Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45 SPURNINGARNIR HÓPA SEG UPP UM SKATTAMÁLIÐ Rættleiðing til mistøk í Degi og Viku   Í Degi og Viku mánakvøldið 18. apríl 2016 varð ført fram, at KPMG í 2013 segði, at í Danmark hevði Eik ikki fingið ein frádrátt fyri undirbalansuna í sambandi við yvirtøkuna av virkseminum frá gamla Eik.   Í sendingini varð valt at steðga við eitt komma, sum hevði vent søguni 180 stig.   Sum undantak vilja vit her endurgeva úr nevndarprotokollini.   Í nevndarprotokollini frá 13. mars 2013 stendur orðarætt: »Pkt. 8.1.2 omfatter selskabets udskudte skat. I forhold til dette punkt omtaltes det forhold, at banken for perioden 2010/2011 har valgt at indberette egenkapitalbevægelserne i primobalancen som skattemæssigt tab i forbindelse med overtagelsen af Eik Banki tilbage i oktober 2010. Den skattemæssige værdi af tabet udgør et beløb i størrelsesordenen (ca. 514 mio. kr. x 18%) dvs. 100 mio. kr. Den skattemæssige værdi er selvangivet uden dog at være indregnet som et aktiv. Beløbet indgår derfor ikke i balancen.   Henrik Barner bemærkede, at det danske skattevæsen ikke accepterer, at det skattmæssige tab optages i primobalancen i en lignende situation, men var enig i, at banken i den færøske indkomstopgørelse havde foretaget et fradrag for udgifterne i forbindelse med selvangivelsen for 2011.   Der var ikke yderligere bemærkninger   Henrik Barner er statsaut. revisor hjá KPMG«   Har vóru ongar viðmerkingar, hvørki frá Jørn Astrup Hansen ella SPEKT, sum luttóku á fundinum. Hesir vóru soleiðis samdir um skattligu viðgerðina, sum eisini var grundar­ lagið fyri innlatingini av sjálvuppgávuni fyri 2011.   Í sendingini varð eisini sæð burtur frá, at undirritaði í Degi og Viku tvær ferðir segði, at nevndin valdi AFTUR at venda sær til TAKS. Tí kann man fáa fleiri mánaðir at ganga, um man leypir millumtíðspunktini um. Sigast skal, at tað gingu tvey ár frá okkara skrivi til TAKS til vit fingu góðkenningina av skattliga goodwill sjónarmiðinum. Hetta er tó ikki ein kritikkur av TAKS. Suni Schwartz Jacobsen Barbara Holm Tá danski miðilin Ber­ lingske skrivaði um mál­ið av fyrsta sinni í februar í ár, ringja tey til nevndar­ formannin. Hann segði tá soleiðis: »Hvis man kigger på de danske regler, er der ingen tvivl om, at der er fradrag her. Vi har fået lavet et responsum, som siger, at der efter danske regler er fradragsret. Den paragraf, der bruges i Danmark – Lignings­loven § 7B – er ikke implementeret i færøsk skatteret, men derfor kunne man godt fore­stille sig, at man vil agere, som om den var det. Men det er en afgørelse, som myndighederne træffer.« Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik, 17 februar 2016. Men sambært fundar­ frásagnum, sum Sosial­ urin hevur innlit í – og sum Súni Schwartz Jacobsen vísti til á tíð­ inda­grein á eik.fo í dag, týs­dagin – segði danski gran­skoð­arin: »Henrik Barner bemærk­ede, at det danske skatte­væsen ikke accepterer, at det skatt­ mæssige tab optages i primo­balancen i en lignende situation.