mikudagur 20. apríl 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016
SOSIALURIN 46
14
TEMA Skattamálið
AVGERANDI
NEVNDAR
FUNDIR Í TF
SAMTAKINUM
Hósdagur tann 21. apríl kann gerast ein lagnudagur í
milliardasamtakinum undir TF Holding. Aðalfundir verða
í bæði Ognarfelag Tryggingartakarana og í Eik Banka, og
týðandi avgerðir skulu takast um val av nevndarlimum
og um bygnaðin í samtakinum. Spurningurin er hvør
umboðar hvønn og hvør hevur eftirlit við hvørjum
RÓGVI NYBO
S
amstundis sum Skatta
málið hjá Eik Banka, um
hvørt leiðslan og nevndin
í bankanum av røttum
ella órøttum hevur roynt at drigið
umleið 90 milliónir krónur frá í
sjálvuppgávuni og harvið sloppið
sær undan partafelagsskatti, er
í hæddini, verða tveir avgerandi
aðalfundir hildnir hósdagin.
Fyrrapart hósdagin verður
ársaðalfundur í Eik Banka. Tá
stendur val av nevndarlimum á
skránni í bankanum, sum vanligt
er. Í Eik Banka er tað einsamalli
eigarin, P/F TF Holding, ið eina og
aleina velur, hvør skal sita í nevnd
ini fyri Eik Banka, seta strategisku
karmarnar fyri bankan og halda
eftirlit við at bankastjórin og
dagliga leiðslan arbeiða sambært
teirri strategiini, sum nevndin fyri
bankan hevur sett út í kortið.
Tað áhugaverda við aðalfund
inum í Eik Banka hesa ferð er tó, at
síðani seinasta aðalfund er valds
javnvágin í móðurfelagnum TF
Holding koppað og eru Gunnar í
Liða og Jákup Egholm Hansen
farnir frá sum ávikavist formaður
og næstformaður, meðan Arni
Djurhuus Brattaberg og Ingeborg
Godtfred eru komin inn sum
nýggjur formaður og nýggj for
kvinna ávikavist. Og tá tað er
einsamalli eigarin, TF Holding, ið
ger av, hvør skal sita í nevndini fyri
Eik Banka, verða tað sostatt nýggj
fólk, ið standa á odda fyri at taka
ta avgerðina hesa ferð.
Spurningur um tímar
Tað er tó ikki vist, at nøkur av
gerandi broyting verður framd í
Eik Banka, tá aðalfundur verður
í bankanum klokkan 10 hósdagin.
Og verður nøkur avgerandi broyt
ing framd, er heldur ikki vist at
hon sleppur at standa leingi við.
Tí einans sjey tímar seinni, kl.
17.00 verður aðalfundur í Ognar
felag Tryggingartakaranna, og
harvið eisini í P/F TF Holding, ið
sambært viðtøkunum skal hava
somu nevnd sum Ognarfelag
Tryggingartakaranna.
Tá skulu 35 limir í Umboðsráð
num, sum eru beinleiðis valdir av
øllum tryggingartakarunum í P/F
Tryggingarfelagið Føroyar, halda
aðalfund og velja nýggja nevnd í
Ognarfelag Tryggingartakaranna
og TF Holding. Stóri spurningurin
verður, hvør situr við borðendan
tá avtornar. Í besta føri kann tað
verða ein spurningur um tímar,
at onkur situr við valdinum í TF
Holding og harvið eisini í Eik
Banka, áðrenn valdsjavnvágin
aftur skiftir.
Valdsdystur í Umboðs
ráðnum millum tvær legur
Sum Sosialurin skilir tað, eru í
øllum førum tvær ‘legur’, ið kappast
um at fáa valdið á Ognarfelag
Tryggingartakaranna.
Í aðrari leguni eru tað tey, ið
styðja Gunnar í Liða og Jákup
Egholm Hansen, ið gjøgnum nógv
tey seinastu árini hava sitið við
borðendan í bæði TF Holding og
í Eik Banka, og hava skiftst um
nevndarsessir í hesum báðum
feløgunum.
Tá nevndin í TF Holding skuldi
skipa seg eftir aðalfundin í fjør,
megnaðu teir júst at halda fast við
valdið, tá nevndin metti at atkvøðan
hjá nevndarformanninum var av
gerandi, eftir at tað stóð á jøvnum
í nevndini í TF Holding. Hetta
vardi tó bert til februar í ár, tá
Skráseting Føroya hevði gjørt av,
at nevndarvalið skuldi ógyldast og
ganga um. Aftur nú stóð á jøvnum,
men hesa ferð skuldi tað avgerast
við lutakasti, ið síðani koppaði
valdsjavnvágina yvir til Arna
Djurhuus Brattaberg og Ingeborg
Godtfred.
Hesi bæði seinnu eru, sum tað
skilst, tey fólkini, ið hin legan í
Umboðsráðnum styðjar. Seinastu
mánaðirnar, síðani 18 limir í
Umboðsráðnum vórðu valdir ella
Tó at tað sum
útgangsstøði
eru tvær legur,
ið stríðast um
valdið í TF
Samtakinum,
so hevur eisini
ljóðað at har er
ein triðja lega«
Sita á milliardum