Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016 SOSIALURIN 46 19 ráðið hevur gjørt um játtanina, verður betri nágreina hví Menta­ mála­ráðið noktar at játta peningin. Víst verður til kunngerð nr. 83 frá 7. juni í 2011, við heimild í § 2, nr. 6 í løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan, har tað verður ásett: §1. Løgujáttan verður brúkt í sambandi við bygging, ognan ella avhending av bygningum, løgum og skipum o.ø. og í sambandi við stór viðlíkahaldsarbeiði, sbrt. § 22, stk. 1 í lógini. Mentamálaráðið tulkar lógina soleiðis, at tá talan er um eina løgujáttan, ið er játtað til virksemi, ið ikki fyllir treytirnar í §1, tað vil siga, at eingin ítøkilig verkætlan fyriliggur, so er eingin heimild at játta peningin. Tosaðu við landsstýris­ kvinnuna í heyst Heilt óvæntað kann tó mangl­ andi samstarvsviljin frá Menta- málaráðnum ikki vera fyri eftir- skúla­nevndini. Ein fundarfrágreiðing dagfest 23. oktober 2015 vísir til ein fund millum eftirskúlanevndina, lands­stýris­kvinnuna og Menta­ málaráðið viðvíkjandi eina umbøn frá eftirskúlanevndini, um at fáa pening játtaðan til arbeiðið á fíggj­ arlógini fyri 2016. – Eftirskúlanevndin hevði biðið um fundin, og fekk høvi at leggja fram ætlanir sínar og ynski sítt at fáa fígging á fíggjarlógini fyri 2016, so fullfíggjað verkætlan kann verða gjørd, stendur í fundar­frá­ greiðingini. Á fundinum varð spurt um hvussu nógvur peningur tørvur var á. ­– Beinleiðis spurd um fíggjar­ liga upphædd, svarar eftir­skúla­ nevndin: “Kann Mentamálaráðið játta kr. 200.000,-, er Tvøroyrar komm­una sinnað at játta kr. 200.000,-.” Longu tá tykist, at Menta­ mála­ráðið ikki var sinnað at játta pening til verkætlanina. Í staðin verður spurningur reistur við fleiri viðurskiftir í verkætlanini. – Torført er at útgreina tann fíggjarliga partin, tí umsóknin er so óítøkilig m.a. tí at stigtakararnir kunnu ikki dokumentera teirra part av fíggingini, teir kunnu ikki svara, um Bústaðir átekur sær at byggja og reka íbúðarpartin, heldur ikki fekst greitt svar uppá, um Bústaðir vóru stigtakarar til verkætlanina saman við “nevndini”. Formaðurin fyri Føroya Lærarafelag svaraði ikki uppá beinleiðis spurning, um Føroya Lærarafelag var ein av stigtakarunum til hesa verkætlanina. Harvið tykist, at tað helst eru somu ógreiðu viðurskiftir í verkætlanini, ið Mentamálaráðið vístu til í heyst, ið er orsøkin til, at ráðið noktar at rinda eftir­skúla­ nevndini játtanina í mars. Óvitandi fíggjarnevnd og ósvaraðir spurningar Í fundarfrágreiðingini verður nevnt, at landsstýriskvinnan gjørdi tað greitt fyri eftirskúlanevndini, at útlitini ikki vóru góð fyri at fáa fígging á fíggjarlógina fyri 2016. Tað steðgaði tó ikki verkætlanini, tí tá fíggjarlógin varð borin niðan á tingi, legði samgongumeirilutin fram eitt álit, har júst tann ynskta upphæddin á 200.000 krónur, varð løgd aftrat fíggjarlógina. Soleiðis tyktist, at eftirskúlanevndin megn­aði at fara rundanum lands- stýriskvinnuna við at venda sær til fíggjarnevndina. Fíggjarnevndin játtaði pening til eftirskúlan við júst tí grundgeving, at peningurin skuldi brúkast sum stuðul til fyrireikingarnar til verk­ ætlanina. Tað er í greiðari mótsøgn við tulkingina hjá Mentamálaráðnum av lógini. Ráðið vísir nevniliga á, at eingin heimild er at rinda eftirskúlanevndini peningin, tí løgur verða bara játtaðar til fullfíggjaðar verkætlanir og ikki fyrireikingar til eina verkætlan. Vikuskiftis-Sosialurin hevur spurt Ruth Vang, forkvinnu í fíggj­arnevnd løgtingsins, um hví nevndin játtaði pening til eina verkætlan, ið Mentamálaráðið metir, ikki lýkur treytirnar fyri at fáa eina játtan. – Vit mugu fara at hyggja upp á tað, og eg giti, at tað er rætt, tá tey skriva tað. So tað mugu vit taka til eftirtektar. Men eg má siga sum er, at hetta er nýtt fyri mær, sigur forkvinnan í fíggjarnevndini. Vikuskiftis-Sosialurin hevur eisini roynt at fingið eina við­merk- ing frá Ólavi Rasmussen, formanni í eftirskúlanevndini, men hevur tað ikki eydnast at fingið fatur á honum. HALLUR@SOSIALURIN.FO MYND: ÁLVUR HARALDSEN