mikudagur 20. apríl 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016
SOSIALURIN 46
12
TEMA Skattamálið
HÓTTANIRNAR
BARBARA HOLM
H
vat hendi um árskiftið
2015/2016 í Eik.
Eitt, sum hendi er,
at Jørn Astrup Hansen
trekti seg úr nevndini, og gjørdi al
menningin varugan við tað, sum
hann metti gekk fyri seg í Eik og
TF Holding.
Eitt annað er, at innanhýsis
grannskoðarin hjá Eik segði seg
úr starvi.
Eitt triðja er, at málið um at
draga tær 90 milliónir frá í skatti,
endaði aftur hjá Taks.
Men hví fór tað aftur til skatta
myndugleikarnar, tá ið Taks í 2015
segði gott fyri at draga tapið frá
yvir 10 ár?
Grannskoðanin hótt
Vikuskiftis Sosialurin hevur fingið
innlit í frásagnir frá fundum síðst í
januar mánaði 2016 – beint áðrenn
Eik vendi sær aftur til Taks.
Á tí fundinum varð boðað
grannskoðarum frá, at standa tit
ímóti hesum, hava tit ábyrgdina av,
at TF Holding missur 90 milliónir,
og kunnu dragast til svars fyri tað.
Okkara keldur vilja vera við, at
tað eisini varð eisini sagt, at um
grannskoðanin ikki góðtók tað,
sum Taks hevði sagt ja til – at draga
tapið frá sum goodwill yvir 10 ár
– og góðtók tað, sum leiðslan í Eik
hevði stungið út í kortið, ja so kundi
tað fáa avleiðingar – millum annað
í form av einum endurgjaldskravi.
Longu 19. mars 2014 skrivaði
Spekt púra greitt til nevndina í Eik.
Sagt var, at Spekt ikki helt, at Eik
hevði rætt til hvørki frádrátt ella
goodwill yvir 10 ár.
Í skrivinum segði Spekt, at tey
ikki mettu heimild vera fyri hvørki
goodwill ella skattafrádrátt:
»1. Tað er okkara meting, at
bankin neyvan hevur rætt til
frádrátt fyri nevndu upphædd.
2. Í hesum føri kann neyvan
talan vera um rætt til goodwill.«
Men hugsanin hjá Spekt varð
ikki upplýst fyri Taks, fyrr enn
síðst í januar 2016. Og beint áðrenn
málið fór aftur til Taks, fingu
grannskoðarar upplýst, hvørjar
avleiðingar tað kundi fáa, um teir
ikki góðtóku støðuna.
Nevndarlimir hóttir?
Tað var ikki bara grannskoðanin,
sum stóð á mótakaraendanum av
hóttandi tónanum frá Eik og TF
Holding. Eisini nevndarlimir í Eik
fingu at vita, at teir kunnu vænta
sær at hefta fyri tað, um teir stilla
seg ímóti ætlanunum.
Á fundi tann 27. Mars 2014
varð sagt, at nevndarlimir kundu
ábyrgdast, um teir ikki drógu
skattin frá, um bankin hevði rætt
til tað.
Til tað er at siga, at tað fyri so
vítt er púra rætt. Røkja nevndar
limir ikki sína uppgávu til fulnar, ja
so kann tað fáa avleiðingar í form
av, at teir kunnu vera mettir óegn
aðir til at røkja starvið framyvir.
Draga tey ikki tap frá, sum tey hava
rætt til, so er tað ikki at røkja sína
uppgávu til fulnar. Men hví verða
nevndarlimir upplýstir um hetta
júst í mars 2014?
– Summi vóru drigin til síðis, har
man fekk at vita sama boðskap – at
nevndarlimir kundu hefta fyri tað
persónliga, um man valdi at ganga
ímóti hesum, sigur ein av okkara
keldum.
Okkara keldur ynskja framvegis
at vera dulnevndar. Men Sosialurin
kennir til fundarfrágreiðingarnar,
sum vit sipa til her í blaðnum.
Nevndarlimir upp
lýstir bert viku eftir
uppritið frá Spekt
Bert átta dagar eftir, at Spekt kem
ur við sínum skrivliga uppritið til
nevndina í Eik, verða nevndarlimir
mintir á, at teir kunnu dragast til
svars, um teir ikki draga tap frá,
sum bankin metir seg hava rætt til.
Men átta dagar áðrenn hetta
sigur Spekt tað, sum Spekt síðani
hevur borið viðari til skatta
myndugleikarnar – at tað ikki eftir
teirra meting er rætt at draga tær
90 milliónirnar frá – hvørki sum
frádrátt ella goodwill.
Sosialurin hevur sent fleiri
teldupostar og ringt fleiri ferðir
til forstjóran í Eik. Vit hava eisini
spurt Súna Schwartz Jacbosen, um
hann hevur viðmerkingar til tey
brot úr fundarfrágreiðingunum,
sum vit sipa til og endurgeva í
hesari greinini. Men Súni Schwartz
hevur ikki svarað okkum.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
»Ganga tit ímóti at Eik kann draga hetta tapið frá, kann tað fáa avleiðingar«.
Hesin setningur varð nógv nýttur í samband við skattamálið hjá Eik. Nevndar
limir og grannskoðarar fingu greitt at vita, at stóðu tey ímóti hesum, kunnu
tey dragast til svars fyri, at TF Holding misti 90 milliónur krónur
»Summi vóru drigin til síðis, har man fekk at vita
sama boðskap – at nevndarlimir kundu hefta fyri tað
persónliga, um man valdi at ganga ímóti hesum«