mikudagur 20. apríl 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016
SOSIALURIN 46
15
endurvaldir, hevur uttan iva verið
eitt stórt valdsspæl, har arbeitt og
agiterað verður fyri at fáa fólk í
eina ella hina leguna.
Tó at tað sum útgangsstøði eru
tvær legur, ið stríðast um valdið
í TF Samtakinum, so hevur eisini
ljóðað at har er ein triðja lega, ið er
ella hevur verið upp á tal at taka
yvir við valdinum. Her er talan um
eina triðja legu við fleiri fólkum í,
sum hava verið kritisk móti bygn
aðinum í øllum TF Samtakinum,
har eitt felag, sum upprunaliga
var eitt tryggingarfelag, brádliga er
vorðið til eitt íløguveldi og banka
eigara við ognum fyri fleiri millard
ir, og at tað eru somu fólkini, ið
stýra at kalla øllum veldinum.
Tilráðingarbólkur
– til pynt ella álvara?
Mitt í øllum gitingum um hvør lega
fer at standa eftir við valdinum í
TF Holding eftir stóra nevaleikin
í Umboðsráðnum, er eisini ein so
kallaður tilráðingarbólkur, hvørs
tvær uppgávur tað er at koma
við tilráðingum til best skikkaðu
nevndarlimirnar at sita í TF
Holding og at umboða áhugamálini
hjá veruliga eigaranum – sum eru
allir teir omanfyri 22.000 trygg
ingatakararnir í P/F Tryggingar
felagið Føroyar – og at gera av
hvørja samsýning hesi eiga at fáa.
Á heimasíðuni hjá TF Holding
stendur, at:
»Tilráðingarbólkurin skal í
sínum arbeiði at tilmæla nevndar
limir veita trygd fyri, at nevndin hjá
Ognarfelag Tryggingartakaranna
kann taka sær av áhugamálum
hjá eigarunum og tørvinum hjá
TF Holding Samtakinum viðvíkj
andi førleikum, styrki og marg
feldi. Tilráðingarbólkurin skal
eisini veita trygd fyri, at nevndin
kann arbeiða óheft av seráhuga
málum og samsvarandi viðmælum
um góða virkisleiðslu. At enda skal
tilráðingarbólkurin leggja dent á
margfeldi, tá talan er um kyn og
aldur, viðkomandi førleikar og
royndir og vitan til at seta saman
nevndir. Bólkurin gevur aðalfund
inum uppskot um nevndarlimir.«
Leggjast skal tó til merkis, at
tilráðingarbólkurin bert kemur
við tilmælum til nevndarlimir í
TF Holding. Tað merkir tó ikki at
tilmælini altíð verða fylgd, tí áður
er eisini sæð at fólk, ið standa á
listanum hjá tilráðingarbólkinum,
ikki verða vald í nevndina, meðan
fólk, ið ikki komu á listan, verða
sett í nevndina ístaðin. Hesar av
gerðir kunnu eins væl avspegla
valdsdystin í Umboðsráðnum, sum
atlitini til áhugamálini hjá eigara
num, sum er ein stórur partur av
Føroya fólki.
Spurningurin er tí, um tilráð
ingarbólkurin bert er til pynt, fyri
at tað skal síggja út til at fakligheit
og áhugamálini hjá eigarunum og
føroyska samfelagnum verða sett
í hásæti, ella um tað eisini verður
tikið í álvara.
Vandamikil bygnaður
í samtakinum
Ikki einans skulu nevndarlimirnir
í TF Holding arbeiða fyri áhuga
málunum hjá eigarunum. Eis
ini hava nevndarlimirnir í TF
Holding evstu ábyrgdina og evsta
eftirlitið við øllum tí, ið fyriferst
í dótturfeløgunum, og at alt fer
rætt fram í hesum. Men bygnað
urin í samtakinum kann gera, at
tað verður trupult at halda hetta
eftirlit, ikki minst um nevndirnar
gerast ov veikar í mun til leiðslur
nar.
TF Holding eigur seks dóttur
feløg, harav tvey eru av serligum
týdningi. TF Holding eigur 100
prosent av P/F Tryggingarfelagið
Føroyar og so eisini 100 prosent
av P/F Eik Banka. Tað er sostatt
nevndin í TF Holding, sum eigur
og velur nevndina í Eik Banka.
Nevndin í Eik Banka er tann sum
hevur eftirlit við og setur stjóra og
dagligu leiðsluna í Eik Banka, sum
í dag er Súni Schwartz Jacobsen.
Á aðalfundinum hjá Eik Banka
velur TF Holding allar limirnar í
nevndini fyri Eik Banka. Forstjóri
í Eik Banka er Súni Schwartz
Jacobsen. Men Súni Schwartz
Jacobsen er eisini forstjóri í TF
Holding, hvørs nevnd velur nevnd
ina í Eik Banka, sum skal hava eftir
lit við stjóranum í Eik Banka, sum
er Súni Schwartz Jacobsen. Sum
vit sóu í gamla Eik Banka, er stór
ur vandi fyri at ein sterkur stjóri
klárar at yvirtaka valdið á einari
veikari nevnd. Hetta merkir so, at
er nevndin í TF Holding ov veik at
siga forstjóranum ímóti, so yvir
tekur forstjórin valdið á øllum
samtakinum og skal sostatt hava
eftirlit við sær sjálvum.
