mikudagur 20. apríl 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016
SOSIALURIN 46
11
púra greitt í tí skjalinum, at tap
frá gamla Eik Banka ikki kunnu
dragast frá í sjálvuppgávuni hjá
nýggja bankanum, tí Fíggjarligt
Støðufesti hefti sum garantur
fyri tapinum – og ikki nýstovnaði
bankin.
Kortini valdi leiðslan í Eik at
draga tapið frá í sjálvuppgávuni
fyri 2010-11.
Nevndarlimir ávaraðu
fleiri ferðir áðrenn
Hesin frádráttur svarandi til 90
milliónir verður settur í sjálvupp
gávuna hjá Eik, uttan at nevndar
limir eru vitandi um tað. Tað er
ikki fyrr enn í 2012, at nevndarlimir
gerast varugur við tað, sum banka
leiðslan hevur gjørt.
Sosialurin hevur fingið innlit
í fundarfrásagnir hjá nevndini í
Eik frá tí tíðarskeiðnum. Í fundar
frásagnunum framgongur greitt,
at ávísir nevndarlimir í fleiri før
um ávara um, at tað ikki er lógligt
at draga tapið frá kollsilgda bank
anum frá í sjálvuppgávuni hjá
nýggja bankanum tí,
1 – tað stóð í skjalinum, sum
Fíggjarligt Støðufesti handaði
øllum møguligum keyparum av Eik
– eisini TF Holdning, at tað ikki er
loyvt at draga tap frá gamla bank
anum frá.
2 – tí Fíggjarligt Støðufesti hefti
fyri tapið og ikki nýggi Eik Banki,
og tað er jú ikki lógligt at draga tap
frá hjá sær sjálvum, sum onkur
annar hevur rindað fyri.
Eftir fleiri ávaringar frá nevnd
arlimum vendi leiðslan í Eik Banka
sær til Taks – hetta tí, at tað kravdi
nevndin.
Granskoðanin
ávaraði eisini
Tað vóru ikki bara nevndarlimir
í Eik, sum ávaraðu um støðuna.
Eisini uttanhýsis grannskoðanin
hjá Eik var greið í sínum máli.
Longu í mars 2014 varð skrivliga
boðað nevndini frá, at Spekt ikki
metti tað lógligt at draga tapið frá
hvørki sum frádrátt ella goodwill
yvir 10 ár.
Men ikki fyrr enn í januar 2016
fær Taks kunning frá Eik um hvat
grannskoðanin sigur í málinum.
Fortaldu ikki alt fyri Taks
Sosialurin hevur fingið innlit í
alt samskifti millum Eik og Taks
í hesum tíðarskeiði. Tað fyrsta
brævið frá Eik til Taks varð prentað
í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu
viku.
Kjarnin er tann, at hóast nevnd
arlimir høvdu ført fram hesar báð
ar lyklaupplýsingar:
1 – at Fíggjarligt Støðufesti hefti
fyri tapið og ikki Eik Banki, og
2 – at tað varð álagt og kunnað
um í samband við keyp av nýggja
Eik Banka, at ikki er loyvt at draga
tap frá kollsilgda bankanum frá
sjálvuppgávuni hjá nýggja banka
num,
So vórðu hesir lyklaupplýsingar
ikki nevndir við einum orði í bræv
inum til Taks.
Heldur varð spurt um, hvørt
Eik skuldi draga tapið frá í einum
høggi, ella um tapið skuldi dragast
frá yvir 10 ár. Í sama viðfangi hevur
Sosialurin fingið innlit í eitt skriv,
sum umboðið hjá Fíggjarligum
Støðufesti í nevndini í Eik tá – Jørn
Astrup Hansen – sendi til nevndar
formannin í Eik og fleiri ferðir
førdi fram í hesum sambandi.
At tað er av avgerandi týdning,
at Eik sendir allar viðkomandi
upplýsingar til Taks í hesum máli,
tí hetta er fyrstu ferð, at Taks skal
fyrihalda seg til eitt mál av slíkum
slag.
Skattamálið hjá Eik er also ein
serstøða, har tað hevur avgerandi
týdning, at Eik viðfestir og upplýsir
øll viðkomandi skjøl fyri Taks – tí
annars hevur Taks ikki møguleika
at taka støðu.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Temasíðurnar hesaferð varpa ljós á skattamálið hjá Eik og á
bygnaðin hjá okkara størsta fíggingarsamtaki – TF Holding
»Eg kann ikki tiga longur. Eg eri bangin fyri, at hetta ikki
fær avleiðingar« Soleiðis sigur ein av fleiri varskógvarum,
sum Sosialurin hevur samstarvað við, fyri at finna fram
til júst hvat hendi í tí sokallaða skattamálinum hjá Eik
MYND: ÁLVUR HARALDSEN