Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 9. apríl hevði okkara elskaða sól­ strála fylt 46 ár, men soleiðis varð ikki; Harrin kallaði hana heim 28. august 2015. Saknurin og tómrúmið eftir hana er ómetaliga stórt, og vit standa eftir og hugsa: »hví júst hon«? Men sum Halbjørg segði “um ikki eg, so hevði tað ver­ ið onkur annar”. Hetta ímyndar Hal­bjørg sum hon var og hvussu hon hugsaði. Hon gjørdist sjúk av krabbameini í oktobur 2013. Tað tók hon sum altíð sera pent og skila­gott. Ringdi runt til vinir og kenn­ingar og segði frá og fór á sítt høgt elskaða arbeiðspláss og segði frá. Halbjørg var ein sjáld­ som kvinna. Altíð hin sama; sið­full, vís og skilagóð. Vit báðar møtt­ust á handils­skúl­anum í 1987. Knýttu bond, tí vit ofta fylgdust til Suður­ oyar í viku­skiftunum. Hon var so løtt at gerast góð við. Hevði um­ sorg­an fyri øllum og var ein dyggur stuðul í øllum. Hon las so nógv um ALT og tí visti hon so at siga ALT. Meðan eg fór til Danmarkar, so fór hon ymisk støð runt um í heim­ inum. Hon fór til Sveis og Íslands at arbeiða, men endaði aftur í Før­ oy­um og fór í læru í Eik. Eik gjørd­ ist hennara arbeiðspláss fyri lívið, og hon elskaði tað og sínar starvs­ felagar sera høgt. Hetta sást eisini aftur í øllum teimum vitjanunum hon fekk gjøgnum sjúkraleguna. Hon var eitt serstakt menniskja. Vit kundu tosa saman í tímar og gloymdu ofta tíð og stað, tá vit vóru saman. Hon fekk eingi børn sjálv, men var ein sonn »tanta« fyri børnini hjá okkum. Hon fylgdi við í teirra uppvøkstri og var mær ein dyggur stuðul í uppalingini av teimum eisini. Hon hevði so nógva vitan um alt, dugdi so væl at síggja “objektivt” uppá allar spurningar. Vit sóust ikki altið so nógv, tí vit fyrst búðu í hvør sínum landi og seinni á hvør sínari oyggj, men tað hevði einki at siga fyri okkara vinarlag. Nú hon gjørdist sjúk, vóru vit sera nógv saman, tí hon valgdi at vera meir har suðuri. Tær samrøðurnar vit høvdu, serliga á Suðuroyar Sjúkrahúsið, eru gull verdar. Hon gramdi seg ongantið og hevði altíð eitt skemtingarsamt orð við á vegnum, um alt tað, sum kom henni fyri á sjúkraleguni. Eg kenni ongan sum hana! Saknurin er so ómetaliga stórur, at orð kunnu illa lýsa tað, men eg eri sera takksom fyri tey árini vit fingu saman. Elskaða Halbørg, takk fyri alt tú vart fyri meg og míni - vit síggjast aftur ein dag. Góðu Fía, Jacob, Óli Hans og Randi. Tykkara og okkara sólstrála er ikki her longur, men vit hava bara góð minnir, Hon var so ómeta­ liga glað um tykkara stuðul og segði ofta, at betri familju kundi ein ikki ynskja sær. Friður verður yvir minninum um okkara elskaðu Halbjørg. Nina v/ familju NØVN Halbjørg Vest Poulsen f.9/4-1970 d. 28/8-2015 Aftur einaferð eru vit blivin mint á, at einaferð skulu vit her frá, onkur sum ungur, onkur nakað eldri og onkur ella kanska tey flestu náa høgan aldur. Tá sýnist tað ofta, sum at vit vilja betur góðtaka tað ið hendir. Tann ið farin er hevur møguliga ligið á heimi í fleiri ár og hevur verið noyddur at fáa hjálp frá øðrum til fleiri ting. Havi onkuntíð hoyrt, at tey uppá ein máta føla tað soleiðis, at tey ikki vilja, at onnur skulu hava stríð av teimum; men tað er nakað annað at blíva eldri og til dømis orka eitt sindur sjálvur og fylgja eitt sindur við tí ið sker rundan um ein. Hon ið nú mátti bukka undir hevur í seinastuni stríðst móti sjúkuni, verið nógvar túrar niðri fyri at blíva frísk ella í besta føri at fáa tað nakað betri, men tað vísti seg, sá tað nokk út til, at sjúkan vildi ikki sleppa sínum taki. Haldi eg havi kent Herbjørg og øll hennara líka síðan tá vit búðu í Árnafirði. Vit vóru ofta yviri hjá ommu okkara á Kósini og ferðaðust, og kennskapurin og vinalagið hevur hildið til henda dag. Orð og góðynski makta so lítið. Ein veit ikki ordi­ liga, hvat mann skal