Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Nú er tað heilt stutt millum týdn­ ingar­miklu fótbóltsdystirnar. Í kvøld og í annaðkvøld verður sjeynda umfar í landskappingini, og sunnu­dagin verður fyrsta umfar í kapp­ing­ini um løgmanssteypið. Tað er, tá ið tað er so tætt millum stórar avbjóðingar, at týdningurin er stórur av at hava góðar spælarar á bonkinum. Møguleikin at skifta út verður sjálvandi oftari nýttur, um tað er stór kapping um plássini á vøll­inum, og teir á beinkinum har­við verða roknaðir at vera eins stinnir sum teir, ið eru á vøllinum. Eitt nú hevur KÍ venjarin sagt fleiri ferðir, at hann heldur seg hava so mikið nógvar, ið eru skikkaðar at vera á besta liðnum, at tað fyri saml­aðu úrtøkuna í kappingini hevur týdning, at tað verða broyt­ ingar gjørdar í uppstillingini frá einum dysti og til tann næsta, og at tað ger mun, tá ið skiftingar verða gjørdar í dystunum. Sunnudagin verður fyrsta um­ far í steypakappingini. Tá skulu øll feløgini í bestu deildini aftur í eldin. Eingin ivi er, um, at allir venj­arar­nir fokusera fult og heilt á sjeynda umfar í landskappingini. Eftir dystarlok mikukvøldið og hós­kvøldið verður støða tikin til, hvussu avbjóðingin í steypa­kapp­ ing­ini skal taklast. Hon tykist ann­ ars at vera eitt sindur ymisk hjá fel­øg­unum, sum eru umboðað í bestu deildini, tí summi teirra skulu spæla ímóti liðum í lægru deild­ unum, meðan onnur skulu spæla ímóti øðrum í fremstu deildini. Skála verður stórur biti ÍF - SKÁLA RÚNI GAARDBO hósdagin kl. 15.00 Fuglfirðingar eru lættir og fegnir um, at tað á útivølli ímóti TB endi­ liga eydnaðist at halda tætt í verj­ uni og at skjóta trý mál. Und­an oyggja­uppgerðini ímóti Skála er stóra ivamálið, um Poul Nolsøe Mikkelsen, sum eftir langan skaða­ steðg var við aftur sunnu­dagin, tá ið hann eisini skoraði, verður førur fyri at spæla: – Tað duga vit ikki at siga. Hann noyddist av vøllinum tíðliga í seinna hálvleiki orsaka av somu knæ­trupulleikunum, ið hava hildið hon­um burtur í fleiri mánaðir, sigur ÍF venjarin. Skálamenn ásanna, at teir hava trupulleikar í álopspartinum: – Tvey mál í seks dystum sigur, at tað er frammi á vøllinum, at tað haltar hjá okkum, og vit arbeiða við hes­um undir venjing, sigur Skála mál­verjin Andras Gango. Í Fuglafirði rokna teir ikki við lætt­ari uppgávu: – Skála liðið er framúr væl skip­ að í verjustøðu, so tað verður av­ bjóð­ing at spæla okkum til møgu­ leikar. Teir hava áður víst seg at vera vandamiklar í skjótum mót­ álop­um, so tað ræður um at vera savn­aður um uppgávuna alla tíð­ ina, sigur Jógvan Martin Olsen. Hart arbeiði gevur bonus VÍKINGUR - TB DAGFINN FORNÁ hósdagin kl. 17.30 Eftir treka byrjan glapp sunnu­ dagin hjá Víkingi, sum vann 3-1 á úti­vølli ímóti NSÍ. Tá hildu víkingar­nir seg gera taktiskt mistak frá fyrsta bríksli, og tað ætla teir ikki at gera aftur: – Vit eru við at vera har, sum vit eiga at vera. Í útgangsstøðu vóru vit varnir ímóti NSÍ, men tá ið teir høvdu skorað, so broyttu vit og fóru til okkara spæl, sum er at leypa á frammarlaga á vøllinum, og tað riggaði, sigur Sølvi Vatnhamar, sum staðfesti 3-1 sigurin við Løkin við rimmar langskoti. – Vit arbeiddu sera væl, og tað vísti seg í evstu løtu at geva bonus í tveimum málum og harvið 3-1 sigri, stað­festir landsliðsmiðvallarin. TB ferðalagið fer longu fyrra­ partin av Krambatanga og norður. Spælararnir eru ikki til arbeiðis í dag, men tað positiva í teirra verð er, at teir sleppa suður aftur í kvøld: – Soleiðis eru treytirnar. Spæl­ arar­nir missa inntøku, men í slíkum førum er á víst endurgjald frá Fót­ bólts­sambandinum, sigur TB for­ mað­urin Palli Eysturberg. Í TB leguni eru teir ógvuliga upp­settir at vísa betri avrik, enn teir gjørdu á heimavølli ímóti ÍF: – Eftir at hava megnað mál­leys­ an javnleik í Gundadali ímóti B36 var hatta stórt vónbrot, sum lið­ ið sjálvandi fer at gera alt fyri at vaska burtur, sigur TB formaðurin. Brent barn ræðist eld HB - B68 EILER RASMUSSEN mikudagin kl. 18.00 Tað er toppliðið, sum eigur heima­ vøll, og tað er botnliðið, sum eig­ur úti­vøll í Gundadali í kvøld. Tað eig­ ur at borga fyri, at HB er stór­favo­ ritt­ur ímóti B68. Tað plagar at verða tikið til, at brent barn ræðist eld. Soleiðis er tað hjá HB, sum sunnudagin meiri enn hálvkiksaði, tá ið AB fór úr Gunda­dali við málleysum javnleiki. Meðan HB undan steðginum spældi seg til málmøguleikar, so var verri vorðið eftir steðgin: FÓTBÓLTUR Felags fyri feløgini er, at tey hava fult fokus á landskappingini í kvøld og hóskvøldið, og síðani verður steypakappingin sunnudagin á skránni NÚ SKAL BONKURIN STANDA SÍNA ROYND Upptakt Ikki við: Hanus Thorleifsson (knæskaði, 3 vikur) Alex Mellemgaard (lærkrikin, óvist) Robert Heðin Brockie (knæskaði, langtíðarskaddur) Ikki við: Arnbjørn T. Hansen (knæið, langtíðarskaddur) Ivasamur: Poul Ingason (fipur) Ikki við: Hans Jørgen Djurhuus (Ryggskaði, ógreitt hvussu leingi), Hanus Jacobsen (Fipurspreinging, 4-6 vikur) Ikki við: Jens Joensen (leikb.), Einar Tróndargjógv (burturst.), Jann Martin Mortensen (fipurspreinging, ógreitt) Haraldur R. Højgaard (mjødnin) Andras Frederiksberg (lærkrikin, langtíðarskaddur) Ivasamur: Nicolaj Køhlert (knæskaði) Ikki við: Niklas Poulsen (Slitið liðband í økslini, ógreitt hvussu leingi), Albert Róin Johannesen (Beklað fótin, 1 vika) LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68