Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45 Sosialurin Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum á ymiskan hátt mintust meg á 90 ára føðingardegnum og gjørdu mær dagin so hugnaligan. Klara Debes Takk Hjartaliga takka vit fyri samkenslu og hjálp, tá kæri maður mín, pápi, verfaðir, abbi, langabbi, bróðir og svágur okkara Eyðálvur Johannesen * 29. februar 1928 † 19. februar 2016 varð sjúkur og doyði. Takk til læknar, sjúkrasystrar og hjálparfólk fyri ta hjálp, tit góvu honum heima og á sjúkrahús inum. Takk Øssur av Steinum fyri orðini í kapellinum og Maria Jørðdal Niclasen fyri andaktina í kirkjuni og á grøvini. Takk sang arar og kirkjutænarar. Takk fyri lán av bygdar húsinum. Takk Valborg og Karl og øll tit, sum hjálptu og bakaðu til ervið. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Kolla fjarðar Kirkju. Takk øll tit, sum komu í kapellið og í kirkjuna at fylgja honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Jóna, Elsa, Marius, Hannus, Hansina, Roda, Bergur, Vagnur og Jónálvur við familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá elskaði maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Jógvan Ejdesgaard f. 27.09.38 d. 12.02.16 andaðist og varð jarðaður. Takk til Berg D. Joensen, prest, fyri góð orð í kapellinum og kirkjuni. Takk til starvsfólk á dialysuni, B8 og B6 fyri umsorgan og røkt. Takk til tykkum, sum ringdu og komu inn á gólvið. Takk fyri peningagávur, blómur og kransar. Takk øll tit, ið bakaðu til ervið. Takk til Sólsetur fyri alla hjálp. Takk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara hvíldarstað. Hanna Brynhild, Bryngerð og Poul Juul við familjum Tøkk Hjartaliga takka við øllum, íð sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi, verpápi, abbi, langabbi og bróðir okkara Jákup Joensen f. 21.09.1929 d.08.01.2016 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum á Hamragarði og Suðuroyar Sjúkrahúsið, fyri góða røkt og umsorgan. Tøkk fyri alla hjálp í sambandi við jarðaferðina, fyri heilsanir, blómur, kransar og minnisgávu til Hamragarð. Tøkk til Jónsvein Bech prest og tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum av Hamragarði og til jarðarferðina. Familjunnar vegna Barbara og Vagnar Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum vóru við til at gera sjeyti fimm ára føðingardagshald mítt í skúlaheiminum í Havn, so hugnaligt, gott og minnisríkt. Tøkk, tit ið gjørdu matin, og hjálptu til á ymiskan hátt, talaðu, sendu heilsanir og ringdu til mín. Tøkk til Ebenezerkórið, Heini Lutzen, Carlottu á Váli Olsen, sonin Petur fyri sang og spæl og MC bróðir, ið skipaði tað tøkniliga. Hjartaliga tøkk øll somul ! Birgit av Lofti Tórshavn Tøkk Eg vil hervið takka øllum, sum gleddi meg á 80 ára degnum. Takk fyri blómur, gávur, uppringingar. Takk til tykkum, sum sungu og talaðu, tykkum, sum komu úr Suðuroy, Havn og her úr oynni. Tøkk til børn og svigarbørn, sum gjørdu alt so hugnaligt, og ommu- og langommubørn, sum hjálptu til. Takk øll somul. Tann, ið lívgar onnur – skal sjálvur verða lívgaður. Oda Hentze Skopun