá Spekt til Taks, tá ið tað kom til sjóndar í mars 2014. Men Súni Schwartz ynskir ikki at gera viðmerkingar til málið. Les alt tíðinda­ skrivið frá banka­stjóranum á næstu síðu Sum aftursvar til tað, sum miðlarnir førdu fram í gjár, sendir Súni Schwartz Jacobsen í dag eina viðmerking, har hann endurgevur úr nevndarprotokollini frá 13. Mars 2013. Men hann nevnir einki um skrivliga uppriti, sum Spekt sendi nevndarformanninum í Eik í mars 2014. Eitt skrivligt upprit, har Spekt ger greitt, at Eik neyvan hevur rætt til hvørki goodwill ella frádrátt. Og samstundis eitt upprit, sum ikki varð sent til Taks, áðrenn Taks játtaði bankanum at draga tapið á 90 milliónir frá yvir 10 ár