mikudagur 20. apríl 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016
SOSIALURIN 46
7
– Aftaná allar kanningar
nar, læknarnar og ser
frøðingarnar, so vóru vit
ikki komu nærri einum
svari. Ongar kanningar
kundu staðfesta hvat
tað kundi vera, sum var
galið, siga foreldrini
Støðan var hættislig
At støðan hjá teirra dóttur helst
ikki var góð, var greitt. Hvussu
hættislig støðan veruliga var, visti
eingin.
– Rebekka hevði tað gott, og
hevði eingi tekin upp á pínu. Hon
svav og át líka sum øll onnur børn.
Tað var klárt, at hon var broytt, og
talan var um eitt annað barn, men
vit høvdu onga hóming av, at hon
fór at doyggja um stutta tíð. Útlit
ini vóru til eitt barn við umfatandi
breki, men tey kunnu liva fleiri ár,
siga foreldrini.
Tí var tað eisini ein skelkur fyri
foreldrini, læknar og onnur, tá
dóttirin brádliga doyði.
– Vit høvdu akkurát verið á
barnadeildini, tí Rebekka var eitt
sindur forkølað, men vóru far
in heimaftur. Eg sat við henni
tann morgunin, tá hon brádliga
doyði. Tað var ein skelkur, bæði
hjá okkum og læknunum, sigur
Hildibrandur Olsen um síðstu løt
una hjá Rebekku.
Rebekka var tíggju mánaðir
gomul tá hon doyði, og hóast
umfatandi kanningar var eingin
diagnosa staðfest, ið kundi greiða
frá hví hennara kroppur ikki rigg
aði longur.
Steinur oman á byrðu
Soleiðis brádliga at missa dóttur
sína var ein stórur skelkur fyri
hjúnini Olsen, og hendi tað eisini
í eini tíð, tá lívið frammanundan
var hart.
– Fíggjarkreppan var upp á tað
harðasta tá. Fyritøkan eg hevði
stovnað fór siðani á húsagang.
Margreth bleiv uppsøgd stutt
aftaná, so vit høvdu tað fíggjarliga
strævið. Endin var, at vit mistu
húsini. Pápi mín doyði brádliga árið
fyri, so tá Rebekka doyði kendist
tað sum steinur oman á byrðu.
Hesa tíðina vóru nógvar kreppur
rundan um okkum. Tíbetur var
okkara hjúnarband gott og sterkt,
sigur Hildibrandur Olsen
Tað er mangan lætt at venda
ryggin til Gud og trúnna, tá um
støðurnar eru harðar, og alt gongur
móti einum. Men hjá Margreth og
Hildibrandur gjørdist trúgvin upp
aftur meira verulig undir sjúkra
leguni hjá Rebekku.
– Tá vit høvdu fingið boðini
um, at støðan hjá Rebekku var
álvarsom, og komu úr lyftini á
Landssjúkrahúsinum, settust vit í
bilin. Tá grótu vit og orkaðu ikki
meira, men meðan vit koyra eftir
ringvegnum, hendi tað, at friður
kom inn í bilin, Guds friður, sigur
Hildibrandur Olsen og greiðir
víðari frá.
– Friðurin fylti spakuliga bilin,
og í somu løtu so varð okkara ræðu
liga og tunga byrða lyft av herð
unum, og í staðin merktu vit frið.
Friðurin gjørdi allan munin. Hann
gjørdi okkum før fyri at taka rætt
ar avgerðir og ikki drukna í okkara
umstøðum. Tann friðurin hevur
fylt okkum síðani.
Margreth og Hildibrandur
Olsen eru væl vitandi um tær oyð
andi fylgjur, ið tað at missa eitt
barn kann hava fyri foreldur. Tað
er tó nakað, ið trúgvin og friðurin
hevur spart tey fyri.
– Tað er øgiligir stórir oyðandi
møguleikar í tí, sum vit hava upp
livað. Man skilur væl, at fólk, ið
hava mist børn, kunnu fara í sor.
Fyri okkum gjørdi friðurin, at vit
hava upplivað nakað annað. Tað
oyðandi við at missa barn, hevur
ikki fingið loyvi at blíva veruligt,
sigur Margreth Olsen, áðrenn mað
urin leggur afturat.
– Eg veit, at fólk kunnu síggja
okkum, og halda, at tað er kaos
rundanum okkum. Vit síggja
stormarnar kring okkum, men
innan í okkum er totalur friður.
Vit kunnu ikki forklára hann,
men hann ger, at vit ikki handla í
panikk, og hevur verið berandi ele
menti í okkara lívi. Hann ger, at vit
ikki eru nøkur offur í dag.
Elisabeth verður
borin í heim
Aftaná at Rebekka var deyð av
ókendum ávum, stóðu hjúnini við
eini tungari avgerð. Skuldu tey
tora at fáa sær eitt barn afturat,
ið møguliga leið somu lagnu sum
Rebekka.
– Hóast vit ikki kendu deyðs
orsøkina hjá Rebekku, vístu kann
ingar, at hennara heili ikki hevði
ment seg normalt. Men talan var
ikki um nakra kenda sjúku, og var
møguliga eitt tilvildarligt brek. So
vit valdu ikki at lata óttan stýra
okkum, og fingu eitt barn aftrat,
greiðir Hildibrandur Olsen frá.
So fimm ár eftir, at Rebekka
varð fødd, varð Elisabeth borin í
heim.
Sjúkan kom brádliga
Í byrjanin gekk alt gott hjá hjún
inum. Elisabeth mentist sum hon
skuldi, og hóast foreldrini høvdu
lyndið til at yvirtulka tey minstu
eyðkenni, so var einki, ið bendi
á, at hon fekk somu lagnu sum
Rebekka.
– Hon var so góð í sær, svav og át
væl, var altíð í góðum lag, og tað var
lætt at fáa eygnakontakt við hana,
greiða foreldrini frá.
Tá hon var níggju mánaðir
gomul løgdu tey merki til, at hon
ikki var so væl fyri. Í fyrstu atløgu
hugsaðu tey, at tað var tí, at hon
Framhald á næstu síðu
PRIVATMYND