Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45 18 Sosialurin Árni av Reyni Í áhugaverdu røð síni um móður­mál­ ið sipar Suni Merki­ stein í aðru sending síni til brøðra­sam­ komuna við atliti at luti hennara, móður­málinum at frama. Í tí viðfangi nevnir Suni fyrstu sálmabókina hjá brøðra­sam­kom­ uni: Longu í 1920 kom fyrsta sang­ bókin hjá brøðrasamkomuni við 85 sálmum á føroyskum. Um hesa sálmabók skrivar Petur Háberg: Jens av Reyni sigur í bók síni “Sálmar okkara”, at hann í 1920 bar upp á mál við Victor Danielsen, at vit áttu at fingið teir sálmar, vit nýttu í samkomum okkara, á føroyskum. Seinni á árinum sendi Victor Danielsen Jensi av Reyni handrit til eina lítla sálmabók. Víðari skrivar Petur Háberg: Úrslitið var, at um jóltíðir 1920 gav Jens av Reyni út savnið “Sálmar” við 85 andaligum songum. Í formælinum í bókini Sálmar okk­ara eftir Jens av Reyni, sum var fyrsta føroyska bók við hymno­ logiskum – sálmafrøðiligum tilfari við søgum um sálmar og sangir, fært tú lisið søguna alla um hesa fyrstu sálmabók føroyinga, og um leiklutin hjá Jensi av Reyni í hesum høpi, alt skrivað av Jensi sjálvum. Jens av Reyni var tjóðskaparliga hugaður maður. Virkin var hann í samkomuni í Ebenezer í Havn, og legði hann stóran dent á, at boð­ skap­ur Guds varð boðaður á før­ oysk­um, í songi so væl sum í talu. Í áðurnevndu bók síni Sálmar okkara sigur Jens av Reyni, sip­andi til sálmabókina, sum varð út­givin í 1920: “Longu nøkur ár framm­ anundan hevði eg hugsað um, at vit áttu at havt sálmarnar, vit nýttu í samkomum okkara, á sama máli, sum vit nýttu í kunngerð okkara av orði Guds – á føroyskum: men tað var ikki so stórur ansur millum brøð­urnar, serliga teir eldru, fyri hesum, so tað dró út við at fáa nak­ að gjørt.” Í árunum undan 1920 týddi Jens av Reyni einar 20 sálmar til føroyskt, og einir tveir av teimum vóru sungnir á eini nýggjársveitslu fyri børn um tað mundið. Saman við Victori Danielsen, sum í 1917 týddi sín fyrsta sálm til føroyskt, legði Jens av Reyni lunnar undir fyrstu sálmabók okkara. Victor Danielsen átti sum vera man flestu týðingar og upp­runa­ yrkingar í hesi sálmabók. Hans Biskopstøð og Jens av Reyni áttu nakrar fáar týðingar hvør. Síðan eru at nevna Jákup Dahl og A.C. Evensen, sum áttu hvør sína týðing. Ilt er at siga, um aðrir týðarar og yrkjarar vóru, av tí at teir ikki eru navnfestir og summir av sálmunum ikki at finna í sálmabókaútgávum, ið komu seinni. Í Tingakrossi nr. 48, 17. november 1920 lesa vit hetta ummæli av sálma­bókini: Føroysk bókmenta SÁLMAR Samlaðir av V. Danielsen (Jens av Reynis bókahandil) Meðan kirkjufólkið í Føroyum í mong ár hevur bíðað og framvegis bíðar eftir at fáa hina føroysku sálma­bókina “autoriseraða” av donsk­um myndugleikum, so at tey kunnu sleppa at lovsyngja gud sín á teirra egna máli í kirkjunum í Føroyum, hevur brøðrameinigheitin givið út eina føroyska sálmabók, sum væl er verd at geva ans. Her eru 85 sálmar, væl yrktir, summir týdningarmiklir skaldsliga sæð, á góðum føroyskum máli. Yrkjararnir eru