Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016 SOSIALURIN 46 8 var í fer við at fáa eina nýggja tonn. Stutt undan hevði hon fingið tvær aðrar tenn, og hevði eisini verið eitt sindur illa fyri tá. Um hetta mundi búðu Margreth og Hildibrandur saman við elstu dóttrini Ester í Keypmannahavn. Tey fóru til sín danska læknan, ið gav teimum ráðini, at um Rebekka ikki fekk tað betri av Panodil, so skuldi tey fara á sjúkrahúsið. – Hon fekk tað ikki betri, so vit fóru á barnadeildina. Meðan vit vóru í kanningarrúminum byrjaði hon at krampa. Sum at fáa eini deyðsboð Av tí at hjúnini frammanundan høvdu mist eitt barn til eina ókenda sjúku, so varð alt apparatið sett í verk beinanvegin. – Tað eru nógvar orsøkir til, at eitt barn kann fáa krampa og tað kann vera lætt at viðgera, men vegna okkara sjúkrasøgu varð alt sett í verk beinanvegin fyri at steðga krampunum og fyri at stað­ festa hvat var á vási. Tí hóast tað ikki tyktist akutt, so vísti søgan, at tað kundi enda galið. Kanningar vóru settar í verk beinanvegin, og hon fekk heilivág, ið skuldi steðga kramp­unum, men einki hjálpti, greiða Margreth og Hildibrandur Olsen frá. Tey komu á barnadeildina ein hósdag, og alt vikuskiftið fór við øllum møguligum kanningum. Hóast bíðilistin til eina MR-skann­ ing vanliga er fleiri mánaðir lang­ur, so sluppu tey framat longu mána­ dagin. – Týsdagin fingu vit boðini, at MR-skanninign vísti nakað. Tað eru ikki góð boð at fáa, tí alt skal helst vera normalt. Júst hvat trupul­leikin var, kundi eingin tó siga. Eingin diagnosa kundi set­ ast. Men tíverri vóru úrslitini lík teim­um hjá eldru systrini Rebekku. Júst tey boðini raktu foreldrini hart. – Alt bendi á, at tað var tað sama, ið hendi fyri Rebekku. Vit høvdu hugsað tann tankan, men vónaðu, at tað ikki var so. At fáa tey boðini, var sum at fáa eini deyðsboð. Sjálvt um gongdin hesaferð kundi verða øðrvísi, so hugsaðu vit bæði, at hetta ikki sá gott út. Tá man eina­ ferð hevur jarðað eitt barn, so er tað tað, ið man situr eftir við, siga Margreth og Hildibrandur Olsen. Einans nakrar fáar vikur aftaná, at Elisabeth var vorðin sjúk, doyði hon. Báðar doyðu, einans tíggju mán­aðir gamlar. Fyrimyndarligt samstarv Hóast tað mangan verður ført fram, at tað er tryggari at verða álvar­samt sjúkur í Danmark, har meira serfrøði og útgerð er savnað, enn í Føroyum, so leggja bæði Margreth og Hildibrandur Olsen dent á, at tey einki hava at fýlast á nakra­staðni. – Í Føroyum gjørdu tey alt tað tey vóru ment, men har var einki at gera. Tey vistu ikki, at Rebekka hevði eina ókenda sjúku, og tá er tor­ført at gera nakað. Vit fingu alla hugsandi hjálp, men har var bara einki at gera, siga Margreth og Hildibrandur Olsen. – Tá so Elisabeth varð sjúk, varð alt sett í gongd beinanvegin, tí at vit høvdu fyrr mist eitt barn av ókend­um ávum. Men heldur ikki tey fingu gjørt nakað. Nú alt er yvirstaðið, so meta for­eldr­ini, at talan var um eitt fyri­myndar­ligt samstarv millum danska og føroyska sjúkraverkið. – Tað var fyrimyndarligt sam­ starv millum Hvidovre hospital, Ríkissjúkrahúsið, ið var knýtt at sum serfrøðingar tá Rebekka varð sjúk, og barnalæknan og barna­ deild­ina í Føroyum. Tað gjørdi, at øll vitanin um sjúku­gongdina og kanningarúrslit vóru tøk, og ser­frøðingar innan øll hugsandi økir vóru partur av viðgerðini hjá Elisabeth. Alt varð hálað inn, so skjótt Elisabeth gjørdist sjúk. Tað eru vit takksom fyri, siga hjúnini. Vita ikki hví tær doyðu Fimm ár eru liðin síðani Rebekka doyði, og einans hálvurannar mán­ aður er liðin síðan Elisabeth doyði. Hóast báðar vórðu kannaðar fyri allar hugsandi sjúkur, so er enn óvist hví tær doyðu. – Vit hava átt tvær døtur, ið vórðu bornar í heim 20. og 21. apríl við fimm ára millumbili. Báðar tvær gjørdust umleið tíggju mánaðir gamlar. Fyrst varð mett, at Rebekka doyði av einum til­vildar­ ligum breki, men nú er meiri sann­ líkt, at talan er um somu ókendu sjúku. – Tað stutta av tí langa er, at vit vita ikki hví Rebekka og Elisabeth doyðu. Vit hava onga diagnosu. Tað er nógv, ið kann útilokast, og tað eru nógvar kanningar, ið einki hava víst. Tað einasta vit vita, er at tað tykist sum at menningin av heil­ anum hjá teimum ikki er, sum hon eigur at vera, sigur Margreth Olsen. Tað sum hendi í heilunum hjá døtrunum verður nevnt fyri RNA, regressiv, neurologisk, degenerativ lidelse. Regressiv merkir, at barnið hevur eina vanliga menning, ið fyrst steðgar, og síðani versnar. Neurologisk vísir til, at tað hev­ ur við heilan at gera. Degenerativt vísir í hesum førinum til, at sjúkan mótarbeiðir likaminum og bara versnar. Skaðin bara veksur í vavi, og steðgar ikki fyrr enn sjúklingurin doyr. Margreth Olsen greiðir frá, at læknarnir, ið tey hava verið í samband við, kenna til nakrar líkn­ andi tilburðir, men teir eru fáir, og ikki nakar, ið er júst tað sama. Fáa tær ikki aftur Familjan Olsen hevur valt at fara víðari við lívinum. Hóast tað ikki er lætt, so hevur familjan ásannað, at tað nyttar ikki at dvølja við sjúk­ una. – Tað er ræðuligt at missa sítt barn. Fólk siga tað mangan, og vit eru samd. Tað er hart og brutalt. Vit vita, at kanningarnar halda áfram, og so hvørt gransking finnur nak­ að, ið kann hava samband við teirra deyða, verða teirra blóð- og ílegu­ royndir kannaðar. – Kanska tey ein dag finna deyðs­orsøkina, og so verða vit tað klók­ari. Men vit bíða ikki eftir tí. Vit fáa ikki okkara døtur aftur, bara tí tey staðfesta hvør sjúka tók lívið av teimum. Døturnar hjá okk­um koma ikki aftur, og tað mugu vit fyrihalda okkum til, siga Margreth og Hildibrandur Olsen. Parið vísir á, at tað at jarða síni egnu børn, er ein so mikið serliga støða, at tað eru manglandi orð fyri tí. – Tá tú hevur mist foreldrini, ert tú foreldraleysur. Tá tú hevur mist tín maka, ert tú einkja ella einkjumaður. Men hvat eitur tað, tá tú missur eitt barn? Har eru eingin orð fyri tað. Vilja ikki jarða fleiri børn Tá Rebekka doyði, avgjørdu Margreth og Hildibrandur Olsen, at ótti ikki skuldi stýra teirra lívi. – Tá man missur eitt barn, upp­ livir man hvussu viðbrekin man sum menniskja kann vera, og tað kann vera ræðandi. Men um man livir í slíkum ótta, so livur man ikki, man bara eksisterar. Har­aftur­ at vóru sannlíkindi ikki fyri, at hetta skuldi henda aftur. Tí valdu vit at fáa eitt barn aftrat, sigur Hildibrandur Olsen. Men aftaná, at Elisabeth varð borin í heim, og hon eisini doyði, hava hjúnini verið noydd at um­ hugsa støðutakanina. – Kennir man sjúkuna, ber til at fyribyrgja, at tað hendir aftur. Men trupulleikin er, at sjúkan er ókend. Tískil ber ikki til at fyribyrgja, at eitt næsta barn er sjúkt. Tí er risiko­myndin broytt munandi, siga Margreth og Hildibrandur Olsen. Hóast Margreth og Hildibrandur hava átt trý børn, har bara tað eina enn er á lívi, so hugsa tey enn um seg sjálvi sum foreldur av trimum. – Vit eru foreldur at trimum børn­um. Tvey av teimum búgva bara ikki her hjá okkum. Tey eru í Himli, og hava fingið ein nýggjan bústað, siga Margreth og Hildibrandur Olsen at enda. HALLUR@SOSIALURIN.FO PERSÓNSSØGA »Í Føroyum gjørdu tey alt tað tey vóru ment, men har var einki at gera. Tey vistu ikki, at Rebekka hevði eina ókenda sjúku, og tá er torført at gera nakað« MYND: BIRGITH LASSEN