Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016 SOSIALURIN 46 18 HALLUR AV RANA T að sá ljóst út fyri ætl­ aða eftirskúlan í Suð­ ur­oynni, tá løgtingsins fíggjarnevnd 22. de- semb­er 2015 skrivaði álit um fíggj­ arlóg landsins fyri 2016. Bæði í meiriluta- og minni-luta- álitinum vórðu 200.000 krónur settar av til eftirskúlar, ið annars ikki vóru játtaðir í upprunaliga uppskotinum til fíggjarlóg, ið Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevði handað løg- tinginum. Í álitinum frá meirilutanum í nevndini verður grundgivið so­ leiðis fyri eini íløgujáttan á 200.000 krónur. – Tað hevur í fleiri ár verið ætl­anin at fyrireika eitt eftir­ skúlatilboð til føroyskan ungdóm, og at skúlin skuldi verða í Suð­ur­ oy. Henda játtan upp á 200.000 kr. er ætlað sum stuðul til fyri­ reikingarnar til verkætlanina. Ein meiriluti í løgtinginum atkvøddi fyri uppskotinum, og eftir at arbeitt hevur verið við ætlanini í fleiri ár, var arbeiðið at skipa ein eftirskúla í Suðuroynni loksins komi á fíggjarlóg landsins. Eftirlýsir peningin Longu 26. januar skrivar formaðurin fyri eftirskúlanevndini, Ólavur Rasmussen, vegna nevndina, til Mentamálaráðið og bjóðar til samstarv, nú peningur er fingin til vega. Í skrivinum framgongur, at nevndin metir, at peningurin er játtaður til nevndina. – Eftirskúlanevndin hevur í dag, 26. januar 2016, havt fund, har vit hava viðgjørt málið um eftirskúlan nú vit hava fingið eina játtan á fíggjarlógini. Víðari bjóðar nevndin Menta­ málaráðnum til samstarv, tá farið verður undir eina projektering og neyvari innihaldslýsing av skúlanum. Nevnt verður eisini, at ein klár verkætlan fyriliggur ikki fyrr enn seint í summar. – Nevndin leggur stóran dent á at hava góð viðurskifti við menta­ málaráðið. Eftir­skúla­nevndin fegnast um, at peningur er játtaður til eftirskúlaverkætlanina, og vil nevndin við hesum skrivi bjóða Mentamálaráðnum virkið sam­ starv um ta projektering og neyvari innihaldslýsing, sum liggur fyri framman. – Eftirskúlanevndin ger vart við, at ætlanin er at arbeiða skjótt og miðað verður eftir at hava eina myndugleikaklára verkætlan á borðinum í august mánaða 2016. Einki svar Vikurnar ganga, og eftir­skúla- nevndin fær einki svar frá Menta­málaráðnum. Tað fær Ólav Rasmussen at senda ein nýggj­an teldupost 1. mars til Rig­ mor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, har hann eftirlýsir eina grundgeving fyri hví nevndin ikki hevur fingið eitt svar. – Í brævi, dagfest 26. januar 2016, sent sum teldupostur 27. januar 2016, bjóðar eftirskúlanevndin mentamálaráðnum virkið samstarv um eftirskúlaverkætlanina, skrivar Ólavur Rasmussen og leggur aftrat. – Loyvi mær hervið, vegna nevnd­ina, at spyrja, um nøkur ítøki­lig grund er til, at vit ikki hava hoyrt nakað aftur, og at vit ikki heldur hava fingið kvittan fyri mót­tøku av skrivinum? Um nevndin um hetta mundi hevur fingið illgruna um, at alt ikki er sum tað átti, so hevði hon góða grund til tess. Tí eftir at løg­tingið hevði játtað peningin til eftirskúlan, vóru fakfólkini í Mentamálaráðnum farin at sáa iva um heimildina at játta eftir­ skúlanevndini tær 200.000 krón­ urnar. Mentamálaráðið svarar Hesaferð bíðaði nevndin ikki leingi eftir svari frá Menta­mála­ ráðnum. Longu 3. mars svar­ar Magnus Tausen, full­trúi í Menta­ málaráðnum, teldu­post­inum frá Ólavi Rasmussen. Í skrivinum staðfestir Magnus Tausen, at Mentamálaráðið ikki kann rinda eftirskúlanevndini tann peningin, ið løgtingið hev­ur játtað. Orsøkin er, at pen­ingurin er játtaður sum løga, og Menta­ málaráðið metir ikki, at verk­ ætlanin higartil lýkur treytirnar fyri eina slíka játtan. – Nevndin ynskir at fáa fígging til at gera eitt fullfíggjaða upplegg. Hetta hevur Mentamálaráðið ikki møguleika at fíggja, tað má koma frá stigtakarunum. Mentamálaráðið ger nevndini greitt, at um hon ynskir at fáa hendur á teimum 200.000 krón­ ur­nar, ið løgtingið hevur játtað til eftirskúlan, so er fyrst neyðugt, at eitt fullfíggjað upplegg er klárt. Harumframt verður gjørt greitt, at verkætlanin heldur ikki lýkur treytirnar til stuðulsveiting. Í einum uppriti, ið Mentamála- Mentamálaráðið Hóast Løgtingið hevur játtað pening til ein nýggja eftirskúla í Suðuroynni, so metir Mentamálaráðið, at eingin heimild er til at játta peningin. Vikuskiftis-Sosialurin hevur kannað, hvussu ein nevnd, hóast noktandi svar frá Mentamálaráðnum, fekk játtað pening frá løgtinginum til sítt arbeiði, og varð steðgað aftur LEGGUR FÓT FYRI EFTIR­ SKÚLANUM SAMFELAG