Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016 SOSIALURIN 46 13 FUKU Í EIK BARBARA HOLM F yrr í vikuni sendi Súni Schwartz Jacobsen eina rættleiðing til miðlar­nar. Tað var um søgur­nar, sum Sosialurin og Kringvarpið vístu á mánadagin um, at grannskoðanin í Før­oy­ um og Danmark talaði ímóti at draga tapið á 90 milliónir krón­ur frá í skatti. Sosialurin og Kring­varpið vístu til fundar­ frá­greið­ingar hjá nevndini í Eik frá 2013 og 2014. Men í dag – mikudagin – er rætt­leiðingin tikið aftur. Sosial­ urin skilur, at orsøkin er, at Henrik Barner, grannskoðari, ikki vildi góðtaka skrivið. Hetta sum skilst tí, at Súni Schwartz Jacobsen insinueraði í rætt­ leið­ing­ini, at Henrik Barner tók undir við tí, at bankin skuldi hava frá­dráttin. Men KPMG og har­við Henrik Barner hava áður og síðani hendan nevnda fund­in ført fram, at tey meta tað iva­ samt, at bankin kundi draga tapið frá.  Súni Schwartz Jacobsen førdi í rættleiðingini fram, at mál­ið vendi øðrvísi enn miðl­ ar­nir vildu vera við, tá ið allur setn­ing­urin hjá danska grann­ skoð­aranum varð tikin við. Avgerandi setningurin er sam­bært bankastjóranum hesin: »Men var enig i, at banken i den færøske indkomstopgørelse havde foretaget et fradrag for udgifterne i forbindelse med selvangivelsen for 2011.«  Brot úr rættleiðingini frá Súna Schwartz sæst her:  »Í sendingini (Dagur&Vika, red) varð valt at steðga við eitt komma, sum hevði vent søguni 180 stig. Sum undantak vilja vit her endurgeva úr nevndar­proto­ kollini. Í nevndarprotokollini frá 13. mars 2013 stendur orðarætt: Pkt. 8.1.2 omfatter selskabets udskudte skat. I forhold til dette punkt omtaltes det for­hold, at banken for perioden 2010/2011 har valgt at ind­berette egen­ kapital­bevægelserne i primo­ balancen som skatte­mæssigt tab i for­bindelse med overtagelsen af Eik Banki tilbage i oktober 2010. Den skattemæssige værdi af tabet udgør et beløb i størrelses­ordenen (ca. 514 mio. kr. x 18%) dvs. 100 mio. kr. Den skatte­mæssige værdi er selv­ angivet uden dog at være ind­ regnet som et aktiv. Beløbet ind­går derfor ikke i balancen. Henrik Barner bemærkede, at det danske skattevæsen ikke accepterer, at det skattmæssige tab optages i primobalancen i en lignende situation, men var enig i, at banken i den færøske ind­komstopgørelse havde fore­ taget et fradrag for ud­gifterne i forbindelse med selv­angivelsen for 2011.« Men í dag hevur Eik tikið rætt­leiðingina av heimasíðuni.   Vit hava spurt Súna Schwartz Jacobsen hví rættleiðingin er tikin aftur, men tað hevur ikki eydn­ast at fáa viðmerking frá banka­stjóranum. Rætt­leiðingin hjá Eik tikin aftur Sum skilst vildi Henrik Barner, grann­ skoðari, ikki góðtaka rættleiðingina til miðlarnar, sum Súna Schwartz Jacobsen almanna­kunngjørdi týsdagin. Rættleiðingin varð tikin av eik.fo aftur mikudagin