Hesin bygnaður hevur fleiri
ferðir verið kritiseraður, millum
annað frá fyrrverandi formanni
í Umboðsráðnum, Andrias Ziska,
umframt frá øðrum umboðsráðs
limum.
Bygnaðurin við TF Holding
og Eik Banka minnir nógv um
bygnaðin, vit sóu við Eik Banka
og Eik Grunninum, har nevndin í
grunninum reelt varð tann sama
sum í bankanum og varð stýrd av
somu fólkum. Í 2011 varð við lóg
bannað sparikassum og sparikassa
grunnum í danska ríkinum at
hava somu nevnd. Men meðan
bankalóggávan og bankaeftirlitið
er danskt, er tryggingarlóggávan
og tryggingareftirlitið føroyskt
málsøki. Tí er eingin, ið heldur eyga
við bygnaðinum í TF Samtakinum
í dag.
Skattamálið – hvør
umboðar Palleba?
Sum ført hevur verið fram í Sosial
inum farnu vikuna, snýr skatta
málið hjá Eik Banka seg í síðsta
enda um, hvørt nevndin og leiðslan
í Eik Banka av røttum ella av órøtt
um hevur roynt at drigið umleið 90
milliónir krónur frá í sjálvuppgáv
uni og harvið sloppið sær undan
partafelagsskatti.
Meðan nevndarformaðurin
Torben Nielsen og stjórin í Eik, Súni
Schwartz Jacobsen halda fast við,
at Eik Banki hevur rætt til at draga
hesar 90 milliónir krónurnar frá
og sostatt spara hesar pengarnar í
partafelagsskatti, stendur fyrrver
andi stjórin og fyrrverandi nevnd
arlimurin Jørn Astrup Hansen fast
við, at Eik Banki ikki hevur rætt til
henda frádráttin, av tí Fíggjarligt
Støðufesti longu hevur staðfest
hetta tap, áðrenn Eik Banki varð
settur á stovn. Eisini fyriliggur
eitt skjal í sambandi við søluna,
sum staðfestir at tað í øllum førum
ongantíð varð ætlanin at henda
upphæddin skuldi kunna dragast
frá í skatti.
Hvør hevur rætt av hesum báð
um pørtum, verður so upp til TAKS
at gera av, um Eik Banki sleppur
at draga 90 milliónir krónur frá í
partafelagsskatti ella ikki.
Hinvegin er tað í síðsta enda ein
uppgáva hjá TF Holding, sum eigur
100 prosent av Eik Banka, at gera
av, um tey halda tað verða rætt
ella ikki at royna at sleppa undan
at gjalda føroyska landskassanum
hesar 90 milliónir krónurnar, hóast
onkrar tulkingar av roknskapar
lógum møguliga gera tað gjørligt,
hóast tað ongantíð varð ætlað.
Nevndin í TF Holding um
boðar í síðsta enda allar trygg
ingartakararnar í P/F Tryggingar
felagnum Føroyar. Teir somu gott
og væl 23.000 tryggingartakararnir,
sum eisini koma at standa við sín
um parti av rokningini, um dóttir
felagið Eik Banki fær rætt og sendur
rokningina víðari til Palleba og
Marsannu umvegis landskassan.
Eisini hóast tað ongantíð var
ætlanin, at upphæddin skuldi
kunna dragast frá í Føroyum.
Tá kemur løtan hjá limunum í
Umboðsráðnum og nevndarlim
unum í TF Holding at vísa, hvørji
áhugamál tey veruliga arbeiða fyri.
Áðrenn næsta blað er útkomið,
er valdið í TF Holding býtt, og so
fæst at síggja, hvønn veg moralska
kumpassin í milliardasamtakinum
peikar komandi árið, inntil nevnd
arval verður aftur.
»Leggjast skal tó til merkis, at
tilráðingarbólkurin bert kemur
við tilmælum til nevndarlimir í
TF Holding. Spurningurin er tí,
um tilráðingarbólkurin bert er
til pynt, fyri at tað skal síggja út
til at fakligheit og áhugamálini
hjá eigarunum og føroyska sam
felagnum verða sett í hásæti«
Meir á næstu síðu
Tá kemur løtan hjá limunum í Umboðsráðnum og
nevndarlimunum í TF Holding at vísa, hvørji áhugamál tey
veruliga arbeiða fyri. Áðrenn næsta blað er útkomið, er
valdið í TF Holding býtt, og tá fæst at síggja, hvønn veg
moralska kumpassin í milliardasamtakinum peikar
SAVNSMYND