ikki nevndir, og helst munnu teir nógvu sálmarnir vera umsettir úr donskum og eingilskum máli, men har, ein kann samanbera teir við “orginalarnar”, má tað sigast, at umsetingarnar yvirhøvur eiga góðan fyrimun. Tað er eitt vakurt sálmahefti, her er sent út til føroyingar, væl úr hondum greitt í allar mátar, eitt prýði fyri føroyska sálmayrking. Her endar ummælið, helst skrivað av Kristini í Geil, blaðstjóra á Tinga­ krossi. Um góða samstarvið millum Victor Danielsen og Jens av Reyni, ið røkkur frá 1920 til 1948, tá íð Jens av Reyni andaðist, bert 62 ára gamal, ber til at lesa í bókini Bíbli­ an á føroyskum í hálva øld eftir Zacharias Zachariassen. Tilvild ella ei. Onnur sending Suna Merkistein, O, móðurmál, legg­ ur fyri við myndum niðarliga á Ingu­trøð í Havn. Fyrst sært tú tví­húsini hjá Arthuri Brend og Jógv­ani Jensen. Síðan eyðkenda Ullvøruhúsið. Áraka Ullvøruhúsið, eystan fyri Niels Finsensgøtu, mið­ skeiðis á myndini, eru sethúsini, sum Jens og Christina av Reyni í 1917 keyptu frá Magnusi Arge, ið var bróðir Bil Óla. Upp í sethúsini bygdi Jens sær bókahandil, ið horvdi móti Ullvøruhúsinum. Bókahandil hans­ ara, ið varð stovnaður í 1916, gav út okkara fyrstu sálmabók í november mánaði í 1920. Hana, sum Suni Merki­stein nevnir í aðru sending síni, O, móðurmál. Burtur úr samrøðuni millum Jens av Reyni og Victor Danielsen tíð­liga í 1920 spurdist henda søgu­ liga føroyska sálmabók, fíggjað av Jensi av Reyni sjálvum og útgivin av bókahandli hansara. Victor Dan­ ielsen legði til rættis. Í 2020 hevur henda fyrsta sálma­ bók okkara so statt hundrað ár á baki. Leggjast kann afturat, at í hes­ um húsum, varð Ingálvur av Reyni borin í heim tann 18. de­cemb­er í 1920. Tað er ikki so lítið, Suni Merki­ stein hevur lagt í mentanarleyp før­oyinga. Tøkk fái hann fyri tað. Keldur: Kristin í Geil: Tingakrossur nr. 48, 17. november 1920: Jens av Reyni: Sálmar okkara, 1944 Petur W. Háberg: Songbók Guds Fólks, 1976 Zacharias Zachariassen: Bíblian á føroyskum í hálva øld, 2000 Hjørdis Háberg: Minnisbrot, 2006ww O, móðurmál – VIÐMERKING Sethúsini og bókahandilin hjá Jensi av Reyni áraka Ullvøruhúsið í N. Finsensgøtu Villleiða um yvirtøku av útlendingamálum Edmund Joensen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Ætlaða yvir­tøk­ an av útlend­inga- málum verður kost­naðarmikil og fer at trýsta um­siting og politikarar út í óynsktar gegnistrupulleikar – og yvirtøkan hevur als einki við sjálvsavgerðarrætt at gera Føroyingar verða í hesum døg­um villleiddir um ætl­aðu yvir­tøk­una av útlend­inga­mál­um. Sanna mynd­in er, at í somu løtu, sum útlendingamál koma á før- oyskar hendur, fara stórir trupul­- leikar at taka seg upp. Politikarar eru bara menniskju, og sannlíkt er, at teir fara at lata seg misbrúka til at leggja trýst á tey, sum skulu umsita reglurnar. Orsøkin kann vera, at onkur í teirra nærumráði, veljaraskara, vinafjøld ella familju er »komin í klemmu í systeminum«, sum tað plagar at verða tikið til. Tí er ómetaliga týðandi, at politik­arar halda fingrarnar