Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016 SOSIALURIN 46 6 PERSÓNSSØGA Hallur av Rana F yri fimm árum síðani var ein av lyftunum á veg niður á veghæddina á Lands­sjúkrahúsinum. Inn­an í honum eru hjúnini Margreth og Hildibrandur Olsen og teirra seks mánaðir gamla dótt­ ur Rebekka. Tað er ein døpur løta í lyftini. Tey hava júst verið og tosa við barna­læknan á B5, og hava fingið eini tung boð. – Eg eri ikki ein av teimum, ið tosi uttanum. Eg bað hann siga okk­um akkurát hvussu støðan var. Eg vildi vita hvussu álvarsom støð­ an var hjá dóttur okkara, minnist Hildibrandur Olsen aftur á dagin, tá hann fekk at vita, at støðan var álvarsom. Boðini frá barnalæknanum vóru nevniliga, at støðan var ikki góð. Kanningar vóru settar í verk, men ikki kundi staðfestast, hvat var galið við dóttrini. Har við kundi eing­in heldur hjálpa dóttur teirra. Stutt eftir doyði Rebekka, ein­ ans tíggju mánaðir gomul, uttan at nakar veruliga visti hvat deyðs­ orsøkin var. At missa eitt barn, er helst marran hjá øllum foreldrum, og mang­an verður tikið til, at eingin for­eldur eiga at fara gjøgnum tí upp­liv­ing at jarða teirra egnu børn. Í teimum orðunum hómast ein kensla av órættvísi yvir, at nakar skal uppliva eina so harða lagnu. Men fyri lítlu familjuna Olsen hendi tað ikki bara eina ferð, tí fimm ár seinni endurtók søgan seg. Rebekka borin í heim Søgan byrjan fyri fimm árum síð­ani, tá hjúnini Margreth og Hildibrandi Olsen áttu teirra næstu dótt­ur, ið fekk navnið Rebekka. Framm­an­undan áttu tey Ester, ið tá var trý ára gomul. Rebekka var sum øll onnur smá­børn, ein gleði fyri foreldur og familju, sum hon so spakuliga ment­ist meðan dagar, vikur og mán­aðir fóru framvið. Tann idylliska familjumyndin broyttist tó brádliga ein dagin, tá Rebekka fekk fepur. – Tá var hon um fýra og ein hálv­ an mánað gomul. Tað nýtist ikki at vera vandamikið, tá smábørn á tí aldrinum fáa nakað av fepur, men næstu dagarnar og vikurnar sóu vit at hennara kropsliga menning broyttist hendan dagin, og hon kom aldrin fyri seg aftur, sigur Margreth Olsen. Foreldrini varnaðust, at Rebekka ikki longur megnaði tey somu tingini, ið hon hevði lært framman­undan. – Rebekka var eitt barn, ið megn­aði væl at halda høvdinum og rulla seg á búkin og ryggin, men teir eginleikarnir hvurvu. Brád­liga stríddist hon við at halda høvd­inum og rørdi seg minni. Hon misti so líðandi sínar fysiskar før­ leik­ar, og kláraði ikki longur at lyfta høvdið ella at rulla runt, siga Margreth og Hildibrandur Olsen. Eingi sjúkraeyðkenni Hóast foreldrini varnaðust, at alt ikki ruggaði rætt, so gjørdist støðan aldrin heilt akutt, tí Rebekka hevði tað gott. Tó so, settu foreldrini seg í samband við kommunulæknan, og síðani við barnadeildina og barna­ læknan. – Rebekka varð kannað á barna­ deildini, og hóast tað var sjónligt at hennara førleikar versnaðu, so vístu kanningar ikki hvat var gal­ið við henni. Tað, at hon sum fimm mánaðir gomul ikki longur megn­aði tey ting, ið hon kundi frammanundan, og at menningin gekk skeivan vegin, var tó ikki eitt gott tekin. Fleiri læknar og serfrøðingar kannaðu støðuna hjá Rebekku, blóð- og íleguroyndir vórðu tiknar og hon varð skannað fyri ymiskt, men úrslitið í øllum var tað sama. – Aftaná allar kanningarnar, lækn­arnar og serfrøðingarnar, so vóru vit ikki komu nærri einum svari. Ongar kanningar kundu stað­festa hvat tað kundi vera, sum var galið, siga foreldrini. Hóast vit ikki kendu deyðs­ orsøkina hjá Rebekku, vístu kann­ingar, at henn­ara heili ikki hevði ment seg normalt. Men talan var ikki um nakra kenda sjúku, og var møgu­liga eitt tilvildar­ligt brek« Margreth og Hildibrandur – Tá man missur eitt barn, upplivir man hvussu viðbrekin man sum menniskja kann vera, og tað kann vera ræðandi. Men um man livir í slíkum ótta, so livur man ikki, man bara eksisterar. Harafturat vóru sannlíkindi ikki fyri, at hetta skuldi henda aftur. Tí valdu vit at fáa eitt barn aftrat, siga Hildibrandur og Margreth Olsen, ið seinastu fimm árini hava jarðað tvey smábørn HAVA MIST TVEY BØRN TIL ÓKENDA SJÚKU