Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-19, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45 – Mótstøðumenninir lógu sunnu­dagin aftarlaga, og tað høvdu vit trupulleikar av. Soleiðis verður tað ivaleyst eisini ímóti B68. Vit vilja fegnir hava bóltin, men vit vita eis­ini, at mótstøðuliðini lúra eftir møgu­leikanum at fara í skjót mót­ álop. Vónandi verða okkara meiri avgjørdir, tá ið vit fara at koma í góðar støður í brotsteiginum hjá mót­støðu­liðnum, enn teir vóru ímóti AB. sigur HB venjarin Jan C. Dam. André Olsen er liðformaður hjá B68: – AB vísti, at tað ber til at vinna stig í Gundadali ímóti HB. Vit hava fyrr í ár spælt javnt ímóti AB. Um vit skulu megna tað sama sum argja­menn, so er fyrsta treytin, at vit eru fult og heilt tilvitaðir um av­ bjóð­inga. Sammett við undan­farnu ferðirnar vóru vit tað á Skála, so vit hava gott mót. NSÍ fær ein nýggjan møguleika B36 - NSÍ PETUR REINERT hósdagin kl. 18.00 Toppdysturin er hesaferð í Gunda­ dali. Felags fyri B36 og NSÍ er, at tað síðstu løtuna sunnudagin ikki tørnaði soleiðis út, sum tað leingi hevði sæð út til, at tað skuldi gera. B36 misti sigurin á stokkinum í Klaks­vík, og NSÍ misti øll stigini á heima­vølli ímóti Víkingi. Ofta verður tikið til at trupul­ leikin hjá NSÍ er, at teir gulu og svørtu ikki vinna ímóti argastu kapp­ingarneytunum. Higartil í ár hevur NSÍ tapt ímóti bæði HB og Víkingi, og nú bíðar B36. – Ímóti Víkingi gekk tað ikki fyri seg eftir okkara treytum, og tað mugu vit gera nakað við. Vit hava fokus á at vinna ímóti B36, og tað rokna vit við fer at eydnast. Vit hava lært av uppgerðini ímóti Víkingi, tá ið tað vóru marginal­ar­ nir, ið avgjørdu, sigur NSÍ venjarin Anders Gerber. Í B36 leguni hava teir lagt vón­ brotið í Klaksvík aftur um seg: – Leikliga avrikið var á góðari leið í Klaksvík. Vit kundu havt økt um leiðsluna, áðrenn teir skoraðu hepna málið. Vit gleða okkum til at spæla ímóti NSÍ. Talan plagar at vera um gott fótbóltsspæl ímóti NSÍ, og soleiðis verður tað iva­leyst eis­ini hesaferð, sigur B36 hjálpar­ venj­arin Jákup á Borg. Sunnudagin skal NSÍ um Suður­ oyarfjørð at spæla steypadyst, og sunnudagin skal B36 út á Argir at spæla steypadyst. Hvørki í B36 ella NSÍ verður tað undan upp­gerð­ ini hóskvøldið hugsað um steypa­ dystin. Hann verður ikki á dags­skrá fyrr enn eftir síðsta bríksl í lykla­ upp­gerðini í landskappingini. Nú verður nógvur fótbóltur á Argjum AB - KÍ KÁRI J. Á HØVDANUM hósdagin kl. 18.00 Fótbóltslagið er gott á Argjum eftir kærkomna javnleikin ímóti HB í Gundadali. Í Klaksvík eru teir eis­ ini nøgdir, eftir at tað í evstu løtu eydnaðist at bjarga einum stigi ímóti B36. Í AB bíða teir fram­vegis eftir, at tað skal eydnast at vinna ársins fyrsta sigur. Fyri­treytir­nar at vinna hann eru ikki so galn­ar. AB venjarin Trygvi Mortensen heldur, at talan hevur verið um støðuga leikliga fram­gongd, og næstu vikurnar eigur AB fimm heima­ dystir og ein úti­dyst í lands­kapp­ ing­ini og steypa­kappingini. – Hóast vit eru skaðaplágaðir, so standa vit okkum væl. Hugburðurin er sera góður, og sjálvsálitið ber við sær, at spælararnir tora at saman­spæla. Hesar dygdirnar eru neyðugar ímóti KÍ, og so vóna vit, at tað endiliga fer at eydnast spæl­ arunum at vera kaldir og at fáa nyttu burtur úr møguleikunum, sum vit heilt víst fara at fáa. Vit vóna, at Símun Samuelsen verður tøk­ur aftur. Tað hevði komið væl við, sigur AB venjarin. Klaksvíkingar vilja so ógvuliga fegnir hanga uppi í teimum, sum kappast um fremstu pláss­ini. – Í fjør stóðu vit okkum væl á Argjum. Tað er gott útgangsstøði, men vit vita, at eingi stig koma av sær sjálvum og als ikki á Argjum. AB hevur jú longu staðið seg væl ímóti bæði B36 og HB, so vit skulu vera fult og heilt savnaðir um hesa upp­gávuna, sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen. Tað er rættiliga sannlíkt, at onkr­ar broytingar vera á KÍ liðnum sam­mett við tað liðið, sum spældi sunnu­dagin ímóti B36. Allir mans tøkir Ikki við: Gunnar Christiansen (burturstaddur) Ivasamir: Poul Nolsøe Mikkelsen og Bogi Reinert Petersen (fóru skaddir av vøllinum sunnudagin) Ikki við: Patrik Johannesen (leikbann, ov nógv gul), Gert Drangastein (slitið hælsinuna), Andri Freyr Bjørnsson (knæið), Rasmus Dan Sørensen (fibur), Gunnar Haraldsen (knæið) Við aftur: Símun Samuelsen (skaddur seinast) Ikki við: Absalon Eliasen (skaddur) Allir mans tøkir KÍ ÍF AB TB SKÁLA 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 Besta deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 HB 6 4 2 0 11 4 +7 14 2 NSÍ 6 4 0 2 18 7 +11 12 3 Víkingur 6 3 3 0 16 7 +9 12 4 B36 6 3 2 1 11 5 +6 11 5 KÍ 6 3 1 2 11 8 +3 10 6 ÍF 6 2 1 3 8 16 -8 7 7 TB 6 1 2 3 2 6 -4 5 8 Skála 6 1 1 4 2 11 -9 4 9 AB 6 0 3 3 4 7 -3 3 10 B68 6 0 3 3 3 15 -12 3 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur Víkingur - TB HB - B68 ÍF - Skála AB - KÍ B36 - NSÍ KENDI TIPPARIN Høgni Hoydal Tjóðveldi Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippaði formaðurin í Nýggjum Sjálvstýri, Jógvan Skorheim Býráðsformaðurin í Klaksvík væntaði øll heimaliðini at vinna, men eingin teirra megnaði uppgávuna. Hann hevði tí ongan rættan dyst. Jógvan Skorheim tippaði: HB - AB 1 (0-0), KÍ - B36 1 (1-1), NSÍ - Víkingur 1 (1-3), Skála - B68 1 (0-0) og TB - ÍF 1 (0-3)