langt burturi frá útlendingamálum. Vandin fyri gegnistrupulleikum í ein­um so lítlum samfelag sum okk­ ara er alt ov stórur. Málið liggur væl hjá ríkis­ myndugleikunum – so langt burtur frá føroyskum gegnistrupulleikum sum gjørligt. Eingin tilbúgving til flóttafólk Fjúrtanda September samgongan lumpar føroyingar við at tiga týð­ andi upplýsingar burtur. Eitt er, at tað eru ikki bert út­ lendingamál, sum skulu yvirtakast. Nei, tey hava eisini í kvittanum at yvirtaka alt flóttafólkaøkið, sum tað er. Hetta er ein ovurstór uppgáva, ið krevur ómetaliga nógva orku. Og hóast vit í Føroyum eru bæði røsk og dugnalig á øllum økjum, er eingin tilbúgving yvirhøvur til at taka yvir flóttafólkøkið. Sjálvt í Danmark, sum hevur eina umfatandi tilbúgving til at taka ímóti flóttafólkum, eru stórir trupulleikar á flóttafólkaøkinum. Til dømis er tað ein stór avbjóðing og eisini langrøkið at geva flótta­ fólkum við víðfevndum sálarligum og ofta eisini likamligum skaðum rætta viðgerð. Sera kostnaðarmikið Hin parturin, sum verður tagdur burtur, er kostnaðurin. Eingin reel kostnaðarætlan er løgd fyri almenningin ella Løg­ting­ ið, og tað er – fyri at siga tað milt – óseriøst. Øll síggja, at tað fer at kosta milli­ónaupphæddir hvørt ár at skula umsita hesi stóru mál. Rokningin fer at vaksa ár undan ári, og tú, sum lesur hesa grein, fært rokningina umvegis skattin. Hetta er, sum tað plagar at vera, tá fullveldispolitikarar vilja yvir­ taka. Tey leggja út við at billa øllum inn, at hetta fer at kosta lítið og lætt. Tá ið saman um kemur, verða stórar rokningar sendar skatta- borgarum í Føroyum. Máar undan føroyskari vælferð Tað sigur seg sjálvt, at tá ið hópin av pengum á fíggjarlógini skulu brúk­ ast til útlendingamál og flóttafólk, so er minni til onnur endamál. Einki er at ivast í, at minni verð­ur til vælferð í Føroyum, og sjálvt um retorikkurin sigur eitt, so sigur sunn fíggjarlig fornuft, at vælferðin verður við skerdan lut. Eingin skilir, hví Javnaðar­flokk­ urin letur seg draga eftir hárinum. Umsitingarligt mál Poul Michelsen pástendur, at út­ lend­ingamál eru týðandi fyri sjálvs­ avgerðarrættin. Tað rætta er, at útlendingamál eru fyri nógv størsta partin ein umsitingarlig prosess, sum ong­ antíð fær nakað við sjálvs-avgerðar­ rætt at gera. Helst eru tað bert Poul Michel­sen og misskiltir fólkatingslimir, sum ivast í, um vit føroyingar kunnu gera, sum vit vilja og júst tá, ið vit vilja. Bert bringuprýði Um vit vilja flóttafólkum tað væl, skulu vit lata tey sleppa undan at koma til eitt land, ið als onga flótta­ fólkatilbúgving hevur. Fullveldispolitikarar vilja yvir­ taka útlendingamál bert fyri at kunna spenna bringuna úr sær, reypa og erpa sær av, at nú er enn ein yvirtøka gjørd. Yvirtøkur eru bringuprýði hjá misskiltum nationalistum. Tað er fullkomiliga líka mik­ið fyri Fjúrtanda September sam­ gonguna – og tíverri eisini Javn­ aðarflokkin – at yvirtøkur tyngja fíggjarlógina, kosta vælferð og krevja, at Palleba og Marsanna skulu niður í lumman eftir fleiri skattakrónum.