mikudagur 20. apríl 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016
SOSIALURIN 46
24
Rógvi Odvørson hevur drigist við tunglyndi í fleiri ár.
Fyri seks árum síðani, tá hann var á psykiatriskari deild í
Reykjavík, settist hann við eitt klaver, ið bleiv byrjanin til
fløguna, Where Is The Sun og ferðini fram móti ljósinum
SIGURJÓN EINARSON
U
ndir listanavninum
»Rökkvi« hevur fugl
firðingurin,
Rógvi
Odvørson, latið sína
fyrstu fløgu úr hondum, ið ber heit
ið, Where Is The Sun.
Rökkvi er eitt fornnorrønt
orð, ið merkir tað serliga ljósið,
bæði í lýsing og skýming, sum
onkursvegna er ímillum nátt og
dag, myrkrið og ljósið. Fyri Rógva
Odvørson merkir hendan glæman
nógv, tá hann í sínum elektrónisku-,
synthpopp-, rokk-løgum ikki ballar
nakað inn, og greiðir okkum frá
einum áralangum stríði við svárum
tunglyndi og sjálvmorðstonkum.
Á einum sera djarvum og ærligum
máta, ber hann fram sangir sínar á
ein slíkan hátt, at har hómast ein
vón, eitt ljós aftanfyri tað myrka, ið
hevur og kanska kann níva til tíðir.
Myrk løg, har vónin hómast
Á útgávuni eru átta løg, harav tey
fýra av teimum hevur Rógvi sam
anskrivað við ymiskum øðrum
sangskrivarum, hann hevur ella
hevði havt samband við. Fløgan er
ognað Alec Rea, sála, ið Rógvi hevur
samanskrivað lagið »Life Goes On«.
Heitið, tittulsangurin og nokk
kendasta lagið á útgávuni er
»Where Is The Sun«. Sangurin hev
ur verið nakað at hoyrt í útvarp
inum, ið sera væl lýsir huglagið á
útgávuni, sum ber brá um søkjandi
tekstir, har leitanin eftir vónini er
í miðdeplinum. Fyrst í lagnum er
tað dapurt, men síðst í lagnum eru
glottar at hóma.
Í sanginum »I´ll Be Me« slær
sangskrivarin fast, at hann nú ikki
ynskir at hava fortíðina sum eitt
haft um beinið, men heldur hava
fokus á framtíðina. Tað gamla er
farið, og nú verður hugt frameftir.
Har er ein vón, hóast alt. Hetta er
gjøgnumgangandi fyri øll løgini,
og tí kann tað kennast eitt sindur
einstáttað fyri onkran, meðan tað
fyri onnur er nakað, tey kenna til,
tá løgini eru uppbygd á klassiskan
hátt.
Partar av fløguni rigga heilt
væl. Serliga eru tað elektronisku,
synth-popp løgini, ið standa sterk
í ljóðmyndini, meðan tey meira
rokkendu løgini standa heldur
veikari, tá røddin ikki heilt megn
ar at standa mát við tey góðu elek
tronisku løgini, men eins og lívið er
ein ferð, kann tónleikalívið eisini
kennast sum ein ferð, har Rógvi –
við fyrstu útgávuni – hevur tikið
síni fyrstu fet.
Tónleikur sum heilivágur
Vit kenna øll til tað, at tónleikur
– bæði kendur og ókendur – kann
vekja ymiskar kenslur í okkum.
Øll hava vit havt ta uppliving,
hvussu tónleikur hevur nortið
okkara hjartastreingir, meðan
tárini trilla niður eftir kjálkunum,
og vit ikki heilt kunnu finna útav,
um hetta er vegna gleði ella sorg.
Ella hvussu vit fáa kensluna um alt
tað stórfingna rundan um okkum
ella bert tí stillu tøgnina innan í
okkum fram.
Tónleikur kann verða nýttur til
ymisk høvir, og verður eisini nýttur
til at kveikja ella linna. Megin í
tónleikinum skal ikki undirmetast.
Fleiri dømi eru um, at fólk við Alz
heimer ella minnisveik fólk, ið ikki
longur eru før fyri at tosa ella virka
fráverandi, brádliga rakna við og
endurvinna teirra kognitiva sans
eina løtu, tá tey hoyra tónleik,
sum tey kunnu seta í samband við
minnir ella føra tey aftur til eina
tíð, tá heimurin var ríkari fyri tey.
Tónleikur hjálpir okkum at fara
inn í okkum sjálvi, har vit kunnu
varnast nýggj ting. Leikluturin hjá
tónleiki kann tí eisini handla um, at
hann ikki skal føra og flyta okkum
út úr okkum sjálvum, men heldur
soleiðis, at tónleikur skal føra
okkum inn í okkum sjálvi. Sostatt
hevur tónleikur ikki bert megina
at fáa gamlar kenslur fram, men
hann kann eisini vera viðvirkandi
til vekja kenslur og hugløg, vit ikki
hava følt ella kent til áður.
Fyri Rógva ella Rökkva varð
tað tónleikurin, sum verður nýtt
ur sum terapi ella hjálp til sjálv
hjálp. Men við at nýta tónleik til
sjálvhjálp, kann Rógvi eisini vera
við til at hjálpa øðrum gjøgnum sín
tónleik. Og tað er væl eisini hetta,
lívið handlar um – at vit gleðiliga
vilja ella ynskja at deila út til onnur,
ið eisini kunnu fáa møguleika fyri
finna troyst og áræði í tí, Rógvi
hevur verið út fyri.
TÓNLEIKUR
TÁ TÓNLEIKUR
GERST HEILIVÁGUR
★★★★★
MYND: DITTE MATHILDA JOENSEN
Ummæli