siga. Nú móti endanum er mær fortalt, gekk tað bara spakuliga tann skeiva vegin, men hon royndi kortini at kempa ímóti; hon hevði ein ótrúligan vilja. Eina av síðstu ferðunum eg tosaði eitt sindur við Herbjørg og Karsten var ein av døgunum herfyri, eg gekk túr. Eg visti ikki rættiliga hvat eg skuldi siga. Hon segði tá ið vit skiltust, hav tað gott og eg segði í líka máta. Karsten, Ólavur og genturnar og øll tykkara: Harrin styrki tykk­um í tykkara stóra missi. Familjan Justinussen Klaksvík Nakrar reglur um Herbjørg Daniu Eysturdal Halbjørg Vest Poulsen Fyri góðum hálvum ár síðani varð Hal­bjørg Poulsen tikin heim, í dýrd­ ina, bara 45 ára gomul Vit hava kent Halbjørg, frá tí hon og Nina komu at ganga á hand­ ils-skúla saman fyri 25 árum síðani, men vit komu at læra Halbjørg enn betur at kenna, tá ið sjúkan fór at gera um seg, soleiðis at hon ofta noyddist at koma niður til Danmarkar at fáa heilsubót. Halbjørg gramdi seg ongantíð, vit vistu frá Fíu, mammu Halbjørg, sum var við henni nærum hvørja ferð, hon kom til Danmarkar, hvussu ringt hon ofta hevði tað. Fyrst fór hon undir eina størri skurð­viðgerð, aftaná fekk hon eitt slag av hormonviðgerð, sum ikki verð­ur nýtt so ofta, tí tað eru ikki øll, sum kunnu klára so sterka viðgerð, men Halbjørg var tolin og helt út. Øll, sum vóru um Halbjørg, blivu góð við hana. Hvørja ferð vit vitjaðu hana, antin á sjúkrahúsi ella á sjúkalingahotellinum, so var hon eitt stórt smíl. So leingi hon orkaði sat hon við ipaddinum og arbeiddi. Starvsfólkini á arbeiðsplássi henn­ ara (Eika Banka) hugsaðu um hana, og vístu henni kærleika – hetta lætti um gerandisdag hennara á sjúkra­ leguni. Hon legði eisini ymiskar bøkur inn á ipaddin og las tær har frá. Tað helt hon vera tað lættasta. Halbjørg var vitug og hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Hon ferðaðist í ymiskum londum fyri at læra viðurskiftini har betur at kenna. Hon las nógv. Vit fingu altíð nakað við okkum heimaftur aftaná vitjan – hon var so áhugaverd at tosa við. Hon var so takksom, hvørja ferð hon fekk tað betur. Tøkk henn­ara var altíð fest uppeftir. Hon upp­ livdi eitt undur, meðan hon lá á Herlev Sjúkrahúsi, har Guds kraft fór gjøgnum likam hennara, og allar slangurnar duttu av henni. Hon vitnaði fyri læknum og sjúkra­ systrum um stórverkið, sum Gud hevði gjørt í hennara lívi. Halbjørg vitnaði við dirvi, og hetta kundi hon gera av tí orsøk, at læknarnir høvdu sagt við hana, at hon kundi fara herfrá, nær tað skuldi vera. Halbjørg livdi í nærum 2 ár eftir hetta…. Vit standa spyrjandi eftir, hví? Hví skuldi Halbjørg fara. Hon fekk tað so við og við betur enn væntað, men ta seinastu tíðina versnaði hon aftur. Vit rópa og fáa einki svar – men vit vita, at vit skulu síggja Hal­bjørg aftur ein dag, har sum eingin pína, sjúka ella sorg er meira. Er tað nakað, sum vit hava undr­ast nógv yvir, so er tað tað ótrú­liga góða samanhaldið, sum er í familjuni hjá Halbjørg. Tey vóru bara 2 sysktin, Óli Hans og Hal­bjørg. Tey søgdu okkum frá, at tað ongantíð, hvørki sum børn, í ungdómi ella sum vaksin, hevði verið eitt øvugt orð teirra millum. At Halbjørg var nógv elskað og avhildin, sást av tí stóru fjøld, sum kom úr ymsum støðum til Hvalbiar henda vakra dag fyri at fylgja Hal­ bjørg til gravar. Góða Fía og Jákup, góði Óli Hans og Randi. Vit vita, at tit sakna Halbjørg hvønn dag – eitt tómrúm, sum eingin okkara kann útfylla, men vit trúgva, at tað eru nógv, sum biðja fyri tykkum og ”Bøn er – sum skaldið sigur – hin sterka sálartrá, Í orðum ella ei, Ein eldur, sum bert Harrin sá, Úr trongdum brósti steig. Bøn er eitt suff í hjartað brent, Eitt róp, sum krevur svar, Eitt eyga vátt móti himli vent, Tá eina Gud er nær”. (brot úr enskum sálmi) Greve 20. mars 2016 Góða Halbjørg takk fyri alt. Ása og Arne Hansen