« Henrik Barner, statsaut. revisor hjá KPMG, 13. Mars 2013. Hetta brotið úr fundar­ frágreiðingini vísir, at um­ boðið hjá danska gran­ skoð­arafelagnum sigur júst tað øvugta av tí, sum nevnd­ar­formaðurin sigur við Berlingske í februar í ár. Vit hava roynt at fing­ ið fatur á nevndar­for­ mann­inum í Eik, men tað hev­ur ikki eydnast. Vit høvdu vilja spurt hann, hví hann sigur tað er lógligt í Danmark – og tí kanska eisini vildi ver­ið praktiserað sum lóg­ligt í Føroyum – tá ið gran­skoð­ ar­in hjá Eik sigur júst tað øvugta longu í 2013. barbara@sosialurin.fo Ein av orsøkunum til, at nevndarformaðurin í Eik, Torben Nielsen, sigur seg halda tað vera møguligt at draga tær 90 milliónirnar frá í skatti er, at Eik skuldi hava fingið eitt upprit har tað stendur, at í Danmark er tað loyvt at draga tapið frá, sum Eik hevur gjørt í hesum føri. Men skjølini hjá Sosialinum – sum Súni Schwartz Jacobsen eisini hevur almannakunngjørt í dag – siga, at granskoðarin hjá danska KPMG segði júst tað øvugta Nevndar­ formaðurin sigur júst tað øvugta av granskoðanini Skattamálið í stuttum Barbara Holm Tá ið gamli Eik Banki fór á heysin á heysti 2010, varð tað álagt Fíggjarligum Støðu­ festi við lóg at yvirtaka koll­ silgda bankan. Fíggjarligt Støðu­festi varð stovnað og hevði til uppgávu at lofta kollsilgdum bankum í danska ríkinum, meðan fíggjar­kreppan herjaði. Tí yvir­tók Fìggjarligt Støðu­ festi kollsilgda Eik Banka pr. 30 september 2010, og 14 september sama ár varð nýggi Eik Banki Føroyar P/F settur á stovn. Fíggjar­ligt Støðu­festi hefti sum garant­ ur fyri tapið á kollsilgda bank­anum, og varð tí álagt við lóg at rinda. Men í sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri 2010/11 – sum varð gjørd í 2012, also eftir at TF Holdning hevði keypt 70 prosent av bankanum frá Fíggjar­ligum Støðufesti – varð hetta tapið á góða hálva milliard drigið frá sum tap hjá nýggja bankanum. Jørn Astrup Hansen, táver­andi nevndarlimur í Eik um­boð­ andi Fíggjarligt Støðufesti, metti ikki hetta vera lógligt. Og har byrjaði ósemjan. Her stendur málið í punktform. 1 – Fíggjarligt Støðufesti hefti sum garantur fyri tap í kollsilgda Eik Banka. Also rindaði Fíggjarligt Støðufesti fyri tapið – og ikki Eik Banki Føroyar P/F. 2 – Allir potentiellir keyp­ ar­ar – eisini TF Holdning – fingu skjal, sum ásetti skatt­ ligu viðurskifti sambært lóg­ini um fíggjarligt støðu­ festi. Har stendur púra greitt, at ikki er lov at draga tap frá kollsilgda Eik Banka frá hjá nýggja bankanum 3 – Nevndarlimir í Eik ávar­aðu fleiri ferðir um, at nevndi skattafrádrátturin var ólóg­ligur, tí Fíggjarligt Støðu­festi hefti fyri tapið og ikki bankin. Og tí, at skjalið í sam­band við keyp av bank­ anum álegði, at ikki er loyvt at draga tap frá gamla bank­ anum frá í nýggja bank­ anum. 4 – Nevndarlimir í Eik kravdu tí, at leiðslan skuldi ráð­føra seg við Taks, og so var gjørt í 2013. 5 – Fíggjarligt Støðufesti ávaraði nevndina í Eik um týdning av, at senda allar við­komandi upplýsingar í mál­inum til Taks, tí hetta var fyrstu ferð, at Taks skuldi við­gera eitt mál av slíkum slag. 6 – Kortini sendi leiðslan í Eik Banki ikki allar upplýs­ ingar við til Taks. Tað faktum, at Fíggjarligt Støðufesti hefti sum garantur fyri tapið, var ikki nevnt í skrivinum til Taks. Og kunngerðin til allar potentiellar keyparar, sum ásetti skattligu aðalreglurnar um, at tað ikki ber til at draga tap frá kollsilgda bankanum frá í nýggja bankanum varð ikki send við. Tað varð heldur ikki nevnt, at Spekt og KPMG ávaraðu ímóti at draga tapið frá longu í 2013 og 2014. barbara@sosialurin.fo Alt tíðindaskrivið frá bankastjóranum – sent týsdagin 19. Apríl – er her: