mikudagur 20. apríl 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016
SOSIALURIN 46
10
TEMA
Skattamálið hjá Eik
Hóast ein vika er farin
síðani tá, eru so at siga ongar
reaktiónir komnar úr Eik ella
TF Holding. Vit hava vent
okkum óteljandi ferðir til
Eik og TF Holding, men enn
hevur eingin vilja svarað okk
ara spurningum.
Tað, sum Eik Banki hevur
kunnað okkum um í hesum
máli, er fyrst og fremst eitt
tíðindaskriv, har Torben
Nielsen, nevndarformaður
í Eik og Súni Schwartz
Jacobsen, forstjóri í Eik og
TF Holding, greiddu frá hví
teir halda, at Eik hevur rætt
til skattafrádráttin á 90
milliónir krónur.
Men framvegis er ikki
greitt frá, hví Eik ikki sendi
viðkomandi lyklaupplýsingar
víðari til Taks, tá ið man
vendi sær til skattamyndug
leikan í 2013, tí nevndarlimir
og grannskoðarar mettu tað
neyðugt.
Ávaringarnar frá nevndar
limum og grannskoðarum
vóru ikki fáar í tali. Danska
KPMG, føroyska Spekt og
Jørn Astrup Hansen ávaraðu
um, at tey ikki mettu tað
rætt, at Eik dróg tær 90
milliónirnar frá í skatti.
Týsdagin kom so ein rætt
leiðing til miðlarnar, sum
Súni Schwartz var avsendari
av. Í har stóð, at miðlarnir
góvu eina skeiva fatan av tí,
sum KPMG, danska grann
skoðarafelagið, hevði sagt á
fundi í 2013.
Men mikudagin var rætt
leiðingin tikin burtur.
Og framvegis eru ein ør
grynna av ósvaraðum spurn
ingum.
Vit vildu í dag fegin spurt
Súna Schwartz Jacobsen,
hví hann tók rættleiðingina
aftur.
Vit vildu eisini spurt, hví
støðan hjá grannskoðar
unum ikki var send við í
skrivið til Taks. Hví skrivið,
sum ásetti, at tað ikki er loyvt
at draga tap frá gamla bank
anum frá í nýggja bankanum,
ikki var hjálagt í skrivi til
Taks. Og hví málið varð tikið
uppaftur fyrst í hesum ár
inum, tá ið Taks í 2015 segði
gott fyri at draga tapið frá.
Hví vendi Eik sær so aftur til
Taks?
Í temasíðunum hesaferð
kanst tú lesa um, hvussu
hóttanir fuku um fundar
borðið hjá Eik, tá ið funnist
var at ætlanini at draga tapið
frá í skatti.
Samstundis sum skatta
málið er til viðgerðar fyri
aðru ferð í Taks, fer eisini ein
innanhýsis valdsdystur fram
í TF Holding. Aðalfundur er
hóskvøldið og frontarnir eru
drignir hvassliga upp í hesum
stríðnum, sum kanska fer at
avgerða, hvussu TF Holding
sær út komandi tíðina. TF
Holding, okkara størsta
fíggingarsamtak er eisini til
viðgerðar í temasíðunum í
dag.
Gott Vikuskiftið!
Í síðstu viku varpaði Vikuskiftis Sosialurin
ljós á nógv umrødda skattamálið hjá Eik
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
Spurningarnir
hópa seg upp
BARBARA HOLM
»Eg kann ikki tiga longur. Eg eri
bangin fyri, at hetta ikki fær av
leiðingar«.
Soleiðis sigur ein av fleiri var
skógvarum, sum Sosialurin hevur
samstarvað við, fyri at finna fram
til júst hvat hendi í tí sokallaða
skattamálinum hjá Eik.
Í januar í ár gjørdist greitt fyri
Føroya fólki, at okkurt var áfatt
í Eik, tá ið Jørn Astrup Hansen
trekti seg úr nevndini í Eik, tí hann
ikki kundi góðtaka, at leiðslan í Eik
hevði roynt at trekkja eina hálva
milliard frá í skatti – svarandi
til ein skattafrádrátt á 90 milli-
ónir.
Síðani hevur Taks tikið málið
til viðgerðar aftur, og nú bíða vit
øll eftir, at Taks skal finna fram
til, hvussu hetta málið vendir.
Men Sosialurin hevur fingið innlit
í skjøl, sum geva eina sera greiða
ábending um, at Eik hevur roynt at
lumpað Taks, og soleiðis tiltuskað
sær 90 milliónir krónur í skatta
frádrátti. Alt málið og tey nevndu
skjølini, kunnu lesast í Vikuskiftis
Sosialinum frá í síðstu viku.
Drógu tapið frá
Tá gamli Eik banki kollsilgdi við
førdi tað, at Fíggjarligum Støðu
festi varð álagt sambært lóg at
bjarga bankanum, so at føroyska
fólki ikki skuldi merkja stórvegis
sviða av bankakreppuni. Fíggjar
ligt Støðufesti varð stovnað til
endamálið – eitt felag, sum bankar
í danska ríkinum og danski stats
kassin rindaðu til, so at Fíggjarligt
Støðufesti hevði pening til at
bjarga bankunum, sum fóru á
heysin.
Og tað gjørdi Fíggjarligt Støðu
festi fyri kollsilgda Eik banka frá
1. – 14. oktober 2010. Eitt tap á áleið
hálva milliard var tað, sum Fíggjar
ligt Støðufesti sum garantur hefti
fyri.
Tá TF Holdning síðani keypir
nýstovnaða Eik Banka Føroyar
P/F frá Fíggjarligum Støðufesti á
vári 2011, verður eitt skjal handað
teimum, sum Fíggjarligt Støðu
festi saman við grannskoðarum
í Danmark og Føroyum og í sam
starvi við skattamyndugleikarnar í
Danmark, hevur gjørt til kunningar
til allar møguligar keyparar av
nýggja bankanum. Har stendur
Fleiri lyklaupplýsingar vórðu hildnir aftur, tá ið Eik banki
í 2013 vendi sær til Taks, fyri at spyrja um, hvussu eitt tap
á 90 milliónir kundir dragast frá í skatti – eitt tap, sum
bankin longu hevði ført í sjálvuppgávuna fyri 2010/11
Eik vendi sær tá til Taks, tí nevndarlimir og grannskoðarar mettu ikki tað
var lógligt. Taks segði gott fyri frádráttinum, men avgerðin varð tikin
útfrá ófullfíggjaðum upplýsingum um málið. Í 2016 endaði málið aftur hjá
Taks, tí grannskoðanin vildi ikki góðtaka ætlaða frádráttin, hóast Taks
hevði blástemplað ætlanina. Skjølini tala greitt og týðiliga, og illa ber til
at síggja aðrar samanhangir enn, at leiðslan í Eik helt upplýsingum aftur
í samskifti við Taks, sum ivaleyst hava avgerandi týdning í málinum
HETTA
SNÝR
SKATTA-
MÁLIÐ
SEG UM